Gøtumenn ætla sær víðari

Eftir 2-1 tap á útivølli móti lettiska Ventspils, eru vónirnar fyri víðari luttøku hjá gøtumonnum ikki heilt ongar

Fótbóltur

Hóskvøldið klokkan 18.30 tekur GÍ móti lettiska Ventspils á Svangaskarði. Talan er um dyst í UEFA-Cup kappingini, og hóast eysturevropisk lið sjáldan hava hóvað føroyskum feløgum serliga væl, so eru vónirnar hjá GÍ ikki heilt ongar.
Hóast trýst frá heimaliðnum, so komu GÍ úr Ventspils við teprum 2-1 tapi í viðførinum, og sum útgangsstøði er tað avgjørt ikki at forkasta. Serstakliga ikki, tí mál á útivølli eru so sera týðandi í evropiskum uppgerðum.

Gunnar sjúkur
Stóri spurningurin í Gøtu í løtuni er, hvussu verður við framherjanum, Gunnar Nielsen. Argentinski bóltsnilllingurin hevur verið sjúkur størsta partin av hesi vikuni, og enn er óvist, hvørt hann verður tøkur til dystin. Og skal GÍ standa seg, so er helst umráðandi, at sterkasta álopskortið kann vera við á vøllinum.
Hartil hevur Símun Louis Jacobsen eisini drigist við skaða, men roknað verður tó við, at hann er klárur at tørna til hóskvøldið.

Skulu standa rætt
Um uppskriftina til dystin, sigur liðskiparin hjá GÍ, Sámal Joensen, at hon neyvan verður so øgiliga nógv øðrvísi, enn hon vanliga er hjá føroyskum liðum í altjóða dysti.
- Tað ræður sjálvandi fyrst og fremst um at standa rætt, og soleiðis sleppa undan nøkrum óneyðugum mistøkum. Sum støðan er, so er nóg mikið hjá okkum at skora eina ferð, um vit samstundis megna at halda tætt. Og tí vóna vit sjálvandi, at vit kunnu skora upp á onkran av møguleikunum, sm heilt víst fara at koma.
- Hinvegin, so fer Ventspils neyvan at leggja so nógv fyri, sum teir gjørdu í heimadystinum. Hóast okkara útgangsstøði kundi verið verri, so eru teir framvegis á odda, tá dysturin byrjar, og tí vilja teir helst fyrst og fremst halda fast. So talan kann gerast um eina varna uppgerð, so leingi einki mál er komið, heldur Sámal.