FM1: Ein góður dagur hjá EB/Streymi

(FM1) Hoyr annan av venjarunum hjá AB, Tonny Brimsvík og høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi taka samanum dystin EB/Streymur-AB 3-1

##med2##

Aftaná 3-1 heimasigurin hjá EB/Streymi móti AB fekk reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal orðið á annan av venjarunum hjá AB, Tonny Brimsvík og høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen.

EB/Streymur – AB 3-1 (2-0)

1-0: Bárður Olsen (36.)

2-0: Gestur B. Dam (38.)

2-1: Adeshina Lawal (58.)

3-1: Gestur B. Dam (68.)

Tonny Brimsvík er sjálvandi ikki nøgdur við úrslitið, men hann er glaður fyri hugburðin og avrikið hjá AB-spælarunum, serliga aftaná ræðuliga 0-11 tapið móti HB í undanfarna dystinum.

- Hetta er ein góður dagur hjá EB/Streymi, staðfestir ein glaður Jákup Martin Joensen. Jákup Martin er glaður fyri, at EB/Streymur hevur vunnið seg uppá 16 stig, men sum hann sigur, at teir í EB/Streymi hyggja inneftir og frameftir, og teir ætla framvegis at stríðast fyri at fáa fleiri stig.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Tonny Brimsvík og Jákup Martin Joensen. 

HER  ber til at hoyra Sjúrð H. Hoydal siga frá teimum fýra málunum. Hoyr eisini Teitur Joensen taka samanum dystin. 

(Samrøður: Tonny Brimsvík og Jákup Martin Joensen)