sum átti at verið mentur hjá barninum, kortini ikki er tað. Soleiðis kunnu vit siga, at børn kunnu veksa seg inn í ein heilaskaða. Eftir heilaskaðan vil hin rakti skjótast gjørligt royna at venda aftur [...] fingið ein heilaskaða at dragast við, og tað var danski sálarfrøðingurin, Jeanne Fløe, ið legði oyru til hesi orð. Jeanne Fløe hevur skrivað grein í www.helse.dk , og vit fara at endurgeva burtur úr greinini [...] kann geva okkum øllum nakað at hugsa um. Orðini hjá ungu gentuni høvdu eisini sína ávirkan á sálarfrøðingin, tí gentan umboðaði ringasta marrudreymin, sum foreldur kunnu hava: At tað kann henda okkara børnum
róligt. - Venjarin valdi seinasta dyst at seta toppskoraran út á vinstra vong, men tað hepnaðist minni væl. Eg vóni sjálvandi at sleppa inn aftur at spæla sum skjótast. At sita uttanfyri ein ella tveir dystir [...] ngunum millum Brann og Gilla Rólantsson, sum tí var farin undir at leita sær eftir einum nýggjum felagið. At enda valdi Brann kortini at leingja sáttmálan við trongisvágingin. Nýggi sáttmálin er galdandi [...] Brann ikki megnað at gera sær dælt av hesum. Brann hevur heldur ikki fingið meiri enn eitt stig hesi bæði umførini. - Tað er bara for vánaligt. Tríggjar ferðir hava vit havt møguleikan at taka Rosenborg og
og í ár er einki undantak. Sjálv ætli eg mær at luttaka til árliga bálið í Húsgarði. Kristina Roest sigur, at á midnátt gamlaárskvøld fer býurin veruliga at spenna seg út frá síni vøkru síðu við blikkum [...] nógvar hendingarríkar løtur, so ringt er at velja eina framum aðra. Mær er longu givin tann gávan, at eg eigi tvey smábørn saman við manninum. Eg havi fingið møguleikan at fylgja teirra menning á hvørjum ári [...] túrur, sum eg helst ongantið fari at gloyma. Hvat var tað keðiligasta í 2018? - Generelt hevur 2018 verið eitt gott ár. Eg prísi meg lukkuliga yvir, at heilsan er góð, og at familjan hevur tað gott. Tíbetur
gamal, greiddu báðir frá, at tað var almenn vitan, at handilin setti tómu fløskurnar, ið fólk høvdu latið inn til endurvinning, í ein skúr aftan fyri handilin. Annar teirra segði, at tað var heilt vanligt [...] vanligt hjá bygdadreingjunum at sníkja seg oman og taka nakrar fløskur, fyri síðani at panta tær í handlinum, um teimum tørvaði nakrar krónur, eitt nú til sigarettir. Eina nátt í januar 2014 tóku teir tríggir [...] bygd við fløskunum og fjaldu tær í einum skúri har. Dagin eftir fóru teir so at selja fløskur. Teir samdust skjótt um, ikki at fara aftur í sama handil við fløskunum, men annars spjaddu teir søluna um landið
prosent og Ben Carson 7,2 prosent. Tað gerst tí alsamt meiri sannlíkt, at Donald Trump fer at vinna hetta undanvalið. Styrki hansara er, at hann hevur so breiða undirtøku. Meðan Marco Rubio hevur undirtøku [...] víst, at hann hevur nokk av undirtøku úr øllum bólkum til at vinna. Hann vann í moderata New Hampshire og nú hevur hann vunnið í evangeliska South Carolina eisini. Marco Rubio hevur eisini orsøk at fegnast [...] kunngjørdi Jeb Bush, sum eitt skifti var stórfavorittur, at hann gavst við sínum royndum at gerast forsetavalevni í hesum syfti. Hetta fer væntandi at styrkja Marco Rubio, sum liggur nærri Jeb Bush enn Ted
