sjávum, sigur Arnbjørn at teir hava havt fleiri skaðar at dragast við. Eitt nú hava Hans Pauli, Daniel og Alex verið úti, men nú eru allir klárir aftur. Tað gevur teimum fleiri strongir at spæla uppá, og tað [...] stuttligt at vera á liði saman við tílíkum bóltsnidlingum. -Vit hava seks dystir eftir í kappingini, og eru teir at roknað sum finalur. Vit skulu vinna okkara dystir fyri at halda lív í FM vónunum, segði
programmið hjá tónleikarunum gjørdist meira kompakt, enn vit upprunaliga ætlaðu. Men tað gjørdist kortini ikki nakar stórvegis trupulleiki, og nú gongur alt fínt, sigur Linda Mortansdóttir. Saman við Hergeiri [...] útlendsku tónleikarunum. -Tað er rættiliga hektiskt. Tað størsta trýstið er júst nú, beint fyri at festivalurin byrjar. Tað eru nógvir upplýsingar, sum skal latast og fáast frá ymiskum fólki, fortelur Linda
arbeitt verður við ymsum ætlanum. Hann sigur tó, at tað eru útlendsk feløg, sum eru áhugað fyri at leggja útgerðarhavn á Sundi. -Allar tær ábendingar, sum vit hava fingið frá oljufeløgum og útgerðarfeløgum og [...] útgerðarhavnin er á Drelnesi, so er tað í lagi. Men hetta eru sum sagt ikki tey signalini vit hava fingið. Tað er heldur beint tvørturímóti. Allir, sum vit hava tosað við, peika á Sund. Eg kenni ikki argumentini [...] tey kunnu støðast uttan fyri Havnina. Sum nú er koma tey bara til Havnar, tí her er umhvørvið og her eru størvini. Sum vælegnað til útgerðarhavn. Útgerðarskip eru ikki óvanligir gestir
váðiliga boring, sum eisini kostar nógv, so hava vit vónir til Føroyaøkið. Tað er eitt av okkara kjarnuøkjum uttan fyri Norra, og tað er greitt, at vit seta stórar vónir til júst ta komandi boringina men [...] slíka nýggja vinnu, nú samfelagið er lítið og viðkvamt. Og slík fyrilit ætlar Statoil sær at liva upp til. Sjálvur metir hann, at føroyingar kunnu læra nógv av norsku royndunum, sum eru meira enn 30 ára gamlar [...] at vera. Hann ferðast kring allan heim, har Statoil er virkið og ynskir at blíva meira virkið. Boð eru eftir hesum mæta Statoilstjóranum nógva staðni alla tíðina. Men skuldi tað hent, at felag hansara,
-Eg eri væl nøgdur við, at vit eru komin har til, at vit fáa eitt uppskot í tingið, sum hevur verið í gjøgnum hesa longu drúgvu tilgongdina, sigur Høgni Hoydal í samrøðu við Rás2 í dag. Hann greiðir frá [...] frá, at tað í uppskotinum eru gjørdar fleiri neyðsemjur, har allir partar siga, at teir kundu ynskt sær at eitthvørt varð øðrvísi, men at hetta er tað. sum full semja er um í samgonguni. Tá skjalið er komið [...] Hoydal heldur, ein av avbjóðingunum verður viðvíkjandi vinnuflotanum, har nógv er at diskutera. -- -Tað eru tríggjar øgiliga stórar broytingar í uppskotinum, sum gera, at tað er stór og sterk viðger av uppskotinum
nógv nýggj lond hava sæð dagsins ljós. Nú luttaka 32 lond í kappingini. Vit vóru tíðliga uppií, og í 1997 vórðu vit flokkað í næstovasta styrkisbólkinum. Tað eru vit ikki longur, staðfestir Álvur Hansen [...] samráðingarnar eru ikki lidnar enn. -Myndin er tó á heilt góðari leið. Útlit eru til, at vit fáa eina rættiliga væl dekkandi oljuleiting á føroyskum øki, sum fatar um tey elementini, sum vit hava mett sum [...] byrjan. -Vónir mínar eru fyrst og fremst knýttar at, hvat vit kunnu fáa burtur úr hesi útbjóðingini av leitiprogrammum. Har havi eg so vónir um at fáa hampuliga góðar leitiskráir. Men vit síggja so eisini
bruttutjóðarútreiðslunum. Siga vit, at føroyska BTÚ er 10 mia., hevði tað svarað til 300 mio. hjá okkum, og tað røkka vit als ikki. Tey føroysku hagtølini viðv. gransking og menning eru ikki serliga álítandi, [...] 1994 til 2002. Samanbera vit árið 2002 við talið av greinum, sum eru skrivaðar í grannalondunum, fyri hvørjar 100.000 íbúgvar, er talið 440 í Føroyum. Tað er munandi minni enn eitt nú Svørki við 1680 vísindaverkum [...] lutfalsliga lágt, men dygdin tikist tó góð, um vit skulu meta eftir tali av endurgevingum. Pál Weihe segði at enda, at vitan er eitt tilfeingi sum vit mugu troyta, um vit skulu standa okkum í kappingini við onnur
veruleika, at Tróndur í Gøtu er komin aftur til Gøtu. Her í hesum vakra lendi, ið er randað av Gøtuvík, búleikaðist hann í sínum veldi sum høvdingur Føroya. Í dag andar av søgu. Nú hin mæti millum menn kemur [...] er ikki søgan men tulkingin, ið er samleiki og søgulig nútíð. Nú á døgum verður Tróndur settur í samband við keltiskan kristindóm. “Givnir eru einglar góðir // ganga ei eg eina má // ferðum mínum fylgja [...] -Jørðin vit standa á er ikki einans lendi úr ymiskum tilfari. Tann blettur, ið ber várar føtur er meira enn støddin á skónum. Jørðin og lendið er samleiki og samstundis tilvitan um umhvørvið og umheimin
fegnast um, at løgtingið nú hevur umrøtt og avgreitt tær ymsu lógirnar, sum eru sjálvt grundarlagið undir komandi virkseminum. Hann bjóðar eisini útlendsku oljufeløgunum, sum eru sinnað til at gera íløgur [...] við tað sama. Og tað kann vera ótrúliga torført, um vit finna nógva olju, men man má hava politiskan rygg til tað, og hava vit ikki tað, so kollsigla vit heilt skjótt. Oljupengarnir Løgmaður sigur, at eins [...] longu er plaseraður. -Hetta er ein grunnur, sum vit eru samdir um, at allar ekstraordinerar inntøkur skulu í, harí eisini tær frá oljuni. Tað er stavnhaldið vit mugu hava. Og tað má man helst fáa kjølfest
rættiliga fjarskotnum londum, har siðir og gerandisdagur eru fullkomiliga øðrvísið, enn tann gerandisdagur, tey vera fyri á Háskúlanum í hesum døgum. Tá vit spyrja tey fýra, Victor og Pecho úr Brasilia, Lauren [...] ótrúliga vinarligir Fyrstu dagarnar búðu tey hjá føroyskum familjum, og øll fýra eru á einum máli um, at føroyingar eru ótrúliga vinarligir, og lættir at koma í samband við. Lauren úr USA búðu hjá eini [...] trupulleikar at sova, men nú gongur betri, sigur Aly av Filipinunum. Læra eina rúgvu Spurd, um hvat fáa burturúr einari slíkari CISV-legu, svara tey fýra, at tey læra eina rúgvu. ? Vit læra nógv um onnur lond