uppí í staðin fyri Fólkaflokkin. Stýrisskipanarlógin kom í gildi lutvíst á Ólavsøku 1995 og í síni heild á Ólavsøku 1996. Tá var so hesin parturin av arbeiðinum, sum samgongan setti sær fyri, lokin. Nýval [...] til uppskotið. Meiriluti tykist vera fyri Sum nevnt í byrjanini, var tað bert Tjóðveldisflokkurin, ið var beinleiðis ímóti. Hóast Javnaðarflokkurin hevði lagt seg eftir at orða uppskotið soleiðis, at tað [...] málið ikki fær somu lagnu hesaferð. Tað var nevniliga bert Tjóðveldisflokkurin, sum beinleiðis vísti seg at vera ímóti. Og tað var kanska eitt sindur óvæntað. Flokkurin førdi fram, at uppskotið var soleiðis
byrjanini, H71 reisti seg aftur, Kyndil kom afturíaftur, men H71 fekk síðsta orðið. Tað sást frá byrjan, at nógv stóð upp á spæl. Fyri bæði liðini hevði tað stóran týdning at vinna fyri at halda sambandið [...] og Goliat varð drigin fram aftur, og tað vísti seg eisini hesaferð, at Dávid endaði omaná. Tað var annars Kyndil, ið byrjaði sum eitt ódnarveður og tók seg upp á 5-1 fyrstu fimm minuttirnar. Hans Guðmundsson [...] hesa ferð Halgir Dahl-Olesen, men tá var ov seint. Kyndil reisti seg aftur miðskeiðis í seinna hálvleiki. Einu løtuna var Kyndil framman fyri 19-18, men avgerðin fall, tá Bárður Johannesen noyddist út, og
móti VB í Vági sunnudagin. Í einum jøvnum dysti vísti VB seg at vera betra liðið og vann 21-19, eftir at vágskvinnur høvdu verið framman fyri allan dystin. Fyrri hálvleikur gekk javnt á, men móti endanum
báði framsýnarar og vitjandi fara at føla seg væl. Ætlanin er nevniliga at hava mótasýning og ymiskt undirhald hvønn dag , so at stevnan ikki bara fer at snúgva seg um sølu. Ætlanin er, at undirhaldið skal [...] Nógv verður eisini gjørt fyri framsýnararnar. Teir verða bodnir vælkomnir í høllini ein tíma áðrenn Páll Vang, býráðsformaður, setir stevnuni. Leygarkvøldið verður veitsla fyri framsýnarunum og aftaná verður [...] sítt til at básarnir verða so vakrir sum gjørligt, verður skipað fyri kapping um tann besta básin. Vinnarin sleppur undan at betala leigu fyri básin allar framsýnudagarnar, umframt ein vinning afturat. Stórt
verða leigaðir út. Men fyribils kann felagið bert leiga út annan líkvognin, tí herverksmenn hava gjørt seg so illa inn á hin bilin, at hann ikki fer at koyra fyribils. ? Vit eru sera harmir um, at fólk finna [...] og máling sproytað á bilarnar. Suni Vinther á politistøðini í Havn sigur, at eingin er handtikin fyri herverkið, men kriminalløgreglan kann í løtuni málið.
Yrkislærarafelagið »út um mark«, sum Snorri Fjalsbak málbar seg. Semjan lóðaði upp á, at lærararnir skuldu fáa pengar fyri hvøn næming, oman fyri teir 24. Ósemjan tykist nú aftur at standa í botni, og verkfallið [...] við útvarpið, at fyri hvønn dag, sum nú gongur, sær tað nú enn svartari út fyri næmingarnar, sum ikki kunnu verða vísir at fáa prógvið til tíðina seinast í juni mánaði. Lærararnir siga seg vera í lógligum
Mortensen, sum er við til at fyriskipa tiltakið. Herfyri vóru umboð fyri Vestamanna Róðrarfelag á Scillyoyggjunum fyri at kunna seg við umstøðurnar har. Í næstum verður so farið at venja við bátinum. Har [...] ið sigldi á flaka tvørtur um Kyrrahavið og um Sindbad, ið sigldi úr Arabisku hálvoynni til India - fyri bert at nevna nakað. Menninir vit tosa um eru heimskendi Tim Severin, sum hevur gjørt fleiri spennandi [...] stungið teir við skutuli. Nú ætlar Tim Severin at skriva bók um hetta fólkið og tess hvaladráp. Og fyri at kunna tað verður so gjørd serstøk ferð. Og her er tað, at Tróndur kemur inn í myndina, sum lis
eitt samt stýrið fyri Norðurlandahúsið gjørdi av at søkja landsstýrið um skonkiloyvi. Hetta hevur verið umrøtt fyrr men ikki fyrr enn í 1997 varð so søkt. Tá svarið kom úr Tinganesi fyri nøkrum mánaðum síðani [...] til at skonkja til lukkað selskap. Stjórin í Norðurlandahúsinum sigur seg vera vónsviknan av, at landsstýrið ikki vil finna útvegir fyri at geva fleiri skonkiloyvi. [...] Tá slíkir menn mæla til at fáa Norðurlandahúsinum eitt skonkiloyvi áttu myndugleikarnir at umhugsa seg, áðrenn teir bara vendu bakið til sigur stjórin í Norðurlandahúsinum. Hann heldur tað vera stórt spell
vit ansa okkum. Stórur vandi er fyri dálking av okkara umhvørvi. Og tað hava vit ikki ráð til. Tí náttúran er okkara alt og eitt. Spurningurin er um tað yvirhøvur loysir seg at útvinna olju, tí vinningurin [...] bilar. Eg góðtaki ikki skuldsetanina í sjónvarpinum í gjárkvøldið, 21.1.98, har danir skuldseta okkum fyri oyðsl. Niðurstøða mín er, at nú má vera nokk. Nú er tíðin at loysa frá Danmark. Ongantíð ov skjótt [...] lív okkara. Vit mugu í felag, sjálv, royna við stoltari sál og høgum høvdi at gjalda. Takka teimum fyri tíðina saman ? og slíta. So verður skommin teirra! Ein vanligur føroyingur
ikki hava virðing fyri tí, ið farið er? Ber tað til, at nakar havnarmaður/kona kann fáa seg til at forkoma ella taka burtur av søguligu bygningunum, ið vit eiga her í Havn, bert fyri at brúka økið til [...] r) skulu byggja framtíðina á. At hava eina fortíðarsøgu er ógvuliga týðandi fyri eitt fólk, og er hetta eisini galdandi fyri okkum føroyingar Søguligu virðini í Sigmundargøtu/ í Rættará ella við Vestaru [...] skipið Norðlýsið. Oman fyri vegin úti í Sigmundargøtu 34 standa gomlu bóndahúsini hjá Müller, ið enn ikki er millum søguligu húsini, men sum eg haldi átti at verið friðað. Norðan fyri bóndahúsið, t.v.s. í