David aftur í FCK

Thomas Thorningar fer í hvussu so er at spæla við FCK alt hetta álmanakkaárið afturat

 

Superliga


Í fyrradagin varð tað greitt, at David Nielsen, sum inntil seint síðsta heyst var millum liðfelagarnar og kappingarneytarnar hjá Toda Jónsson í FCK, aftur skal til Keypmannahavnar.

David Nielsen hevði síðsta heyst ilt við at vinna sær pláss á liðnum hjá FCK. Tí kom tað væl við bæði hjá honum og hjá felagnum, at Grimsby í næstbestu eingilsku deildini leigaði hann fram til 31. januar. Samstarvið tóktist rigga væl. David Nielsen treivst væl, hann skoraði fleiri mál, og tað varð roknað við, at Grimsby fór at keypa David Nielsen, sum er sáttmálabundin í FCK fram tið 30. juni í ár.

Grimsby vildi fegið hava danska álopsmannin, men David Nielsen vildi hava so mikið nógv í lønarposan, at Grimsby bakkaði út, og so spurdist einki burturúr. Síðani hevur David Nielsen verið í sambandi við fleiri feløg í Onglandi fyri at leingja um fótbóltslívið har í landinum. Hann hevur verið settur í samband við Norwich, Sheffield Wednesday og Sheffield United, men tað er ikki komið meiri burturúr enn prát.

Í fyrradagin varð greitt, at David Nielsen noyddist at stinga í sekkin í Onglandi. Nú er hann í Keypmannahavn, har hann skal venja við FCK. Ivaleyst fer hann at taka av, um tað skuldi komið soleiðis fyri, at Roy Hodgson fer at hava brúk fyri honum. Men David Nielsen dylur ikki, at hann droymir um at spæla fótbólt aðra staðni enn í Danmark. Eftir 1. juli verður møguleikin ivaleyst størri fyri hesum, tí tá fer tað ikki at bera til hjá FCK at krevja pengar fyri hann.


Eitt hálvt ár longri

Thomas Thorninger er ein annar av FCK spælarunum, sum Todi Jónsson hevur kappast við um pláss frammi á vøllinum. Upprunaliga var fyrrverandi AGF maðurin álopsspælari. Men síðani FCK í 1998 keypti hann leysan av sáttmálanum, sum hann hevði við italska Perugia, hevur hann ofta verið á miðvøllinum. Seinasta árið hevur Thorninger ofta verið avloysari hjá Toda Jónsson og Zuma, sum hava spælt ytstir á miðvøllinum í ávikavíst vinstra og høgra borði.

Sáttmálaskeiðið hjá Thomas Thorninger í FCK var fram til summarsteðgin. Mikudagin varð boðað frá, at partarnir í fyrsta umfari hava gjørt av at leingja samstarvið fram til ársskiftið komandi.

Tað hevur ljóðað, at FCK kanska fór at keypa onkran stórspælara, men higartil er hetta ikki vorðið til veruleika. FCK eigur eitt sindur á konto at keypa spælarar fyri. Á nýggjárinum fingu teir nakrar milliónir fyri at selja álopsspælaran Harald Brattbakk til norska Rosenborg BK, og í hesi vikuni frættist, at felagið, sum eigur FCK, í fjør hevði eitt yvirskot upp á 20 milliónir krónur.

Tað verður roknað við., at leiðslan og venjarin í FCK hava gjørt av at bíða við at keypa, inntil nøkur umfør eru spæld í superliguni. Tá fer at síggjast, um tað verður neyðugt at styrkja onkra at ketunum á liðnum.


Flyta til Brøndby

Hóast tað tykist ganga sum eftir ánni, so eru viðhaldsfólkini hjá FCK ikki heilt nøgd í hesum døgum. Tey illneitast inn á, at FCK leiðslan hevur gjørt av, at heimadysturin ímóti Viborg ? hann verður 6. mai ? skal spælast í Brøndby. Orsøkin til flytingina er, at Parkin í Keypmannahavn verður ikki tøk henda dagin, tí Parkin skal hýsa europeisku Grand Prix kappingini.

Í miðal plaga tað at koma fleiri enn fimtan túsund áskoðarar til heimadystirnar hjá FCK. Leiðslan í felagnum sigur, at einasta stadion í høvuðsstaðarøkinum, sum rúmar so nógvum áskoðarum ? umframt Parkin ? er í Brøndby. Tí hava teir gjørt av at heimadysturin ímóti Viborg skal spælast har úti.

Nógvir áskoðarar eru í øðini. Teir siga seg ikki vilja seta sín fót á stadion hjá erkafíggindanum, sum er Brøndby.

Á heimasíðuni hjá sær sigur Todi Jónsson, at hann heldur avgerðina um at spæla í Brøndby vera óhepna. Tá sigur hann seg hugsa um áskoðararnar.

? Vit spælarar hava so mikið professionellan hugburð, at tað ikki fer at nerva avrikið hjá okkum, at dysturin verður í Brøndby, sigur Todi Jónsson.