Manchester City er á fyrsta sinni heimsmeistari fyri felagslið.
Tað gjørdist veruleiki fyrr í kvøld, tá City í HM-finaluni í Jaddah í Saudiarabia vann stórsigur 4-0 á brasilska liðnum, Fluminense í finaluni.
Julián Álvarez legði City á odda í fyrsta minuttinum av dystinum. Tá 27 minuttir vóru farnir økti City til 2-0, tá liðskiparin hjá Fluminense, Nino gjørdi sjálvmál.
Phil Foden økti til 3-0 tá 72 minuttir vóru leiktir av dystinum, og tá 88 minuttir vóru leiktir staðfesti Julián Álvarez sigurin.
Hetta er fjórða heiti City vinnur í 2023. Fyrr í ár vunnu teir Premier League, FA Cup steypakappingina og Champions League.
Al Ahly úr Egyptalandi vann bronsudystin móti Urawa Reds úr Japan. Talan gjørdist um ein málríkan dyst, ið Al Ahly vann 4-2.











