seinnapartin 4-2 á heimavøllinum uppi á Brekku í Leirvík ímóti B71. Hálvleiksstøðan var 4-0. Úrslitið ber við sær, at Víkingur hevur 32 stig og er á fimta plássi – sjey stig aftanfyri B68. B71 er á sjeynda plássi [...] støðan 4-0. Tveir av mongu ungu monnunum á Víkinga liðnum skoraðu málini í fyrra hálvleiki. Eitt korter var farið, tá ið 21 ára gamli Hans Jákup Lervig setti hol á, og tíggju minuttir seinni økti 19 ára [...] stóran heimasigur, men soleiðis endaði tað ikki. Fram ímóti dystarenda skoraði B71 tvær ferðir. Nítjan minuttir vóru eftir, tá ið B71 toppskjúttin Tijani Mohammed minkaði um munin til 4-1, og tað restaðu tveir
Anton, sum seinasta hálvaannað árið hevur spælt við B68, hevur gjørt sáttmála við ÍF. Hann er 31 ára gamal og hevur spælt tilsamans 29 dystir fyri B68, nú hann aftur sleppur at royna seg í Effodeildini [...] verjuleikarin, ið er sonur ÍF-venjaran, Jákup Mikkelsen, hevur drigist við drúgvan skaða, men verður sambært ÍF-heimasíðuni klárur at spæla aftur um ein mánaða ella so. ÍF er á aftasta plássi í Effodeildini við [...] við seks stigum. Næsti dystur hjá teimum verður á útivølli ímóti Víkingi tann 21. juli.
venjingarvøll, har vit hava havt góðar venjingar, sigur Jákup á Borg. Tað er synd at siga, at tað er fótbóltsfebur í Montenegro í samband við dystin. Jákup á Borg sigur, at tað næstan ikki merkist, at dysturin [...] sum verður um eina løtu. Eg væntaði ikki, at hann bleiv til nakað, sigur Jákup á Borg í telefonini á veg á tíðindarfund. Spæla á tjóðarleikvøllinum Heimavøllurin hjá OFK Titograd, sum vann meistaraheitið [...] spælt á tjoðarleikvøllinum í Montenegro, ið tekur um 15.000 áskoðarar. - Her siga tey, at tað verða um tvey túsund áskoðarar til dystin. Av teimum verða seks áskoðarar hjá B36, sigur Jákup á Borg brosandi
Frásøgumaðurin hjá FM1 fekk tað at rigga soleiðis, at Jákup á Borg fekk heilsað uppá Klæmint A. Olsen og ynskt honum tillukku við metinum. Jákup á Borg sigur, at tað er fult uppiborið, at Klæmint A. Olsen [...] skeivum smíli. TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, ið Tróndur Arge tók tá nýggi og gamli metmaðurin hittust, og hoyr tað sum Klæmint A. Olsen og Jákup á Borg søgdu í samrøðu við Trónd Arge á FM1 aftaná NSÍ hevði [...] bestu føroysku deildini, Klæmint A. Olsen hjá NSÍ við 154 málum, og Jákup á Borg við gamla metinum við 153 málum, ið hann skoraði fyri B36 og HB í bestu fótbóltsdeildini hava stóra virðing fyri hvørjum øðrum
stóru tíggju minuttirnar bendi AB avrikið ikki á, at talan fór at verða um ársins størsta tap í bestu deildini yvirhøvur. Men tá ið Arnbjørn Svensson setti hol á eftir innlegg úr vinstru frá Bárði J. Hansen [...] Olsen 4-0: Andreas Lava Olsen 5-0: Andreas Lava Olsen 6-0: Jákup Johansen 7-0: Sølvi Vatnhamar br Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar [...] Bárðarson – Sølvi Vatnhamar, Andreas Lava Olsen AB: Rasmur Jepsen-Jacob – Jákup Pauli Breckmann, Onni Tiihonen, Erik MCCue, Tróndur J. á Høvdanum – Marius Kryger Lindh, Michael Alexander Smith, Kari Dreier
Tí er hjálparvenjarin hjá B36, Jákup á Borg fegin um, at hansara menn loksins megnaðu at knekka koduna, og fingu fult ímóti Skála við einum 2-0 sigri á Skála í dag. Jákup á Borg heldur ikki, at tað sá líka [...] hjá felagnum komandi kappingarár. TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við Jákup á Borg, aftaná Jákup á Borg hevði sæð sínar menn vunnið 2-0 á Skála. [...] kappingarárið hevur Skála verið eitt "Bogey team" hjá B36. Í enskttalandi heiminum merkir "Bogey team" eitt lið, sum er ringt at sigra á, og tað hevur B36 ásannað ímóti Skála aftaná 0-1 tap, og ein 1-1 javnleik
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg aftaná Jákup hevði sæð sínar menn vinna 3-2 á Skála á útivølli aftaná Skála hevði verið á odda 2-1. Jákup [...] høldar, sum tryggjaði B36 eitt pláss í Evropa komandi kappingarár. Jákup á Borg var serliga fegin um, at Jógvan Skeel Nolsøe, sum hevur verið nógv darvaður av skaðum í ár kom inn á vøllin, og javnaði til [...] Jákup á Borg staðfestir, at talan var um ein heldur rótutan dyst, sum var nógv darvaður av vindinum. Men hann heldur, at hugburðurin hjá hansara monnum var góður, og tað var ein góður sigur at fáa til høldar
byrjar effodeildsdysturin millum B36 og KÍ á ovara vølli í Gundadali. Í seinnapartssendingini tosaði Rás2 við KÍ-venjaran, Eyðun Klakstein, og við B36-veteranin, Jákup á Borg. Eyðun Klakstein staðfestir, at [...] botninum. Jákup á Borg vil eisini hava øll stigini, so B36 kann halda lív í vónunum at vinna bronsukrónurnar, og harvið sleppa út í Evropa. Undir myndini ber til at hoyra tað, sum Eyðun Klakstein og Jákup á Borg [...] Borg søgdu á Rás2 í seinnapartssendingini.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Jákup á Borg, høvuðsvenjara hjá B36 tá hesin var á veg umborð á Smyril á Drelnesi aftaná ein 1-0 sigur á TB/FCS/Royn við Stórá í Trongisvági [...] Seinast heilkiksaði B36 við Stórá. Teir vóru á odda 2-0, men taptu 2-3. Tí er Jákup á Borg meir enn fegin um, at hansara menn gjøgnum eitt disiplinerað avrik bóru sigurin heim. Jákup á Borg heldur, at talan [...] meiri stríðshugurin, sum bar sigurin heim í seinna hálvleiki. B36 hevur nú vunnið seks dystir á rað, og Jákup á Borg ætlar, at tann sjeyndi á rað skal koma ímóti NSÍ komandi mikukvøld, men hann ásannar,
Sjúrður H. Hoydal orðið á annan av venjarunum hjá AB, Tonny Brimsvík og høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen. EB/Streymur – AB 3-1 (2-0) 1-0: Bárður Olsen (36.) 2-0: Gestur B. Dam (38.) 2-1: Adeshina [...] Adeshina Lawal (58.) 3-1: Gestur B. Dam (68.) Tonny Brimsvík er sjálvandi ikki nøgdur við úrslitið, men hann er glaður fyri hugburðin og avrikið hjá AB-spælarunum, serliga aftaná ræðuliga 0-11 tapið móti [...] undanfarna dystinum. - Hetta er ein góður dagur hjá EB/Streymi, staðfestir ein glaður Jákup Martin Joensen. Jákup Martin er glaður fyri, at EB/Streymur hevur vunnið seg uppá 16 stig, men sum hann sigur