spælið er einfalt og skjótt at læra, og tí at tað ikki krevst tann stóri førleikin fyri at fáa motión og motoriska menning, samstundis sum tað er stuttligt at spæla, sigur Bjørg Djurhuus frá Badminton [...] soleiðis, at ítróttalærarar kring landið fáa eitt dagsskeið í badmintonfrálæru. Badminton er sera væl egnað í undirvísingini í ítrótti, skrivar Skúlablaðið. – Hetta kanska serliga tí, at spælið [...] ítrótt stendur, at lærarin skal »við fjølbroyttum lærutilgongdum í ítrótti geva næminginum upplivingar og royndir, og vekja áhuga fyri kropsligari venjing og menning«. Av royndum veit mann, at hetta ikki
Eg ivaðist ikki í at søkja, tá ið eg las starvslýsingina. Tað er ikki á hvørjum degi, at ein slíkur møguleiki kemur undan kavi. Eg haldi, at eg havi førleikarnar og royndirnar til at taka við hesum starvi [...] øllum og føroyskum fótbólti at gagni, sigur Pætur Smith Clementsen, nýggjur tekniskur stjóri í FSF Starvsnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur á fundi 29. apríl avgjørt at seta Pætur S. Clementsen í [...] árini, og tað hevur alstóran týdning, at menningin er áhaldandi og skipað eftir rætta leistinum, sigur Christian Andreasen, forseti í FSF. Starvið varð lýst leyst at søkja, og Fótbóltssambandið fekk níggju
eru hægri í metum millum ung sum eldri og lættari at taka lut í. - Hvussu tryggja vit, at føroyskur ungdómur fær høvi til at venja seg í føroyskum dansi, at læra seg tættir, vísur og kvæði og á tann hátt [...] staðfestir, at tað er ikki hissini ábyrgd, vit føroyingar hava havt á herðum okkara í øldir sum einasta land í Evropa, her føroyski ringdansurin er varðveittur, langt eftir at evropearar góvust at sláa ring [...] løgting tilnevnt føroyska dansin og kvæðini sum tjóðararv og søkt UNESCO um at fingið hetta staðfest? - Eiga vit ikki at viðurkenna, at ein kvæðakempa hevur lagt líka nógv lív og sál, tíð og kreftir, venjing
m til Russlands, um endamálið er at gera sær dælt av øktum marknaðum í Russlandi, nú ES boykottar? Tað eigur hóast alt at snúgva seg um takt og tone og um at kenna røttu løtuna. Í 1987, táið kalda kríggið [...] vesturtýskaran koma flúgvandi. Orsøkin sigst verða, at hann fleyg so lágt, at ongin legði merki til hann. Hann fleyg niðanfyri radarahædd, Tað er signalforvirrandi at senda sjálvan løgmann til Russland, samstundis [...] haldi ikki, at Føroyar skulu ganga í fótasporum ES og seta tiltøk í verk móti Russlandi. Lat ES eiga hatta í fyrstu atløgu, við stuðli frá USA. Men tað er langt frá hesum fótasporum ES, og so at senda sjálvan
sigur Dánjal Jákup Meinertsson. Hann sigur, at eftir er nú hjá felagnum at fáa seinastu syftingarnar í sambandi við eftirlønarskipanina uppá pláss. -So vóna vit, at felagið aftur kann gerast eitt felag, sum [...] “ljósablái kaffiklubburin”. -Endamál felagsins var í høvuðsheitum at skipa fyri regluligum sosialum tiltøkum, so limirnir høvdu møguleika at hittast av og á, og hetta fekk eisini beinanvegin stóra undirtøku [...] serliga í Noregi, og hetta hevði við sær, at felagið vaks ógvusliga, greiðir formaðurin víðari frá. Samstundis tók annað virksemi dik á seg, og hetta gjørdi, at felagið nú gjørdist meira virki enn nakrantíð