Víkingur vann á B71

1.DEILD: Ungir spælarar skoraðu øll Víkinga málini í sigrinum ímóti B71

Víkingur vann seinnapartin 4-2 á heimavøllinum uppi á Brekku í Leirvík ímóti B71. Hálvleiksstøðan var 4-0.

Úrslitið ber við sær, at Víkingur hevur 32 stig og er á fimta plássi – sjey stig aftanfyri B68.

B71 er á sjeynda plássi við 25 stigum – trý stig frammanfyri Skála.

 

Eftir fyrra hálvleik var støðan 4-0. Tveir av mongu ungu monnunum á Víkinga liðnum skoraðu málini í fyrra hálvleiki. Eitt korter var farið, tá ið 21 ára gamli Hans Jákup Lervig setti hol á, og tíggju minuttir seinni økti 19 ára gamli Tonni Thomsen til 2-0.

Sjey minuttir undan steðginum økti Hans Jákup Lervig um munin til 3-0, og tveir minuttir undan steðginum umsetti Tonni Thomsen brotsspark til mál og 4-0 heimaleiðslu.

Tað vóru ábendingar um risa stóran heimasigur, men soleiðis endaði tað ikki. Fram ímóti dystarenda skoraði B71 tvær ferðir. Nítjan minuttir vóru eftir, tá ið B71 toppskjúttin Tijani Mohammed minkaði um munin til 4-1, og tað restaðu tveir minuttir, tá ið Clayton Soares skoraði, so úrslitið varð 4-2

Síðstu lítlu løtuna spældu bæði liðini við tíggju monnum, tí Magnus Heinason hjá Víkingi og Frantzly Zephirin hjá B71 sóu reytt.

Um eina viku skal Víkingur spæla í Fuglafirði, og B71 fær vitjan av Giza Hoyvík.