Tá ið ein er komin so langt upp í aldri kann ikki roknast við meira enn einum degi í senn. Hinvegin var Andreas til tað síðsta eins klárur og skilagóður sum altíð.
Vit báðir komu ikki at kennast persónliga fyrr enn Andreas var 99 ára gamal. Men eg hevði hoyrt um hann sum ein framúr skilamann. Fyrst og fremst var hetta frá læknanum í Gøtu, svenskaranum Gunnar Bjørkmann, sum var sera hugtikin av Andreasi. Hann segði, at Andreas var ein av teimum mest spennandi persónum, hann hevði hitt.
Eisini var Andreas ein týdningarmikil kelda til Oyndarfjarða søgu, sum varð skrivað av systirdótrini, Freydis Poulsen. Onkuntíð høvdu vit eisini tosað saman í samband við tilfar í FF-blaðnum.
Hetta skapti so ein áhuga at fara til Oyndarfjarðar at fáa Andreas at greiða frá sínum lívi, so hetta kundi fáast á prent, áðrenn tað var ov seint.
Hetta var eitt hugtakandi upplivilsi. Andreas tosaði í fyrsta umfari upp á band stórt sæð uttan slit í tríggjar tímar. Tað var eitt heilt ótrúligt minni, sum hann hevði. Serliga greiddi hann frá sínum lívi til sjós. Hann fór til skips í 1921, og hann kundi rokna upp allar menninar, sum vóru við fyrsta túrin. Hetta var í deyðsiglaratíðini, tá einki var sum æt motorur ella telefonsamband, og tá ið vandin fyri als ikki at koma aftur var óhugnaliga stórur. Andreas mintist øll tey feigdarillveður, sum kostaðu so mongum fiskimonnum lívið.
Andreas kom so at uppliva alla menning í fiskiskapinum, og hann náddi eisini at uppliva línubátatíðina fyrst í 60-unum, sum tá var tað mest framkomna, sum kundi hugsast. Hann fór seinni at rógva út, gjørdist landformaður hjá útróðrarbáti og slepti ikki fiskiskapinum fyrr enn hann gekk á 85. ári. Hann hevur tískil verið við í fiskiskapi í heili 70 ár.
Hansara frásøgn varð fyrst prentað i fimm pørtum í FF-blaðnum. Tá blaðið varð steðgað, komu teir seinastu tríggir partarnir í Miðvikuni í Sosialinum.
Hetta gjørdist ein framúr frásøgn um lívið hjá einum vanligum fiskimanni á sjógvi og landi. Andreas var sera fegin um, at henda hansara søga kom uppá prent. Tað eru hansara lesarar eisini. Ikki minst var hetta gevandi fyri meg sjálvan. Tað var eisini stuttligt hjá Andreas at hitta altjóða kenda fiskivinnufrøðingin Menakhem Ben-Yami í 2006.
Tað ber framvegis til at lesa fyrstu fimm partar av frásøgnini hjá Andreas á heimasíðuni:
www.fiskimannafelag.fo
Farast skal inn á gomlu heimasíðuna, bløðini 375-379.
Hetta okkara samskifti gjørdi, at vit blivu vinir. Havi vitjað hann seinni, tá høvið var til tess. Seinast fyri tveimum mánaðum síðani. Tá var hann tann sami gløggi og blíði Andreas. Hann hevði tá vitjan av einum meira enn 90 ára gomlum systkinabarni úr Elduvík. Tað var ikki smávegis teir kundu práta um gamlar dagar.
Pápi Andreas var Mikkjal Andreassen, sum var av Hellunum. Hann misti mammuna sum smádrongur og kom í Tarti at vaksa upp hjá gummu síni. Mamman var Katrina Anthoniussen úr Ansastovu í Oyndarfirði. Gjøgnum hana var Andrias systkinabarn Harald Anthoniussen, hvørs fiskimannasøga eisini hevur verið í Miðvikuni.
Tey vóru ikki færri enn 12 systkin í Tarti. Andreas giftist í 1944 við Malfryd Joensen av Eiði f. 1921. Tey fingu børnini Bjarnhild, Amy, John Erling, sum doyði í 1994, Sigtór og Hallur.
Tey, sum kendu Andreas, geva honum øll besta ummæli. Teir sum vóru saman við honum til skips siga hann at vera ein framúr fittan og raskan skipsfelaga.
Hann fylgdi væl við í samfelagsviðurskiftum og hevði stóran áhuga fyri politikki. Tað var alment kent, at hann var íðin tjóðveldismaður. Tað setti eisini dám á hansara 100 ára føðingardag, at tingmanningin hjá flokkinum kom í føðingardag.
Men vit báðir komu ongantíð inn á politikk. Hevur helst ánað, at vit á tí økinum ikki drógu eina línu!
Tað var stuttligt og gevandi at kenna Andreas. Hann er ein, sum eg komi at minnast við takksemi.
ó.