Tríggir vinmenn stóðu ákærdir fyri tjóvarí, og meðan tann fyrsti varð dømdur í novembur, vóru teir báðir seinni dømdir í gjár.
Teir vóru allir tríggir ákærdir fyri at hava stolið umleið 4.000 tómar fløskur frá einum handli í Eysturoynni. Virðið á fløskunum var mett til einar 10.000 krónur.
Teir báðir, sum møttu í rættinum í gjár, ein 24 ára gamal og ein 22 ára gamal, greiddu báðir frá, at tað var almenn vitan, at handilin setti tómu fløskurnar, ið fólk høvdu latið inn til endurvinning, í ein skúr aftan fyri handilin.
Annar teirra segði, at tað var heilt vanligt hjá bygdadreingjunum at sníkja seg oman og taka nakrar fløskur, fyri síðani at panta tær í handlinum, um teimum tørvaði nakrar krónur, eitt nú til sigarettir.
Eina nátt í januar 2014 tóku teir tríggir tó dreingjalótirnar eitt stig longri. Teir eru ein biltúr, tá onkur teirra fær hugskotið, at stjala fløskurnar. Teir fara tí oman til skúrið við einum vøruvogni og fylla síðani vøruvognin við fløskum.
Fløskurnar stóðu klárar til heintingar og vóru tí pakkaðar í stórar plastsekkir. Talan var um heilt nógvar fløskur, annar av ákærdu segði seg ongantíð í lívinum hava sæð so nógvar fløskur sum inni í hesum skúrinum.
Teir fyltu vøruvognin við fløskum og kortini vóru minst líka nógvar eftir, søgdu teir báðir ákærdu.
Teir koyrdu síðani til eina aðra bygd við fløskunum og fjaldu tær í einum skúri har.
Dagin eftir fóru teir so at selja fløskur. Teir samdust skjótt um, ikki at fara aftur í sama handil við fløskunum, men annars spjaddu teir søluna um landið, líka úr Fuglafirði til Havnar. Alt í alt vóru teir í níggju ymiskum handlum og seldu fløskurnar, sum teir høvdu stolið náttina fyri. Teir seldu fløskur fyri 8.308 krónur.
Í handlinum, haðani fløskurnar vóru tiknar, varnaðust tey skjótt, at alt ikki ruggaði rætt. Tey vóru tó snartonkt og settu seg í samband við aðrar handlar í økinum, fyri at vita, um onkur hevði selt stórar nøgdir av fløskum. Soleiðis kom løgreglan skjótt á slóðina eftir tjóvarnar.
Teir náddu ikki at selja allar fløskurnar, nakrar lógu enn í skúrinum, tá løgreglan skuldsetti teir fyri tjóvari nakrar dagar seinni.
Málini móti teimum trimum monnunum vóru viðgjørd hvør sær, tí meðan kanningararbeiðið er farið fram, hava teir framt onnur minni lógarbrot, sum tí gjørdust partur av ákærunum móti teimum.
Allir fingu teir tó somu revsing, 30 dagar treytaða fongsulsrevsing. Treytin er at teir einki revsivert gera í tvey ár, umframt at teir gera 40 tímar av óløntari samfelagstænastu og eru undir eftirlitið hjá kriminalforsorgini í seks mánaðir.
Tveir teirra eru eisini dømdir at rinda handlinum endurgjald fyri stolnu fløskurnar, beint undir 6.000 krónur tilsamans. Hjá tí triðja var málið um endurgjald útsett til seinni, men endin verður væntandi, at hann má rinda sín part av endurgjaldinum.
Annar teirra, sum møtti í rættinum í gjár, hin 24 ára gamli, fekk harumframt 5.000 krónur í bót fyri at koyra uttan koyrikort. Hann hevði gamaní tikið koyrikortið, men tá uttan myrkakoyring. Tað var tí ikki longur í gildi, tá løgreglan stegðaði honum í mai í 2015, einans 300 metrar heimanífrá.










