kelda til Oyndarfjarða søgu, sum varð skrivað av systirdótrini, Freydis Poulsen. Onkuntíð høvdu vit eisini tosað saman í samband við tilfar í FF-blaðnum. Hetta skapti so ein áhuga at fara til Oyndarfjarðar [...] tímar. Tað var eitt heilt ótrúligt minni, sum hann hevði. Serliga greiddi hann frá sínum lívi til sjós. Hann fór til skips í 1921, og hann kundi rokna upp allar menninar, sum vóru við fyrsta túrin. Hetta var [...] komin so langt upp í aldri kann ikki roknast við meira enn einum degi í senn. Hinvegin var Andreas til tað síðsta eins klárur og skilagóður sum altíð. Vit báðir komu ikki at kennast persónliga fyrr enn
Foreldrini vóru Maria og Alfred Petersen, trúboðari. Hann var av Tvøroyri og kom til Klaksvíkar sum trúboðari í 1919. Í 1921 giftist hann við Mariu fødd Nattestad og ættað úr Hvalba. Maria og Alfred búðu á V [...] Petersen. Tað var skjótt eftir, at Karolina var komin til Hvalvíkar, at tey fóru undir miðvísa slóðbrótandi arbeiðið at skapa útbúgvingartilboð til tey, sum ikki kláraðu seg sjálvi. Karolina gekk á odda [...] ikki borið til, um hon ikki varð stuðlað av manninum. Umframt samvitskufult, stillisliga og fyrikomandi at røkja prestakallið, so var Petur í mong ár óløntur lærari við Áir. Áðrenn farið varð til Áirnar við
orsøk til, at familjan norðanfjørðs varðveitti sambandið suður. Hon hevði serligan tokka til og innlit í náttúruna, og tað var serliga førningurin, sum Svenning hevði við frá henni, ið var orsøk til, at [...] verið lærari í høvuðsstaðnum. Fram til 1961 arbeiddi hann í Færøernes Mellem- og Realskole, sum hann nevndist, og so var Svenning á Føroya Studentaskúla, har hann fram til 1974 undirvísti í realdeildini. [...] at Svenning fekk so stóran áhuga fyri og alsk og tokka til náttúruna. Svenning tók realprógv í Vági í 1952. Áðrenn hann fór á læraraskúla, royndi hann skipslívið. Í 1958 leyk hann prógv á Føroya Læraraskúla
søkt av týskarum. Annar Maria Skaar flytir saman við manni sínum, sum førdi fraktskip til USA, vesturum hav til USA, til New York, har hon búsettist. Tey fingu sonin Per Einar, sum í dag er umleið 61 ára [...] Emma, sum jú giftist Hans Peturi, doyði fyri tveimum árum síðani. Oluffa og børn hennara hava verið og vitjað Emmu yvir í Norra, og har hava tey eisini hitt Per Einar, sum er einabarn. Til Føroya Per Einar [...] Jacobsen var bestimaður á Florentz hjá Mortan í Hvannasundi. Teir fóru í januar mánað í 1920 úr Norra til Føroya við nýggju Florentz, men tá brast illveður á. Teir mistu øll seglini uttan stórseglini. Skaða
okkum, so er plássið opið fyri tær”. Tá vóru klæðir og alt gjørt í stand til mín at fara niður til Danmarkar. Vit fóru so niðan til okkum, tí Hanus helt, at hann mátti spyrja pápa, um eg kundi sleppa við [...] segðist at vera settur fastur, tá ið hann kom niður aftur til Danmarkar. Tá ið Dánjal hevði mist sjónina fór hann ikki aftur í skúla. Hann gekk til eldri fólk í bygdini, sum lósu fyri honum. Hann mátti læra [...] umborð var einkult, so væl bar til at finna útav øllum umborð. Hvørt leygarkvøld gav kokkurin okkum sjey pund av keks, ein pakka av margarin og fimm fjeringpund av rásukri til mannin. Døgurði, nátturði
