Hesaferð traðkaði B36 ikki skeivt í Trongisvági

(Rás2) Hoyr høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg taka samanum 1-0 sigurin á TB/FCS/Royn við Stórá í Trongisvági

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Jákup á Borg, høvuðsvenjara hjá B36 tá hesin var á veg umborð á Smyril á Drelnesi aftaná ein 1-0 sigur á TB/FCS/Royn við Stórá í Trongisvági.

 

Seinast heilkiksaði B36 við Stórá. Teir vóru á odda 2-0, men taptu 2-3. Tí er Jákup á Borg meir enn fegin um, at hansara menn gjøgnum eitt disiplinerað avrik bóru sigurin heim. 

 

Jákup á Borg heldur, at talan var um gott spæl hjá hansara monnum í fyrra hálvleiki, meðan tað var meiri stríðshugurin, sum bar sigurin heim í seinna hálvleiki. 

 

B36 hevur nú vunnið seks dystir á rað, og Jákup á Borg ætlar, at tann sjeyndi á rað skal koma ímóti NSÍ komandi mikukvøld, men hann ásannar, at tað verður torført. Hann heldur NSÍ verða eitt framúr gott lið, sum dugir at revsa mistøk, og tí má B36 leggja eitt gott avrik fyri dagin fyri at vinna á NSÍ komandi mikukvøld.