Fegnast um at Evropa-plássið er tryggjað

(Rás2) Hoyr Jákup á Borg, høvuðsvenjara hjá B36 taka samanum 3-2 sigurin á Skála á útivølli í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg aftaná Jákup hevði sæð sínar menn vinna 3-2 á Skála á útivølli aftaná Skála hevði verið á odda 2-1.

 

Jákup á Borg staðfestir, at talan var um ein heldur rótutan dyst, sum var nógv darvaður av vindinum. Men hann heldur, at hugburðurin hjá hansara monnum var góður, og tað var ein góður sigur at fáa til høldar, sum tryggjaði B36 eitt pláss í Evropa komandi kappingarár.

 

Jákup á Borg var serliga fegin um, at Jógvan Skeel Nolsøe, sum hevur verið nógv darvaður av skaðum í ár kom inn á vøllin, og javnaði til 2-2 fyrstu ferð hann nam við bóltin.