Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin vunnu seinasta dystin í hesum kalendaraárinum.
Í kvøld tók Füchse Berlin móti Leipzig á heimavølli. Dysturin endaði við greiðum 37-28 sigri til Füchse Berlin, ið var á odda 18-9 í steðginum.
Hákun skoraði tvey mál upp á tveir málmøguleikar.
Füchse Berlin er saman við Magdeburg fremst í týsku bundesliguni. Liðini hava 32 stig hvør, men Magdeburg hevur betri málmun og er tí oddalið.
Füchse Berlin spælir dyst aftur í bundesliguni 8. februar tá teir á heimavølli taka ímóti Flensburg, ið er liðið hjá havnarmanninum á danska landsliðnum, Jóhan á Plógv Hansen.
Hákun verður tó á vøllinum í Berlin í januar, men tað verður í føroyska landsliðsbúnanum.