Zacharias Zachariassen 70 ár

Í dag, leygardagin 6. august, verður Zacharias Zachariassen í Norðragøtu 70 ár.

Hann hevur í meiri enn fjøruti ár verið trúboðari innan brøðrasamkomurnar í Føroyum, og føðingardagurin verður hildin í Filadelfia í Gøtu, har øll eru væl komin.
Zacharias er gøtumaður, ættaður úr Mortansstovu í Norðragøtu. Foreldrini vóru Annulena, sum var fødd Tausen og ættað úr Heiðunum, og Jákup Zachariassen. Tey fingu sjey børn. Zacharias er elstur, og hini eru Hermund, sum býr á Argjum, Marni, sum býr í Vejle, tvíburðarnir Hallbjørg og Arnbjørg, sum búgva ávikavíst í Århus og Fredericia, Flóvin, sum býr í Norðragøtu og Jan, sum býr í Ungarn, har hann arbeiðir á bíbliuskúla, sum serliga er ætlaður deyvum.
Merkisvert var tað, at øll børnini hjá Annulenu og Jákupi Zachariassen uttan Zacharias og Flóvin vóru deyv frá føðingini av.
Zacharias lærdi til rørleggjara. Fyrst arbeiddi hann hjá pápa sínum, sum eitt nú fekst við at leggja miðstøðuhita, og síðani fór hann til Havnar, har hann gjørdi læruna lidna í 1956.
Zacharias var tann fyrsti, sum fór á Moorland bíbliuskúlan í Onglandi, har fleiri føroyingar seinni leitaðu sær. Hann fór á skúlan í 1958, og eftir at hann hevði verið har í trý ár, flutti hann aftur til Føroya. Her hevur hann síðani verið í fulltíðar tænastu sum trúboðari. Hann verður mettur at vera stinnur í skriftunum, góður talari og at hava stórt hjartað fyri tí einstaka. Tað hevur ofta verið tikið til, at Zacharias var fyrsti trúboðarin í nýggja ættarliðnum, eftir at Victor Danielsen og seinni Andrew Sloan løgdu frá sær.
Føðingardagsbarnið er friðarligur, fyrikomandi og fjøltáttaður maður, sum í so mong ár hevur og framvegis ferðast kring oyggjarnar og uttanlands, og sum samstundis hevur útinnt risastórt skrivligt avrik. Hann man hava vitjað í flestu um ikki øllum bygdunum, og hann eigur heilt nógvar vinir.
Tey fyrru árini var Zacharias nógv uppi í barnaarbeiði, og ofta ferðaðist hann saman við vinmonnum, sum hann hevði lært at kenna, meðan hann var í Onglandi.
Zacharias hevur góðar gávur at yrkja, og eitt nú saman við vinmanninum Jens Guttesen, sála, hevur hann givið føroyingum nógvar sangir og kór, sum verða nógv nýtt. Tað, sum Zacharias hevur yrkt, er eyðkent av alski til móðurmálið, skaldskaparligum hegni og stórum kærleika til boðskapin, sum altíð er tað berandi í tí, sum er sett saman.
Góðu sangrøddina hevur hann nýtt í somu tænastuni. Fyri umleið 45 árum síðani varð fyrsta plátan útgivin, og eisini nýggjari útgávur eru framvegis at hoyra.
Vinmaðurin frá árunum í Onglandi, Brynleif Hansen, sum var ættaður úr Fuglafirði, var undangongumaður, tá ið Zarepta í Vatnsoyrum varð tikið í nýtslu í 1967. Zacharias stuðlaði honum væl, og hann er framvegis uppií tí arbeiðnum. Hansara serliga ábyrgd eru bíbliuskeiðini, sum eru seinna partin av august. Zacharias fór saman við øðrum undir hesi skeið fyrrapartin av seksti árunum. Fyrstu árini vóru hildin kring landið, men síðani Zarepta kom, hava tey verið har vesturi.
Síðst í seksti árunum fór Zacharias saman við Brynleifi Hansen og Páll Poulsen undir at geva Røddina út. Talan var um tíðarrit við kristiligum innihaldi. Seinni varð heitið broytt til Leirkerið, sum Zacharias framvegis er blaðstjóri á. Umframt at geva tíðarritið út, er Leirkerið eisini bókaforlag, sum Zacharias hevur saman við bróðrinum Flóvini. Teir hava báðir skaldskaparligt hegni og eru góðir málmenn. Forlagið hevur givið eina ørgrynnu av bókum og bóklingum og heftum út, og teir báðir hava hjá so mongum røkt uppgávuna, sum tað verður roknað við verður útinnt av forløgum, men sum tað hava verið og eru so fá av her á klettunum, tá ið almennu forløgini eru undantikin.
Sjálvur hevur Zacharias skrivað fleiri bøkur. Størsta takið mundi vera Bíblian á føroyskum í hálva øld, sum er 455 síður stórt bókaverk um bíbliutýðingina hjá Victori Danielsen.
Zacharias giftist fyri gott og væl 25 árum síðani við Lis, sum er ættað úr Klaksvík Foreldur hennara eru Petrina og Arni Ziskasen. Lis og Zacharias eiga synirnar Arna og Pætur, sum búgva hjá foreldrunum í Mortansstovu. Í fyrru giftuni átti Zacharias tríggjar synir - Dánjal, Jákup og Jógvan. Teir búgva allir í høvuðsstaðnum. JH