Har róðu vit framundir, at her var ikki bert talan um, hvør skuldi vera formaður Sambandsfloksins komandi árini, men at hetta hevði eisini nakað at gera við, hvønn politikk og hvørjar samgongur partar av Sambandsflokkinum helst ynskja í framtíðini. Eisini skrivaðu vit, at ávísir partar av flokkinum eru ikki bert ónøgdir við Kai Leo Johannesen sum formann men eru eisini ónøgdir við at vera í samgongu saman við Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum. At hesir partar av flokkinum vilja hava broyting ikki bert í innanhýsis politikkinum men eisini í vali av samgonguflokkum. Víst varð á, at somu partar av flokkinum, tó at teir ikki eru í meiriluta, vilja helst ikki samstarva við Fólkaflokkin orsakað av hansara búskaparpolitikki og ikki við Javnaðarflokkin eitt nú orsakað av leiðsluni í flokkinum.
Hetta var okkara analysa og hevur tíðin eftir formansvalið eisini víst, at ikki einki var um hetta. Johan Dahl hevur alment sagt frá, at honum hevði dámt best eitt samstarv við Tjóðveldisflokkin. So er tað komið uppá pláss.
Út frá hesum ber í dag til at siga, at afturvalið av Kai Leo Johannesen til formann er eisini ein sigur fyri verandi samgongusamstarv tó at tað ikki givið er nøkur trygd fyri, hvussu verður eftir næsta val. So ein kann siga, at valúrslitið var eisini ein sigur fyri samgonguna og her ikki minst løgmann, ið sum vituligt er, ikki júst er í krithúsinum hjá Johan Dahl ella hansara stuðlum í tingbólkinum.
Vit kunnu tí bara ímynda okkum tær broytingar, sum høvdu komið í kjalarvørrinum á einum Johan Dahl sum formanni. Tá hevði hansara vongur verið styrktur og harvið eisini ynskini um at førka seg frá Fólkaflokki og Javnaðarflokki og móti Tjóðveldisflokkinum ístaðin. Tí við einum Johan Dahl sum formanni í Sambandsflokkinum eftir eitt komandi val, har Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin høvdu fingið meiriluta einsamallir ella stuðlaðir av einum minni flokki, tá hevði Tjóðveldisflokkurin fyri at koma inn í hitan aftur sjálvandi latið Johan Dahl løgmanssessin. Soleiðis gita vit, at Johan Dahl og hansara stuðlar eitt nú í tingbólkinum høvdu ætlað at spæla kortini. Men hesaferð gekk kabalan so ikki upp. Hóast avbjóðarin gjørdi ein stóran innsats og eisini gjørdi ein góðan figur í miðlunum undan valinum við at vísa á tað, sum mong eisini eru samd við honum í, nevniliga at verandi formaður hevur ikki tann neyðuga profilin til at føra flokkin fram, so miseydnaðist spælið. Har vóru ikki nokk av trumfum, tá avtornaði.
Tað er eisini vert at seta spurningin í hesum sambandi, hvør leikluturin hjá fyrrverandi formanninum og verandi tingformanni, Edmundi Joensen, verður í flokkinum í framtíðini. Tí tað er eingin loyna, at hann hevur stuðlað Johan Dahl, og tað er ein ærlig støða. Men her var Johan Dahl so taparin, og spurningurin verður so, um tað vera aðrir taparar í Sambandsflokkinum í framtíðini eisini eftir hetta. Hvussu enn verður eftir komandi val so kann verandi løgmaður sanna orðatakið so far so good og fegnast um, at tað ikki bleiv eitt leiðaraskifti í Sambandsflokkinum, tí tað hevði kunnað skundað undir eina heilt nýggja samgongu eftir valið. Tann møguleikin stendur tó framvegis opin, og hvør veit, um ikki tað eru kreftir í Sambandsflokkinum, sum ynskja løgmanssessin aftur um so tað verður saman við Tjóðveldinum ella kanska netttup tað. Og nú tá formansval er so populert í Sambandsflokkinum, hvør veit, um tað ikki verður ein heilt annar, sum stendur klárur at taka við bæði formans- og løgmanssessi eftir komandi val!.
Sosialurin










