Badminton innan skúlans gátt

»Badminton innan skúlans gátt« er eitt átak, sum Badminton Samband Føroya skipar fyri nú annað árið.

»Badminton innan skúlans gátt« er eitt átak, sum Badminton Samband Føroya skipar fyri nú annað árið.

 

Tiltakið er skipað soleiðis, at ítróttalærarar kring landið fáa eitt dagsskeið í badmintonfrálæru. Badminton er sera væl egnað í undirvísingini í ítrótti, skrivar Skúlablaðið.

 

– Hetta kanska serliga tí, at spælið er einfalt og skjótt at læra, og tí at tað ikki krevst tann stóri førleikin fyri at fáa motión og motoriska menning, samstundis sum tað er stuttligt at spæla, sigur Bjørg Djurhuus frá Badminton Sambandi Føroya í grein á heimasíðuni bsf.fo.

 

Fyri fólkaskúlan er tilboðið eitt gylt og bíligt høvi at menna og geva sínum lærarum nýggjan íblástur, tá ið skeiðið ikki kostar skúlanum annað enn vikarar fyri skeiðsluttakararnar. Hvør skúli, sum luttekur á skeiðnum, fær útflýggjað eina badmintontasku við útgerð til 12 næmingar, skrivar Skúlablaðið.

 

Í námsætlanini fyri ítrótt stendur, at lærarin skal »við fjølbroyttum lærutilgongdum í ítrótti geva næminginum upplivingar og royndir, og vekja áhuga fyri kropsligari venjing og menning«.

 

Av royndum veit mann, at hetta ikki altíð er í samsvari við dagligu undirvísingina í ítrótti í fólkaskúlanum, sum ofta kann vera nakað einstáttað við bóltspæli.

 

Í ár hava lærarar á skúlanum í Giljanesi, Fuglafirði, Gøtu og Leirvík verið á skeið. Jógvan Johannesen og Mariann Fuglø úr Klaksvík hava staðið fyri undirvísingini á skeiðnum.

 

Fyri at eggja lærarunum til at brúka badminton í undirvísingini endaði tiltakið, Badminton innan skúlagátt, við eini badmintonkapping fyri 5. floks næmingarnar á luttakandi skúlunum. Í ár varð kappingin hildin í Klaksvík, sum hevur góðar karmar við tveimum hallum at rúma teimum 175 næmingunum, sum møttu upp saman við lærarum teirra.

– Dagurin byrjaði klokkan 9 við eini felagsupphiting. Síðan vóru reglur og kunning um vøllin og kappingina gjøgnumgingið. Eftir felagsmyndina fóru vit í gongd við fyrstu dystirnar. Allir næmingar vóru koyrdir í bólkar við 4 í hvørjum bólki. Nr. 1 og 2 fóru síðan í ein A-bólk og nr. 3 og 4 fóru í ein B-bólk. Vinnararnir í endaspælinum fóru síðan í eina kuppkapping við áttandeils, kvartfinalum og finalu. Sostatt skuldu 450 dystir avgreiðast innan klokkan 14. Leikt varð í einmansleiki, og ein kapping var fyri genturnar og ein fyri dreingirnar, har spælt var eitt sett upp til 9. Gull, silvur og tvær bronsu vóru handað til vinnararnar í A og B-bólkinum. 16 heiðursmerki í alt, skrivar Bjørg Djurhuus.

 

Jóhan Danielsen, ein av lærarunum frá Skúlanum við Løkin, hevur verið á skeiði; hann heldur, at skeiðið hevur verið gott.

– Vit hava fleiri ferðir leikt badminton í skúlahøpi, tað hevur verið sera væl egnað. Vit hava fyri tað mesta spælt tvímansleik. Serliga nú fram ímóti kappingini hava vit vant, soleiðis at næmingarnir hava roynt tað og kenna til reglurnar. Í løtuni er eitt badmintonfelag við at verða sett á stovn í Runavík, so badminton er uppi í tíðini í Runavík.

 

Ingun Joensen, lærari á Giljanesi, var sera væl nøgd við dagin og legði dent á, hvussu stuttligt tað var, at nógv ymisk børn fingu heiðursmerki, skrivar Skúlablaðið.

 

– Serliga tí børn, sum vanliga ikki fáa heiðursmerki, nú fingu.

 

Lesið greinina í fullum líki a heimaskíðnuni hjá Badmintonsambandi Føroya VIÐ AT TRÝSTA HER