Nú skal B68 sláa til, um felagið ætlar sær at sleppa undan niðurflyting til næstbestu deildina. B68 spælir sunnudagin á heimavølli ímóti VB/Sumba, sum liggur beint omanfyri niðurflytingarstrikuna, og toftamenn mugu vinna dystin.
VB/Sumba hevur 16 stig, meðan B68 hevur 11 og ÍF 10. Tí er suðuroyarliðið í nógv bestu støðuni undan seinastu dystunum, og VB/Sumba kann við einum sigri á Toftum sunnudagin so at siga tryggja sær lívið í bestu deildini.
Nú skal vinnast
Hjá B68 eru ikki nógvir kjansir eftir fyri at tryggja sær plássið í bestu deildini.
- Vit hava sjálvsagt roynt at fingið stig í teimum seinastu dystunum, men í bakhøvdinum hava vit kanska vita, at hesin dysturin fór at verða avgerandi. Nú kunnu vit einki annað gera uttan at vinna, sigur Bill M. Jacobsen, venjari hjá B68.
Hann hevur flestu av sínum spælarum tøkar til dystin. Kári Hansen fær ikki spælt vegna skaða, men roknað verður við, at Ralph van Dooren og Anderson, sum hava havt onkrar smærri snuddir, verða klárir. Harafturat verður arbeitt við at fáa Øssur Hansen heim til dystin, men í morgun var ikki vist, at tað fór at eydnast.
VB/S vil hava stig
VB/Sumba hevur fingið hampuliga góð úrslit, síðani teir skiftu venjara, og sigurin á útivølli ímóti KÍ munaði sera væl á stigatalvuni. Nú liggur VB/Sumba fimm stig frammanfyri næstaftasta liðið, og tí kann ein sigur veruliga tryggjað liðið í deildini.
- Vit hava allar spælararnar klárar, og vit skulu í minsta lagi hava eitt stig á Toftum, sigur Finn Johannesen, sum venur liðið saman við Bjarna Johansen.
Hagtølini fyri seinastu 10 árini geva onga greiða ábending um, hvør stendur seg betur. B68 hevur vunnið fýra ferðir, tað hevur VB/Sumba eisini gjørt, og einaferð er endað við javnleiki hesi árini.