at yrkja? tann ið dugir tað lærir tað aldrin tann ið ikki hevur lært tað enn hevur nokk altíð dugað tað tað er at krógva seg at krabba seg ímóti streyminum at droyma í litum pynta uppá eitt meistaraverk [...] boyggir og sjónin brestur Tað er eingin sum ivast í, at yrkingin hevur fingið eina rænesansu í Føroyum. Tað tóktist sum hóttafall var komið á. Arvurin eftir stóru yrkjararnar í romantisku tjóðskapartíðini [...] 100-ára markið í hesum døgum. Christian eigur nakrar av teimum flottastu setningunum í føroyskum skaldskapi. Sigl oyggj, fram úr mjørka. Her leikti tær lendið løg inn í sál. Eg fann teg í kvæðum, sum fólksins
Flogbóltur, kvinnur Tað var hugaligt at leita sær í høllina á Giljanesi sunnudagin til dystin millum oddaliðini í meistaradeildini Drátt og Mjølnir og síggja mongu áskoðararnar, sum vóru komnir til dystin [...] Álopsspælið var gott, og tað var í heilum at Dráttur-leikararnir Helga Nordendal og Sólgerð Henriksen buldraðu bóltin í gólvið á miðjuni. Ja, tær vóru landsliðsevni, nú skjótt verður farið til Oyggjaleikir [...] serliga Margit Joensen og Vera Larsen. Mjølnir vann settið 25-17 og Dráttur-liðið var í upploysn. Javnt í triðja og fjórða Í triðja setti kom Dráttur best frá byrjan og var frammanfyri 8-4, men so fylgdust
á tí mesta, sum fyrifórst úti á vøllinum. Sum nevnt var tað serliga Bjarni, ið gjørdi um seg, máltal hansara fyri dystin boðar eisini frá, at avrik hansara meira enn nakað annað var tað, sum avgjørdi dystin [...] liðunum av álvara byrja, og eitt nú verður Tróndur Vatnhamar ikki við meira í ár, eins og spælarar sum Jákup á Borg og Allan Mørkøre ikki longur kunnu roknast sum tøkir, um tað stendur á at fáa fólk. Spurningurin [...] trupulleikin hjá hondbóltinum í dag. Høvdu sjálvandi nakrar feildómar, men í mun til at talan var um fyrsta rættiliga dystin í ár, vóru hesir als ikki so nógvir í tali, sum ein kundi verið bangin um.
skulu finna okkum í meiri. Og ein møguleiki er heilt einfalt at taka loysing frá restini av Føroyum. Og tað eru tað nógvir suðuroyingar, sum í ramasta álvara tosa um í hesum døgum. Tað siga teir báðir [...] báðir. Tí eru tað suðuroyingar, sum í fullum álvara eru farnir at tosa um at skipa fyri fólkaatkvøðu í Suðuroynni um, at taka loysing frá restini av Føroyum. Nógv av teimum halda, at verður álvari gjørdur [...] skriva undir upp á, at tað virðir úrslitið av eini fólkaatkvøðu í Suðuroy um at Suðuroyggin loysir frá restini av av Føroyum og verður verandi í ríkisfelagsskapi við Danmark. Tey, sum hava skrivað undir
veðurtíðindini komu á skránna sjey ferðir um vikuna. Tað var meira ein sportur at siga frá veðrinum í gomlum døgum, tá tøknin ikki var so framkomin sum nú, heldur Voldborg. - Tá vistu vit ikki, hvussu veðrið [...] og góðu nøs. Í dag eru fimmdagaforsagnirnar líka góðar sum forsøgnin fyri ein dag var fyri 20 árum síðani, greiðir Voldborg frá í Jyllands-postinum. Tað eru uttan iva nógvir føroyingar, sum kenna Voldborg [...] fastur fúsur í næstan hvørjari danskari stovu hesi seinastu mongu árini. Hann byrjaði at spáa um veðrið eina ferð um vikuna í TV-avísini í 1963, og hann gjørdist av álvara ein kendur persónur í 1988, tá ið