knappliga 87 ár og tað er ikki so galið. Hon kom dramatiskt til heimin. Longu í móðurlívið trokaðist hon við tvíburðasystrina Mallu, sum seinni giftist í Skálabotn og tær kíndu hvørjari aðrari sum tari í sjónum [...] setti læknan av á Hellunum ein óveðursdag tykist løgið, men soleiðis var. Elsta systurin Anna, sum giftist til Skopunar, mintist hetta væl og hetta fortaldi hon áðrenn hon doyði. Malla slapp heilskapað í heim [...] Eiðislæknin sendi hana niður til Herlev sum smágentu. Men tað hjálpti so púrasta einki. Hon var stór smágenta, tá ið hon kom heim aftur, eg minnist tað væl og mamma tók hana aftur til sín, akkurát sum hon var
í tey í 1957. Eitt skifti í 1959 fóru tey sum mangir aðrir ungir føroyingar til Íslands at arbeiða. Í tíðarskeiðinum 1963 til 1981 var Petur Pauli tó heimamaður burturav, har hann arbeiddi sum formaður [...] verður kendur skálamaður Petur Pauli Mikkelsen, 80 ár. Petur Pauli er annars ættaður úr Gøtu, men kom til Skálar sum 2 ára gamal saman við foreldrum og eldru systkjum sínum. Foreldrini vóru Hansina Mikkelsen [...] tá hann doyði einans 65 ára gamal í 1998. Petur Pauli fór, sum mangir føroyingar, sum heilt ungur til skips. Sum 15 ára gamal fór hann sín fyrsta túr við sluppini Grundick, førd av Debesi Christiansen
lastbil og var vikarur, og í 1984 leyk hann prógv sum lærari á Føroya Læraraskúla. Frá 1984 og fram til 1997 var hann lærari í Skúlanum við Ósánna burtursæð frá skúlaárinum 1992-93, tá ið hann var á ársskeiði [...] hesum feløgunum, og í summar settu tey bæði felagið Kjølur sett á stovn. Hetta felagið, sum heldur til í somu hølum sum Kjølbro heilsølan, tekur sær av at veita vinnuni tænastur – eitt nú kendu Mustad húkarnar [...] í 1984 varð Jákup valdur í Klaksvíkar býráð sum umboð fyri Fólkaflokkin. Hann sat í býráðnum fram til valið í 1992, tá ið hann ikki stillaði uppaftur. Í 2004 varð Jákup aftur valdur í býráðið, og síðani
deyv frá føðingini av. Zacharias lærdi til rørleggjara. Fyrst arbeiddi hann hjá pápa sínum, sum eitt nú fekst við at leggja miðstøðuhita, og síðani fór hann til Havnar, har hann gjørdi læruna lidna í 1956 [...] sum verða nógv nýtt. Tað, sum Zacharias hevur yrkt, er eyðkent av alski til móðurmálið, skaldskaparligum hegni og stórum kærleika til boðskapin, sum altíð er tað berandi í tí, sum er sett saman. Góðu sangrøddina [...] leitaðu sær. Hann fór á skúlan í 1958, og eftir at hann hevði verið har í trý ár, flutti hann aftur til Føroya. Her hevur hann síðani verið í fulltíðar tænastu sum trúboðari. Hann verður mettur at vera stinnur
fyrstu ferð vóru til skips, áttu í Hans altíð ein góðan vegleiðara og vin. Eisini eftir at hann hevði verið uppá skúla og sigldi sum bestimaður og hendinga ferð var skipari. Í 1956 giftist Hans við Ingu Mariu [...] árla vit Guði lova". Vakri sálmurin, sum A.C. Evensen týddi úr norskum og H.J. Højgaard gjørdi lag til, fyllir Fríðrikskirkjuna á Toftum henda kavaklædda mikudag í februar. "Á morgni árla vit Guði lova [...] náa meðan hann er heima millum túrarnar. Ein sólstrála sær varisliga innar í kór. Og sníkir seg yvir til kistuna, sum glóvar so vakurt. Hugsi, tað var løgið at Hans Mikkelsen, sum var so arbeiðssamur og fullur