Droymir enn um gull

Rosenborg blívur við at missa stig, men Brann tekur ikki av møguleikanum

Hóast Brann hevur snávað fleiri ferðir seinastu umførini, so trýr Gilli Rólantsson enn upp á møguleikan at blíva fyrsti føroyingurin, sum vinnur gull í bestu norsku deildini.

 

Fimm umfør eru eftir í norsku Elituseriuni. Rosenborg liggur á odda við 53 stigum, Brann og Gilli Rólantsson nummar tvey við 49 stigum.

 

Rosenborg hevur bara fingið eitt stig burtur úr teimum báðum seinastu umførunum, men hóast troillungan, sum teir nevnast, hava snávað, hevur Brann ikki megnað at gera sær dælt av hesum. Brann hevur heldur ikki fingið meiri enn eitt stig hesi bæði umførini.

- Tað er bara for vánaligt. Tríggjar ferðir hava vit havt møguleikan at taka Rosenborg og fara framvið, men kortini taka vit ikki av, sigur Gilli Rólantsson.

 

Tað gekk væl hjá Brann í fyrru hálvu, men í seinnu hálvu hevur gingið meiri striltið. Onkur hevur víst á, at felagið í summarsteðginum seldu Sivert Heltne Nilssen til AC Horsens, sama felag sum Hallur Hansson og Sonni Ragnar Nattestad spæla við. Gilli Rólantsson heldur kortini ikki, at hetta er øll frágreiðingin.

- Vit hava fingið ein góðan fótbóltsspælara inn fyri Sivert Heltne Nilssen, sigur hann.

 

Í fjør lá Brann eisini væl við leingi í norsku kappingini, men móti kappingarenda misti felagið alt á gólvið og endaði nummar fimm.

- Hetta er eitt sindur keðiligt, tí eg var vísur í, at vit høvdu lært av støðuni í fjør, men tað sær tað tíverri ikki út til, sigur føroyski landsliðsleikarin.

 

Seinastu dystirnar hevur hann sjálvur sitið á beinkinum, men tað tekur hann kortini róligt.

- Venjarin valdi seinasta dyst at seta toppskoraran út á vinstra vong, men tað hepnaðist minni væl. Eg vóni sjálvandi at sleppa inn aftur at spæla sum skjótast. At sita uttanfyri ein ella tveir dystir skaðar einki, so tað taki eg ikki so tungt, sigur Gilli Rólantsson.

 

Í vár stóð stilt í sáttmálasamráðingunum millum Brann og Gilla Rólantsson, sum tí var farin undir at leita sær eftir einum nýggjum felagið. At enda valdi Brann kortini at leingja sáttmálan við trongisvágingin. Nýggi sáttmálin er galdandi til ársenda 2020.

- Eg stórtrívist í Bergen, men eg havi sjálvandi ambitiónir um at royna meg á einum hægri støði. Beint nú er kortini fult fokus á Brann, sigur hann.

 

Hóast fýra stig eru millum liðini, nú bara fimm umfør eru eftir, hevur Gilli Rólantsson góðar vónir um, at tað skal eydnast honum og liðfeløgunum at gerast meistarar.

- Fýra stig ljóðar verri enn tað er, tí eini dysturin av teimum fimm er á heimavølli móti júst Rosenborg. Vinna vit tann dystin, so er bara eitt stig á muni. Tað fer tí at standa nógv upp á spæl næsta vikuskifti, sigur hann og sipar til dystin móti Rosenborg sum verður í Bergen 28. oktobur.

 

Í morgin spælir Brann á útivølli móti Stabæk, sum liggur næst aftast í Elituseriuni, meðan Rosenborg á útivølli spælir móti Lillestrøm, sum liggur fjórðaftast.

 

Síðani kemur dysturin teirra millum. Eftir hetta spælir Brann heima móti Strømsgodset (nummar 12), úti móti Kongsvinger (8) og heima móti Odd (6). Rosenborg spælir móti heima móti Odd (nummar 6), úti móti Start (14) og enda á heimavølli móti Bodø/Glimt (11).