Við sínum bera skalla og litríku og sera eyðkendu bundnatroyggjum hevur Voldborg verið fastur fúsur í næstan hvørjari danskari stovu hesi seinastu mongu árini. Hann byrjaði at spáa um veðrið eina ferð um vikuna í TV-avísini í 1963, og hann gjørdist av álvara ein kendur persónur í 1988, tá ið veðurtíðindini komu á skránna sjey ferðir um vikuna.
Tað var meira ein sportur at siga frá veðrinum í gomlum døgum, tá tøknin ikki var so framkomin sum nú, heldur Voldborg.
- Tá vistu vit ikki, hvussu veðrið fór at verða nakrar dagar fram, og tí máttu vit brúka okkara royndir og góðu nøs. Í dag eru fimmdagaforsagnirnar líka góðar sum forsøgnin fyri ein dag var fyri 20 árum síðani, greiðir Voldborg frá í Jyllands-postinum.
Tað eru uttan iva nógvir føroyingar, sum kenna Voldborg frá skíggjanum, og aðrir kenna hann eisini frá veruliga lívinum. Voldborg var millum teirra, sum lærdi frá sær, tá ið veðurmaðurin hjá Sosialinum, Petur Skeel Jacobsen, sat á skúlabeinki í Kastrup-floghavnini fyrst í sekstiárunum, og teir báðir arbeiddu saman hjá Danmarks Meteorologiske Institut í næstan 30 ár ? frá 1962 til 1991.
Petur Skeel hevur alt gott at bera Henrik Voldborg, sum hann lýsir sum ein sera fryntligan persón. Har Voldborg er, skal okkurt henda, og hann byrjaði skjótt at keða seg, um eingi útlit vóru fyri broytingum í veðrinum, ella hann hevði frívakt. Men at hann er dugnaligur, prógva mongu árini á sjónvarpsskíggjanum um, og hetta skoðsmálið fær hann eisini frá starvsfeløgum á Danmarks Radio.
Petur Skeel lýsir eisini Voldborg sum eitt ?selskapsmenniskja?, og nú hann hevur sagt frá veðrinum fyri seinastu ferð, fer Voldborg at gera meira við klaverspælið, tónleikin og tennisspælið, og so ætlar hann at ferðast meira enn hann hevur fingið stundir til higartil.
Hóast hann fer at sakna tilveruna sum sjónvarpssveðurmaður, so gleðir hann seg til pensjónistatilveruna.
- Eg gleði meg at koma burtur frá dagliga rokinum í TV-býnum. Vaktirnar eru upp í 12 tímar til longdar hvønn dag, og tú ert beinleiðis á skíggjanum fýra ferðir um dagin. Tað er eitt sindur hart, sigur kendi danski veðurmaðurin.