Lokalt fullveldi
?Vit halda ikki, at vit skulu finna okkum í meiri. Og ein møguleiki er heilt einfalt at taka loysing frá restini av Føroyum. Og tað eru tað nógvir suðuroyingar, sum í ramasta álvara tosa um í hesum døgum.
Tað siga teir báðir tvøramenninir Sofus Strøm og Finn Thomsen.
Teir báðir siga, at hesa seinastu tíðina hevur rættiligur uppreistrarhugur tikið seg upp í Suðuroy.
? Her er blivið heilt galið í Suðuroynni og politikararnir røra ikki ein fingur fyri at bøta um støðuna. Og vit eru sannførd um, at fáa vit fullveldið, verður støðan uppaftur verri, siga teir báðir.
Tí eru tað suðuroyingar, sum í fullum álvara eru farnir at tosa um at skipa fyri fólkaatkvøðu í Suðuroynni um, at taka loysing frá restini av Føroyum.
Nógv av teimum halda, at verður álvari gjørdur burturúr ætlanini, at Føroyar skulu taka fullveldið, halda hesir somu suðuroyingarnir, Suðuroyggin skal verða verandi í ríkisfelagsskapinum.
Men teir siga, at fyrsta stigið á leiðini er at fáa at vita, hvørja lagnu ein slík fólkaatkvøða hevði fingið. Tí vilja teir hava at vita, um landsstýrið hevði viðurkent úrslitið av eini fólkaatkvøðu í Suðuroy um loysing frá restini av Føroyum.
Tí hava seks tvørafólk, sum øll eru lærarar sent Anfinni Kallsberg, løgmanni, og Høgna Hoydal, varaløgmanni, og landsstýrismanni í sjálvstýrismálum, ein formligan fyrispurning um hetta.
Teir seks suðuroyingarnir spyrja teir báðar , um landsstýrið kann skriva undir upp á, at tað virðir úrslitið av eini fólkaatkvøðu í Suðuroy um at Suðuroyggin loysir frá restini av av Føroyum og verður verandi í ríkisfelagsskapi við Danmark.
Tey, sum hava skrivað undir fyrispurningin eru Sofus Strøm, Finn Thomsen, Jónsvein Hovgaard, Súsanna Bertholdsen, Alvi Mortensen og Jacobina Thorsteinsson, sum øll eru lærarar á Tvøroyri.
Eitt neyðarróp
?Hetta skal skiljast sum eitt neyðarróp úr Suðuroy. Men tað skal eisaini skiljast sum ein staðfesting av, at vit finna okkum ikki í hesari viðferðini longur, siga teir báðir Sofus Strøm og Finn Thomsen, tá ið vit spurdu teir, hvat lá í hesari ætlanini.
?Í løtuni er støðan tann, at útjaðarin bara letur til miðstaðarøkið. Hinvegin vil meginøkið ikki lata útjaðaranum aftur, sigur Sofus Strøm.
Hann sigur, at meginøkið fær eitt ávíst krónutal fyri at kalla hvørt kilo av allari varu, sum kemur á land í Føroyum, tí har kemur alt uppá land.
? Í hinum endanum fær meginøkið eisini eitt ávíst krónutal fyri hvørt einasta kilo av fiski, sum fer av landinum, tí eisini allur fiskurin skal avskipast um Havnina. Hann sigur, at hetta er ikki annað enn eitt slag av almennum stuðuli til miðstaðarøkið.
? Men tá ið tað ræður um at leggja nakað aftur út aftur til útjaðaran, eru allar møguligar forðingar í vegin.
Sofus Strøm minnir eitt nú á rokið sum stóðst av at ein lítil skúli, sum almanna- og heilsuskúlin, varð lagdur í Suðuroy.
Hann sigur, at nú Føroyar ætla at loysa frá Danmark, dugir hann ikki at síggja, hví ein útjaðari í Føroyum ikki sjálvur kann sleppa at gera av, hvønn partin, hann vil hoyra til.
Kunnu Føroyar loysa seg úr ríkinum við eini løgtingssamtykt, mugu vit eisini kunna avgera okkara egnu lagnu.
Langt úti
Finn Thomsen sigur, at hetta kann tykjast at vera langt úti.
? Men støðan er álvarslig. Tað hendir onki í Suðuroynni og plássið verður drenað fyri ungdóm, sum ikki fær møguleikan at fáa arbeiðið her suðuri.
Hann sigur fólk eru um a missa vónina um at nakar bati er á veg, tí ongastaðni hómast nakrar sum helst ábendingar um, at ætlanin er at seta politiskt tiltøk í verk fyri at skapa møguleikar fyri framburði í Suðuroynni. Og vónin er tað ringasta, tú kanst taka frá fólki.
Sofus Strøm og Finn Thomsen siga, at ætla politikarar at Suðuroyggin skal aftoftast, eiga teir at vera so mikið reiðiligir at teir siga sum er, tí so vita suðuroyingar tað.
? Er ætlanin hinvegin at varðveita Suðuroynna sum ein part av Føroyum, mugu teir leggja eina ætlan fram um, hvussu teir ætla at gera tað.
? Misnøgdin við førda politikkin er nú so stór, at hevði fólkatkvøðan verið, ivast vit ikki í, hvat úrslitið av eini fólkaatkvøðu hevði verið, siga teir báðir.
Teir báðir viðganga, at tað er málið um oljuhavnina, sum fekk bikarið at flóta yvir. Men tað eru so nógv onnur viðurskifti, sum ganga tann skeiva vegin í Suðuroynni. Aldursbýtið er heilt avlagað, tí ungdómurin fær ikki møguleikar fyri at verða verandi, inntøkurnar eru nógv lægri enn hjá fólki í restini av landinum o.s.fr.