Færri sengur geva betri rakstur

Tað eru ikki smávegis umleggingar sum standa tí Psykiatriska Deplinum á Landssjúkrahúsinum fyri í næstum. Spurningurin er um hesar umleggingar eisini fara at kosta størv.

Landssjúkrahúsið: Sambært einum uppskoti, sum nú er til hoyringar verða onkrar deildir lagdar saman, meðan aðrar mugu minka um seingjartalið.
Ein annar partur av uppskotinum er at samskipa vaktarskipanina millum fleiri av deildunum.
Endamálið við umleggingunum er at savna tær aktivu viðgerðardeildirnar við akuttfunktiónum fyri seg, og búdeildirnar við fastbúgvandi fyri seg.
Hetta verður gjørt við tí fyri eyga at fáa betri góðsku og kontinuitet fyri hesar bólkar av sjúklingum, og samstundis fáa ein meira rationellan rakstur av deildunum.

Til hoyringar
Sambært uppskotinum, er ætlanin í fyrsta lagi, at samla teir sjúklingar, sum eru fastbúgvandi á psykiatriska deplinum á deild 4, deild 5 og á deild 7.
Hetta fer at hava við sær, at sjúklingarnir frá deild 6 verða fluttir yvir á deild 4 og deild 7, og at deild 4 og deild 5 verða lagdar saman til eina deild undir somu leiðslu og vaktarskipan.
Í øðrum lagi er ætlanin, at virksemið á dagdeildini verður integrerað í eitt samlað dagtilboð, saman við ergo- og fysioterapi og klubbanum. Í hesum sambandi verður arbeitt við at endurskoða og samskipa tilboðið um psykiatriska rehabilitering til innlagdar og ambulantar sjúklingar.
Í triðja lagi skulu allir sjúklingar, sum ikki eru fastbúgvandi, framyvir bert verða innlagdir á deild 1, deild 2 og á deild 3. Seingjatalið á deild 2 verður sett niður til átta sjúklingar, og deildin er framvegis ætlað at verða afturlatin. Frammøtið á deildini skal endurskoðast og vaktarskipanin samskipast við deild 3.
Endaliga avgerðin um broytingarnar verður ikki tikin fyrr enn starvsfólkið og umboð teirra eru hoyrd, sambært fyrisitingarlógini og starvsfólkapolitikkinum á Landssjúkrahúsinum.
Avgerðin verður eftir ætlan tikin áðrenn hálvan apríl, og hava starvsfólk og umboð teirra nú møguleika at koma við skrivligum viðmerkingum henda komandi mánaðin.