Innflutningsvirðið minkað við 484 milliónum krónum

Innflutningsvirðið, uttan skip og flogfør, minkað við 484 milliónum krónum

 

Tað skrivar Hagstova Føroyar.

 

Fyrstu tíggju mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 10,1 milliard krónur. Hetta er 4 prosent minni enn sama tíðarskeið í fjør.

 

Innflutningurin fyri fyrstu tíggju mánaðirnar av 2023 er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 10,1 milliard krónur. Hetta er fýra prosent minni enn sama tíðarskeið í 2022. Størstu íkastini til minkingina koma frá minkandi innflutningsvirði av brennievni og bólkinum "maskinur og onnur útgerð". 

 

Oljuprísurin er lægri nú enn fyri einum ári síðani, hóast prísurin á gassolju er eitt vet hægri nú enn í summar. Innflutningsvirðið av brennievni var 1.589,6 milliónir krónur fyrstu tíggju mánaðirnar av 2023. Hetta er 461,8 milliónir krónur, ella 22,5 prosent, lægri enn sama tíðarskeið í 2022.

 

Størsti vøksturin er í bólkinum "rávøra til fiskavirking" (fyri tað mesta feskur fiskur og ídnaðarfiskur). Har er innflutt fyri 150,5 milliónir krónur meira, sum er 23,9 prosent vøkstur.

 

Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av tilfari til hav- og landbúnaðin (fyri tað mesta alifóður). Innflutningsvirðið er vaksið 159,3 milliónir krónur, ella 23,3 prosent.

 

##med2##

 

Vís fleiri grafar