VIDEO: Síggj ótrúligt mál hjá Eliasi

(Video) Her er samandrátturin frá dystinum THW Kiel-Hannover Burgdorf 34-20 (14-8)

Tað gekk framúr væl hjá THW Kiel í seinasta dystinum í bundesliguni í 2023. Kiel vann stórsigur 34-20 á Hannover Burgdorf á heimavølli. Í steðginum var Kiel á odda 14-8.

 

Tað lá væl fyri hjá Eliasi, ið saman við svenska leikaranum, Karl Erik Edvin Wallinius gjørdist toppskjútti hjá Kiel. Elias og Wallinius skutu seks mál hvør.

 

Kiel hevur á fjórða plássinum 26 stig fyri 18 dystir. Fremst eru Magdeburg og liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin við 30 stigum hvør.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt. Við 2:31 minuttir sæst eitt ótrúligt mál hjá Eliasi, har hann fyrst snúrar runt og við rygginum móti málinum sendir bóltin í málið. "Spektakulert" mál staðfestir týski frásøgumaðurin:

 

##med2##