róligur og sera tolin maður, sum sjáldan skeldaði ella rópti. Hann var stuttligur, og vit flentu mangan eftir honum, tá hann skemtaðist, fortaldi vittigheitir, ella hermdi eftir onkrum, sum hann dugdi so væl [...] kundi tað henda fyri okkum? Man væntar ongantíð, at sovorðið rakar ein sjálvan, bert nábúgvan. Hesa ferð vóru vit nábúgvin. Sjálvt um pabba ongantíð bleiv funnin, og ongantíð kom heimaftur til okkum, so [...] ræðslusligin og uttan at kunna gera nakað annað enn at bíða, til vit fingu nærri boð, um hann var funnin ella ikki. Hesar dagarnar standa fram í minni mínum, sum tann ræðuligasta tíðin eg nakrantíð havi upplivað
við. Tað gekk næstan ikki vika, at tit, Jóan Jakku og tú, ikki vaskaðu, bakaðu ella góvu eina hjálpandi hond við einum ella øðrum. Tú bleiv glað og rørd, tá tú, fult uppiborið, gjørdist heiðurslimur í Havnar [...] øllum valdar, styrkja og hjálpa tær og øllum okkum, sum stóðu gummu nær, gjøgnum hesa sváru tíð. Til gummu Góða gumma, á ferð skalt tú burtur har ongantíð nátt er, har ei følna urtir. Tú fjálgaði altíð, tá [...] ikki tær hugnaligu løturnar yviri hjá gummu og Jóan Jakku; tað var sum at koma í føðingardag hvørja ferð. Gumma, tú elskaði okkum, og vit teg! Tú var altíð í okkara parti, eisini tá vit ikki vóru børn longur
enn eina øld hava fólk havt eina støðu til Dimmalætting. Hon var blaðið, sum fólk antin ”elskaðu” ella sum sum tey ”elskaðu at hata”. Tó ikki meira, enn at hetta skiftið eisini hjá hesum seinnu er ein [...] kunngerðirnar ikki góvu pengar, hjálpti hetta til at styrkja støðuna hjá blaðnum millum lesararnar. Hesa støðu hevði blaðið í meira enn 100 ár, tá ið vit fingu alment lýsingarblað. Hetta førdi eisini [...] hvørt annað út.” Hetta er kanska nakað nógv tikið til, men tónin millum bløðini var sera skarpur. Um hesa tíðina fingu vit eisini floksbýtið, og hvørt av bløðunum fóru í sín part. Andrass Samuelsen, formaður
okkum, tí tað hevur tú verið so ofta fyrr, og er komin aftur hvørja ferð. Hví skuldi tað farið at verið øðrvísi hesaferð? Men hesaferð vann deyðin, ikki á lívsgleðini, men á likaminum. Nú tú ert farin, [...] hevur mist, og stóð í neyð, tókst tú tær av børnunum, og hevur uppfostra tey sum tíni egnu í stytri ella longri tíð. At tú hevur havt tað bæði ringt og samstundis gott sást væl á tínum atburði. Tað var líka [...] harímillum kreftina. Tað stendur okkum púra klárt, at tað er júst lívsgleðin sum helt lívið í tær. Men hesaferð var lívsgleðin ikki nokk. Vit frættu at tú vart farin suður á sjúkrahúsið, og at tað ikki stóð væl
hann var so ivrigur, so kann eg siga, at hann hevði lindi til at gerast fyrri ella fremri enn eg. Vit blivu pápar fyrstu ferð sama summar, í 2000. Men sjálvandi var hann fyrri. Ragnheiður var fødd í Juni [...] oddamaður fyri ‘Duran Duran-bólkin’ í okkara flokki, meðan Tummas var oddamaður fyri Wham-bólkin, ella var tað Modern Talking? Eg haldi, at longu her sást, at Torkil var meira til rock-tónleik enn til [...] reindyrkaða popp-tónleikin. Ikki nógv seinni hevði hann eina T-shirt, har tað stóð “Death Before Disco” á. Hesa T-shirt var hann sera glaður fyri, og eg helt hana eisini vera sera kula. Um hetta mundi vóru vit
