Nýggi og gamli metmaðurin hittust aftaná dystin (FM1)

(FM1) Gamli málmetmaðurin, Jákup á Borg kom framvið og ynskti Klæminti A. Olsen tillukku við metinum

Nýggi málmetmaðurin í bestu føroysku deildini, Klæmint A. Olsen hjá NSÍ við 154 málum, og Jákup á Borg við gamla metinum við 153 málum, ið hann skoraði fyri B36 og HB í bestu fótbóltsdeildini hava stóra virðing fyri hvørjum øðrum.

 

Frásøgumaðurin hjá FM1 fekk tað at rigga soleiðis, at Jákup á Borg fekk heilsað uppá Klæmint A. Olsen og ynskt honum tillukku við metinum.

 

Jákup á Borg sigur, at tað er fult uppiborið, at Klæmint A. Olsen tekur málmetið, og hann heldur, at Klæmint er ein spælari við nógvum eyðsýndum dygdum.

 

Klæmint A. Olsen staðfestir, at Jákup á Borg var ein undangongumaður, og ein maður at síggja upp til, tá hann spældi í bestu føroysku fótbóltsdeildini.

 

 

Klæmint A. Olsen gleðir seg nú at fara á ólavsøku við konuni, dóttrini, trimum stigum, ólavsøkusteypinum og føroyska málmetinum í bestu fótbóltsdeildini: - Tað verður stuttligt at ynska havnarmonnum góða ólavsøku, sigur Klæmint A. Olsen við einum skeivum smíli.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, ið Tróndur Arge tók tá nýggi og gamli metmaðurin hittust, og hoyr tað sum Klæmint A. Olsen og Jákup á Borg søgdu í samrøðu við Trónd Arge á FM1 aftaná NSÍ hevði vunnið 2-0 á HB. 

 

HERber til at hoyra Trónd Arge siga frá søguliga málinum hjá Klæminti Olsen. 

 

HERber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Símun Samuelsen hjá HB, og samrøðuna Tróndur gjørdi við Sámal Erik "Bagga" Hentze, høvuðsvenjara hjá NSÍ. 

 

Niðanfyri eru nakrar myndir frá dystinum