Hendingin var av teimum sjáldsomu, tá ið ÍF hevði ein spælara ov nógv á vøllin í Formuladystinum ímóti GÍ tann 27. august. Hetta var í seinna hálvleiki, og støðan var tá 1-1.
ÍF-spælarin Christian Soelberg fekk ein snudd í beini og var tikin út um vøllin til viðgerð. ÍF-bonkurin var júst tá ið holt við at gera eina útskifting, og avgjørt var í eini skjótari vending at taka tann skadda spælaran út. Tá ið skaddi spælarin so kom fyri seg aftur, fór hann aftur á vøllin, og harvið gjørdist hann 12. spælarin hjá ÍF á vøllinum.
- Hatta var ein misskiljing millum meg og hjálpardómaran. Eg fekk ikki við, at tað var Christian Soelberg, sum varð skiftur út, og spælarin visti heldur ikki sjálvur, at hann varð skiftur út. Tá ið hann so bað um at sleppa inn á vøllin aftur, vinkaði eg hann inn, segði dómarin Dagfinn Olsen eftir dystin.
Christian Soelberg var bert lítla løtu á vøllinum, men hetta var júst um tað mundið, tá ið ÍF skoraði til 2-1. Seinni javnaði GÍ til 2-2, sum var endaliga úrslitið av dystinum.
Nýggjur dystur skal spælast
GÍ gjørdi eftir dystin av at kæra hendingina við kravi um nýggjan dyst, tí ÍF hevði spælt við 12 spælarum eina løtu.
Kappingarnevndin hjá FSF hevur viðgjørt kæruna og er komin til ta niðurstøðu, at nýggjur dystur skal spælast. Í øðrum londum eru fordømi um slíkar hendingar, og tá hevur nýggjur dystur verið ásettur.
ÍF fær ikki nakra revsing fyri at hava havt 12 spælarar á vøllinum samstundis, tí staðfest verður, at her er talan um eina óhepna misskiljing.
Kappingarnevndin hevur ásett nýggja dystin at verða spældan mikudagin í næstu viku.
Harvið fáa bæði ÍF og GÍ møguleikan at vinna sær trý stig heldur enn eitt stig, sum tey fingu burtur úr tí nú strikaða dystinum.