Høgni Hoydal: Nú má ein ætlan gerast fyri Suðuroynna

?Tað er sjálvsagt, at vit nú fara at gera eina politiska ætlan fyri Suðuroynna fyri at forða fyri, at hon endar sum ein útjaðari. Men suðuroyingar mugu eisini sjálvir trúgva uppá eina framtíð í oynni

 

Økismenning


? Tað er ongin ivi um, at støðan í Suðuroynni er heilt álvarslig. Og eg skilji væl, at suðuroyingar rópa varskó, tí gongdin er øgiliga døpur í oynni. Tí er tað eisini sjálvsagt, at málið verður tikið upp og at vit gera eina politiska ætlan fyri oynna.

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður og varaløgmaður.

Sum vit greiddu frá í Sosialinum mikudagin, hevur hann fingið fyrispurning frá seks lærarum á Tvøroyri, um Landsstýrið fer at virða úrslitið av eini fólkaatkvøðu í Suðuroy um, at oyggin skal taka loysing frá restini av Føroyum.

? Eg fari sjálvandi at svara teimum. Men eg uppfati fyrispurningin fyrst og fremst sum um at teir rópa varskó um støðuna í oynni og at teir eru ónøgdir við landsmyndugleikarnar. At støðan í Suðuroynni so verður tengd saman við fullveldismálinum, mugu vit so taka við men tað undrar meg ikki, sigur Høgni Hoydal.

Hann hugsar m.a. um, at øll møgulig hagtøl fyri Suðuroynna ganga tann skeiva vegin. Men hann hugsar eisini suðuroyingar sjálvar.

? Boðskapurin hjá nógvum suðuroyningum er blivin tann, at onki ber til í oynni og tað er eisini sera álvarsom gongd, sum má vendast fyri at fáa tað at bera til, heldur landsstýrismaðurin.


Mugu gera eina ætlan fyri Suðuroy

Høgni Hoydal vísir á, at ein økisnevnd júst í hesum døgum við at leggja síðstu hond á eit álit um støðuna ymsastaðni í landinum, m.a. Suðuroynni.

? Við tí álitinum fáa eitt ógvuliga gott grundarlag at arbeiða víðari út frá. Og eg kann vissa suðuroyingar um, at støðan, sum teir eru í, verður tikin í størsta álvara í Landsstýrinum.

Landsstýrismaðurin sigur, at tað er ongin ivi um, at tað er neyðugt at taka støðuna í Suðuroynni til viðgerðar og at gera eina politiska ætlan fyri Suðuroynna.

Hann sigur, at uttan iva ber tað til at taka politisk stig fyri at fáa Suðuroynna á føtur aftur.

Men, hvat hendan ætlanin kemur at bera í sær, vil hann onki siga um enn. Hann vil ikki siga, um talan verður um at seta eitt ávíst krónutal á, eins og gjørt varð í Sandoyarætlanini fyri nøkrum árum síðani.

? Tað, sum er neyðugt, er at kanna eftir, hvat skal til fyri skapa eina langtíðarloysn fyri Suðuroynna, so at hon ikki júst endar sum ein útjaðari. Og tað er nógv, sum skal til, eitt nú samferðslumøguleikar við miðstaðarøkið, samferðslan í oynni sjálvari, so at hon verður samanbundin sum ein eind, útbúgvingarmøguleikar o.s.fr. Men tað ræður eisini um at bera so í bandim, at tað skal bera til hjá teimum, sum eru góð við plássið, at leggja sína arbeiðsmegi har.

Landsstýrismaðurin sigur, at bæði av mentanarligum og sosialum orsøkum er tað best fyri samfelagið, at Føroyar eru so stórar sum gjørligt. Tvs, at virksemið er breitt út um alt landið.Tí er tað eisini spurningurin um at gera eina landsætlan fyri Føroyar fyri at tryggja, at øll hava javnbjóðis møguleikar fyri útbúgvingum, samferðslu o.s.fr.

Høgni Hoydal tað er hetta, sum er ábyrgdin hjá landspolitikarum.

? Men skal eitt øki mennast, er tað neyðugt við samstarvi ímillum lokalar politikarar og landspolitikarar og ímillum lokala vinnulívið og vinnulívið aðrastaðni, sigur Høgni Hoydal.

Men fyri at koma aftur til fyrispurningin frá teimumn seks lærarunum: Fer Landsstýrið at virða úrslitið av eini fólkaatkvøðu í Suðuroy um loysing frá restini av Føroyum?

? Tað fari eg ikki at svara uppá nú, tí tað er ein ómetaliga tórgreiddur og fløktur spurningur, sum má viðgerast og svarast í einum heilt øðrum sambandi, sigur Høgni Hoydal.