Oddagreine USA í kyksendi

Støðan í Irak versnar fyri hvønn dag, og eygleiðarar tala nú um veruligt borgarakríggj. Meðan menn í Pentagon fyri einum ári síðani tosaðu um, at tað fór at taka einar fimtan til tjúgu mánaðir at fáa lóg og landaskil til vega í Irak, tala somu menn nú um fimtan til tjúgu ár!

Tað seinasta er, at ein amerisk-irakisk kanning, prentað í The Lancet, avdúkar, at 600.000 sivilfólk hava latið lív í Irak, síðan innrásina hjá teimum sameindu. Hetta er út við seks ferðir so nógv, sum USA higartil hevur boðað frá. Sum vera man stendur hart stríð millum partarnar um hesi tølini, og forsetin vísti í gjárkvøldið hesum tølum aftur. Hinvegin halda hagfrøðingarnir aftan fyri greinina í The Lancet fast við síni tøl, sum teir siga byggja á haldgott vísindaligt háttalag. Tað er torført hjá umheiminum at taka dagar millum partarnar. Uttan mun til, hvør, ið sigur satt, ella um sannleikin liggur á miðjuni, so má staðfestast, at kríggið í Irak hevur útviklað seg til ein ræðuligan sorgarleik. Sum í øllum kríggjum eru kvinnur, børn og gomul offrini, og henda støðan stendur við og versnar.

Nógv spyrja í dag, hvussu tað kundi ganga so galið. Teir sameindu vunnu jú og fingu einaræðisharran og bølmennið frá valdinum. Tað finst ikki eitt eintýtt svar. Hetta hevur alt nakað at gera við ymiskar mentanir, ymiskar átrúnaðir og sterka lyndið hjá amerikanskum høgrapolitikkarum at undirmeta fólk í triðja heiminum. Hesir, sum hava ábyrgdina av innrásini og tá fyrst og fremst Rumsfeldt, skilja ikki, at ein ikki uttan víðari kann umplanta amerikanska politiska skipan til eitt diktatur við fleiri stríðandi átrúnaðarligum samfelagsbólkum og fleiri tjóðum. Hetta hevur eisini nakað at gera við, at teir ráðandi í USA als ikki skilja muslimska heimin og so hevur hetta eisini heilt einfalt nakað at gera við, at ávísar kreftir í USA vilja hava fatur á oljuni hjá Irak. Sama ger  sorgarleikurin heldur fram og neyðin, elendigheitin og drápini halda fram, meðan tey óseku líða, og USA eins og í Vietnam á sinni søkkur djúpari og djúpari í politiska og hernaðarliga kyksendið.
Sosialurin