Árbók: Gylt HB løta á Tórsvølli

Finalan í kappingini um Løgmanssteypið var sera spennandi, og neyðugt var við brotsspørkum

Finalan í kappingini um Løgmanssteypið var ein av teimum heilt dramatisku í ár.

 

HB og B68 spældu finalu, og tað gjørdist sera spennandi. HB skapti nógvar kjansir í fyrra hálvleiki, men megnaði ikki at skora, og sum dysturin leið javnaðist gongdin í dystinum.

 

Eftir umdyst var framvegis javnt, og so skuldi alt avgerast við brotsspørkum. Ta kappingina vann HB, tí B68 brendi eitt brotsspark.

 

Sigurin í steypakappingini bjargaði árinum hjá HB, sum hevði havt misjavnt ár í landskappingini og endaði sum nummar 4. .

 

Árbókin "Føroyskur Fótbóltur 2023", ið Sosialurin hevur givið út, tekur saman um steypakappingina og sigurin hjá HB. Tað verður gjørt við greinum, myndum, hagtølum og greiningum.

 

Bókin er 200 síður og fæst til sølu kring landið.

 

##med2##