um mín besta vinmann Jógvan Norðbúð við teimum orðum, eg segði við hann hvørja ferð, eg vitjaði hann heima við hús ella á hospitalinum. Vit síggjast! Oddur. [...] tann Harri, sum Jógvan hevði bygt sítt álit á, vildi tað annarleiðis. Jógvan og eg møttust fyrstu ferð á einari ungdómslegu í 1969 vesturi á Zarepta. Vit komu at búgva á sama kamari, og tað vísti seg, [...] undirstjóvartunnilin til Klaksvíkar. Eitt sum Ása, Brynhild, Beinta og eg kunnu gleðast um, er, at vit hesa seinastu sera tungu tíðina, fingu loyvi at verða Jógvani so nær og kundu stuðla okkara kæru vinfólkum
at vænta nakað ístaðin. Vóru ætt ella vinir í trupulleikum vart tú skjótur at hjálpa. Gávumildur sum fáur. Tolnari sjúkling, við so mongum plágum íð tú hevði hesa seinastu tíðina, skal ein leita leingi [...] álvara ígjøgnum nógvar svárar royndir og stillisliga tillaga teg hesa støðu og ikki kravdi tú tað nógva av lívinum, hvørki sjúkur ella frískur. Tosaði við teg á Skype tá tú lá á Ríkissjúkrahúsinum við [...] januar 2006 og var tað einsligt hjá tær tá hon var farin. Synirnir Torstein og Uni hava verið við tær á ferð í báti o.a. og kenna tí til ymisk viðurskifti á sjógvi og landi íð tú hevur sagt teimum frá og lagt
tí vit vildu ikki vera í Miðvági, vildu bara sleppa aftur til Sørvágs. Eg minnist so væl hesa tíðina; hvørja ferð, mamma ikki var í nánd, og vit høvdu møguleikan, tumlaðu vit onkran bil og vóru á veg til [...] Góða omma. Tung vóru boðini tann morgunin, mamma ringdi og segði mær, at tú nú fyri seinastu ferð hevði latið eyguni aftur. Hóast eg visti, hvønn veg tað bar, er tað ringt. Ein kann fyrireika seg rættiliga [...] hvar hon skuldi leita, tí vit vóru jú úti hjá tær omma, har vit antin sótu og ótu tínar pannukøkur ella tínar heimabakaðu køkur, sum vit elskaðu. Eg minnist eisini, at systir mín og eg altíð skuldu út til
varð fullkomið frælsi, og tey kundu ferðast, sum tey vildu. Hetta var aftur ein stór broyting, men hesa ferð til tað betra. Tá kom familjan eisini til Føroyar á vitjan, eins og Dieter saman við síni familju [...] skipanina kann nevnast, at tey sum fóru til DDR sum turistar kundu enntá ikki hava eina Dimmalætting ella onnur bløð við sær. Fólkið í DDR skuldi verjast móti eini og hvørji »skaðiligari« kunning um viðurskiftini [...] hann var vanur við. Dieter kom tískil at vera bryggimeistari á Restorffs í mong ár fram til 1990. Um hesa tíðina kom hann at hitta Elspu á Borg á Argjum og dóttir hennara Silju. Elspa og Dieter giftust og
farin. Eg var lítil piltur, tá Jonna og Líggjas komu saman fyrstuferð, og minnist eg sera væl, fyrstu ferð hann trein dyrnar á Liðanum, sjálvur var hann ein tannáringur!- Vit dreingir smíðaðu kassabil í túninum [...] ikki var løtan long, so var hann mitt í millum okkum dreingir við sínari hjálpandi hond, at loysa hesa fyri okkum smádreingir sera torføru uppgávu. Líggjas og bróðurin Egil gjørdu eisini ein lastbil í [...] alt hansara lív. Handverkari var hann sum fáur, ofta vórðu boð eftir honum, um okkurt skuldi gerast ella vegleiðing kravdist. Tað kom ikki fyri hann gav noktandi svar, og eru vit nógv sum hava notið gott