gjørdist veruleiki fyrr í kvøld, tá City í HM-finaluni í Jaddah í Saudiarabia vann stórsigur 4-0 á brasilska liðnum, Fluminense í finaluni. Julián Álvarez legði City á odda í fyrsta minuttinum av dystinum [...] 88 minuttir vóru leiktir staðfesti Julián Álvarez sigurin. Hetta er fjórða heiti City vinnur í 2023. Fyrr í ár vunnu teir Premier League, FA Cup steypakappingina og Champions League. Al Ahly úr Egyptalandi
Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin vunnu seinasta dystin í hesum kalendaraárinum. Í kvøld tók Füchse Berlin móti Leipzig á heimavølli. Dysturin endaði við greiðum 37-28 sigri til Füchse [...] dyst aftur í bundesliguni 8. februar tá teir á heimavølli taka ímóti Flensburg, ið er liðið hjá havnarmanninum á danska landsliðnum, Jóhan á Plógv Hansen. Hákun verður tó á vøllinum í Berlin í januar, men [...] Füchse Berlin, ið var á odda 18-9 í steðginum. Hákun skoraði tvey mál upp á tveir málmøguleikar. Füchse Berlin er saman við Magdeburg fremst í týsku bundesliguni. Liðini hava 32 stig hvør, men Magdeburg
Fyrstu tíggju mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 10,1 milliard krónur. Hetta er 4 prosent minni enn sama tíðarskeið í fjør. Innflutningurin fyri fyrstu tíggju mánaðirnar av 2023 er nú gjørdur upp, og innflutt [...] nú enn í summar. Innflutningsvirðið av brennievni var 1.589,6 milliónir krónur fyrstu tíggju mánaðirnar av 2023. Hetta er 461,8 milliónir krónur, ella 22,5 prosent, lægri enn sama tíðarskeið í 2022. Størsti [...] innflutt varð fyri 10,1 milliard krónur. Hetta er fýra prosent minni enn sama tíðarskeið í 2022. Størstu íkastini til minkingina koma frá minkandi innflutningsvirði av brennievni og bólkinum "maskinur og
Nýggi Frítíðarskúlin, sum varð tikin í nýtslu á sumri í 2022, hevur havt eina óinrættaða stovu standandi tøka, sum æltanin hevur verið at innrætta, tá ið brúk varð fyri hesum. Komandi summar verður tørvur [...] tørvur at hava eina stovu afturat, og tað var í hesum sambandi, at býráðið á fundi 27. nov. 2023 samtykti at fremja hesa ætlan. Byggiarbeiðið varð boðið út, meðan HVS og EL arbeiðstøkurnar blivu bodnar til [...] til somu fyritøkur, ið frammanundan hava gjørt hesi arbeiði í bygninginum, ávikavist Blikksmiðjan og HD elektric. Fuglark projekteraði og hevur eisini eftirlitið við arbeiðnum, sum verður liðugt fyri
Finalan í kappingini um Løgmanssteypið var ein av teimum heilt dramatisku í ár. HB og B68 spældu finalu, og tað gjørdist sera spennandi. HB skapti nógvar kjansir í fyrra hálvleiki, men megnaði ikki at [...] leið javnaðist gongdin í dystinum. Eftir umdyst var framvegis javnt, og so skuldi alt avgerast við brotsspørkum. Ta kappingina vann HB, tí B68 brendi eitt brotsspark. Sigurin í steypakappingini bjargaði [...] bjargaði árinum hjá HB, sum hevði havt misjavnt ár í landskappingini og endaði sum nummar 4. . Árbókin "Føroyskur Fótbóltur 2023", ið Sosialurin hevur givið út, tekur saman um steypakappingina og sigurin hjá
Tað gekk framúr væl hjá THW Kiel í seinasta dystinum í bundesliguni í 2023. Kiel vann stórsigur 34-20 á Hannover Burgdorf á heimavølli. Í steðginum var Kiel á odda 14-8. Tað lá væl fyri hjá Eliasi, ið [...] eitt ótrúligt mál hjá Eliasi, har hann fyrst snúrar runt og við rygginum móti málinum sendir bóltin í málið. "Spektakulert" mál staðfestir týski frásøgumaðurin: ##med2##
Føroya verða 1.200 fólk í Sandoynni í dag knýtt at meginøkinum. Og 48.300 fólk í meginøkinum verða í dag knýtt at Sandoynni. Meginøkið í Føroyum fevnir nú um góð 90 prosent av fólkinum í Føroyum. – Fert tú [...] at øll eru komin yvirum í seinasta lagið 13.45. Kl. 14 Hátíðarhald innanfyri tunnilsmunnan í Traðardali GHM spælir, síðan verða røður og kórsangur. Teitur Samuelsen stjóri í P/F Eystur- og Sandoyartunlar [...] borgarstjóri á Sandi flytur fram røðu Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu flytur fram røðu Sunniva í Stovuni, varaborgarstjóri í Skálavíkar Kommunu flytur fram røðu Gerhard Lognberg klippir snórin
at KÍ vann fleiri flottar sigrar og spældi seg í bólkaspælið í Conference League, har liðið eisini avrikaði væl. Árbókin "Føroyskur Fótbóltur 2023", ið Sosialurin hevur givið út, tekur saman um óvanliga [...] Mansliðið hjá KÍ skapti í ár avrik, sum einki annað føroyskt fótbóltslið áður hevur gjørt. Eitt var, at KÍ vann FM-heitið triðja árið á rað, men í Europa var KÍ stóra søgan um alt Europa. Orsøkin var, [...] greinum, myndum, hagtølum og greiningum. Eisini verða avrikini hjá hinum føroysku feløgunum umrødd í bókini. Bókin er 200 síður og fæst til sølu kring landið. ##med2##
Í kvøld tóku Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel tóku í kvøld móti Hannover-Burgdorf í Wunderino-høllini í Kiel. Talan var um dyst í bundesliguni, og seinasta dystin hjá Kiel í 2023 [...] 2023. Tað gekk framúr væl hjá Kiel, ið vann stórsigur 34-20. Í steðginum var Kiel á odda 14-8. Tað lá væl fyri hjá Eliasi, ið saman við svenska leikaranum, Karl Erik Edvin Wallinius gjørdist toppskjútti hjá
men Føroyar og Ísland skrivaðu í 2022 undir ein rammusáttmála, sum skipar fiskiveiðisamstarvið millum londini av nýggjum. Við nýggja sáttmálanum, sum kom í gildi í 2023, eru samráðingarnar landanna millum [...] fundinum í Reykjavík. Samskift hevur verið millum partarnar, og varð semja fyri 2024 gjørd á talgildum fundi 20. desember. Hóast tillagingar í samráðingarformi og í avtaluteksti er avtalan fyri 2024 í innihaldi [...] innihaldi tann sama sum avtalan fyri 2023. Føroysk skip kunnu eins og árini frammanundan fiska botnfisk og uppsjóvarfisk í íslendskum sjógvi og íslendsk skip uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi. Avtalan ásetir