norska Rosenborg BK, og í hesi vikuni frættist, at felagið, sum eigur FCK, í fjør hevði eitt yvirskot upp á 20 milliónir krónur. Tað verður roknað við., at leiðslan og venjarin í FCK hava gjørt av at bíða [...] verið settur í samband við Norwich, Sheffield Wednesday og Sheffield United, men tað er ikki komið meiri burturúr enn prát. Í fyrradagin varð greitt, at David Nielsen noyddist at stinga í sekkin í Onglandi [...] inntil nøkur umfør eru spæld í superliguni. Tá fer at síggjast, um tað verður neyðugt at styrkja onkra at ketunum á liðnum. Flyta til Brøndby Hóast tað tykist ganga sum eftir ánni, so eru viðhaldsfólkini
suðuroyingar um, at støðan, sum teir eru í, verður tikin í størsta álvara í Landsstýrinum. Landsstýrismaðurin sigur, at tað er ongin ivi um, at tað er neyðugt at taka støðuna í Suðuroynni til viðgerðar og [...] útjaðari. Og tað er nógv, sum skal til, eitt nú samferðslumøguleikar við miðstaðarøkið, samferðslan í oynni sjálvari, so at hon verður samanbundin sum ein eind, útbúgvingarmøguleikar o.s.fr. Men tað ræður eisini [...] Økismenning ? Tað er ongin ivi um, at støðan í Suðuroynni er heilt álvarslig. Og eg skilji væl, at suðuroyingar rópa varskó, tí gongdin er øgiliga døpur í oynni. Tí er tað eisini sjálvsagt, at málið verður tikið
Klaksvíkina. Og tað er eitt gott útgangasstøði, metir Eyðun. Í hesum døgum er Klaksvíkin rættuliga í brennideplinum, tá umræður miðlar. Eftir at Sosialurin hevur latið upp redaktión í Klaksvík, fer Randi [...] áhugaverdur persónur. Hitti hann í fjør, tá teir høvdu konsert í Føroyum. Tey sjónarmið, hann hevur, og tað samband, hann dugir at hava við miðlarnar, eru hugvekjandi. Men tað er serliga innan ítrótt, at eg [...] Eyðun. Í Klaksvík hendir nógv, vinnuliga, ítróttarliga eins og mentunarliga. Størsti einstaki alarin er eisini her, sigur Eyðun, sum leggur afturat, at Sosialurin altíð hevur verið væl lýddur í Klaksvík
men tað er einki eindømi í norðurlendskum høpi. Tað eru rithøvundafeløgini, sum seta nevndina, ið skjýtur høvundar upp, og í rithøvundafeløgum eru fólk ofta stak ósamd. Tað gav eisini at bíta í Danmark [...] so stór í Íslandi. Hjá okkum hevur tað heldur verið hinvegin, at alt sum ikki var heft at kropsligum yrki, varð lítilsmett, og á ein hátt er tað upp á sama máta í dag, bara nú knýtt at pengunum. Í Íslandi [...] lesa, og tað er ymiskt í endanum á skaldsøguni sum týðir uppá, at Kjell Westö kanska skrivar eitt framhald. Hesin lesarin vónar tað í hvussu er. Okkara Oddvør Tólv verk eru umrødd, og eftir er tað trettanda:
Aftan á tað, var tað bert ein spurningur um at halda á. Tey løgdu onki serligt í tað. Eg meini: Tá tú einaferð hevði spælt í Palladium, so var tú nakað serligt í familjuni ? fyri tey var tað tað. JOHN: [...] slík støð nakrantíð aftur. Tað var spennandi í 1964, tí vit vóru teir fyrstu at gera tað. Nú á døgum dámar mær onki at fara at lurta eftir bólkum, sum spæla á leikvøllum. Tað er sum sjónvarp ? tú kanst eins [...] mann, sum avreiddi tey víðari til onkran annan, sum seldi tey víðari til uppaftur onkran annan. Høvdu vit í 1962/63 vitað, tað vit vita nú ella bara so frægt, sum vit vistu í 1967, so hevði tað gjørt veruligan