dag, og har ásannaði Rósa Samuelsen, at myndugleikarnir hava forsømt sína skyldu í nógv ár. Kynsligur ágangur eigur ikki at góðtakast, og tað er heldur ikki ílagi, at myndugleikarnir hava gjørt so lítið [...] hon. - Tað mugu vit, sum almennur myndugleikar biðja um umbering fyri, tí tað er okkara skylda at tryggja, at hesi fólkini fáa eitt virðiligt lív, segði Rósa Samuelsen. [...] Føroyskir myndugleikar eiga at biðja øll tey, sum eru offur fyri kynsligum ágangi í Føroyum, um umbering. Tað heldur Rósa Samuelsen, tingkvinna og talskvinna fyri Sambandsflokkin í hesum máli. Løgtingið
við Sosialin, sigur, at eingin ortopediskur skurðlækni er eftir í Føroyum. Hann sigur, at hann sjálvur er ortopedskurðlækni í føstum starvi á Klaksvíkar sjúkrahúsi, og at tey hava úr at gera har norðuri. [...] eisini verið á skaðastovuni hesa vikuna, skrivar Jákup Petersen. Hann sigur víðari, at talið av sjúklingum, ið velja at fáa viðgerð á Klaksvíkar sjúkrahúsi er vaksið munandi, síðani Norðoyatunnilin opnaði
bórust sunnudagin, at Edmund Joensen, fyrrverandi løgmaður fyri Sambandsflokkin, hevur avgjørt at stilla upp til komandi val, varð tað av mongum tulka sum ein roynd hjá flokkinum at vinna teir veljarar [...] fyrrverandi fólkatingsmannin til síðsta fólkatingsval. Ein atkvøða fer tó helst at resta í, tí frammanundan var longu greitt, at eitt av teimum trimum valevnunum hjá ungmannafelagnum hjá Sambandsflokkinum [...] Falkenberg, ið er abbadóttur Edmund Joensen. Á sínum vangamynd á Facebook ásannar Edmund Joensen eisini, at hetta verður eitt serligt val. - Valstríðið til løgtingsvalið hesaferð er heilt serligt, nú abbadóttirin
er so tíðin búgvin til at ríka føroyingar og gestirnar við Múrin við tónleiki í heimsklassa. Á konsertini í Kirkjubø fer Jógvan at syngja egin løg, men hann lovar samstundis at tríva í kenda lagið ”Best [...] skriva fyriskipararnir. - Tá eg bleiv biðin um at spæla við Múrin, ivaðist eg ikki. Eg haldi, at tiltakið hóskar væl til mín tónleikastíl, og eg gleði meg at standa á stóra pallinum í Kirkjubø, sigur Jógvan
vóru tilboðini uppá at byggja nýggja Nólsoyarferju latin upp, og nú fer Strandferðslan at kanna tilboðini, sum eru komin inn. Men longu áðrenn tilboðini eru kannað, er kortini greitt, at nýggja ferjan er [...] dýrari enn tað, løgtingið hevur sett av til endamálið, og tað, sum Strandferðslan hevði mett, at hon fór at kosta, ásannar stjórin í Strandferðsluni, Hilmar Eliasen. Nýggja Nólsoyar-fergan skal taka 10 [...] 10 til 12 persónbilar ella tveir tveir lastbilar og fimm persónbilar, og um summarið fer honn at taka 170 ferðafólk og um veturin 90. Trýst á pílin undir myndini og hoyr hann greiða frá, hví ongin orsøk
eitt øðrvísi tiltak á gongugøtuni í Havn, tá fari verður undir at byggja eitt fyribils listaverk í økinum aftanfyri Eik banka. Ætlanin er, at verkið skal byggjast av sjálvbodnum persónum, og verður tað bygt [...] bygt úr plattum og plasttunnum. Verkið skal kunna nýtast til at klatra, sita ella liggja á, og skal eggja til nýggjar mátar at nýta og uppliva miðbýin. Tað er Tórshavnar kommuna, ið saman við trimum útisetum [...] Marita Svartá og Hans Óli Højgaard, ið standa fyri verkætlanina. Endamálið við verkinum er at inspirera gomul sum ung, at knýta nýggj og sterkari bond til teirra bý og lokaløki.
vil gjarna keypa spælarar, sum eru vanir við at vinna heiti. Um Karim Benzema skrivar undir ein sáttmála við Manchester United, so er lítið at ivast í, at dagarnir hjá Robin van Persie, sum Manchester [...] spælarar høvuðsvenjarin hjá Manchester United, Louis van Gaal ætlar at keypa í summar. Sambært The Mirror ætlar Manchester United at ogna sær Sergio Ramos, Jasper Cillesen, Bastian Schweinsteiger og Karim [...] United spælari taldir. Um tað ikki eydnast at keypa Jasper Cillesen frá Ajax Amsterdam, so er Hugo Lloris hjá Tottenham næsti maður á ynskilistanum hjá Louis van Gaal.
23 oyggjarnar hava eitt veruligt ynskið um at sleppa til Føroya at kappast. Tað staðfestir ÍSF-forsetin, Petur Elias Petersen, sum samstundis staðfestir, at við góðum úrslitum í mansfótbólti, manshondbólti [...] tað ongantíð verið stuttligari at verða ÍSF-forseti enn nú. Petur Elias heldur, at umstøðurnar eru góðar á Jersey, men ikki betur enn í Føroyum. Petur Elias hevur vónir um, at Føroyar kunnu enda ´topp-3,
økinum, og mett verður at 1.200 fólk longu er bjargaði. BBC veit at siga, at tvey italsk skip og eitt norsk hernaðarskip, Siem Pilot, luttaka í bjargingarroyndini. ST metir, at bara í ár hava 264.500 [...] sjóverjan arbeiðir í kvøld av øllum alvi at bjarga 3.000 flóttafólkum, ið eru havsneyð uttanfyri afrikanska landið Libya. Italskir myndugleikar fóru til verka aftaná at tey hoyrdu SOS-neyðarkallini frá 18 førum
og tí kann tað als ikki góðtakast at grótið verður liggjandi útímóti vetri, soleiðis at siglingin í vetur verður darvað av hesum ávum. Vit sum búgva á oynni krevja at peningur verður funnin til hesa støðu [...] Nú SSL hevur gjørt vart við at nógvar avlýsingar verða í vetur á Sandoyarleiðini, er bráðneyðugt at finna pening til burturtøku av tí grótinum sum liggur í innsiglingini í Skopunar Havn. Teistin er okkara [...] sum oyggin er komin í. Eg heiti tí á landsstýrismannin í fíggjarmálum og fíggjarnevnd Løgtingsins, um at finna eina loysn umgangandi á hesum trupulleika. Brandur Sandoy, Løgtingslimur