heldur landssstýrismaðurin í Vinnumálum, at hetta er ein fantastisk verkætlan, sum má fáa skjóta og positiva viðgerð. -Hetta er ein verkætlan, sum sannførir okkum í Vinnumálaráðnum um, at Føroyar eru eitt [...] tí málið má ikki koma í drag. Tað er ein fastur prísur fyri at keypa jørð. Prísurin fyri ódyrkaða jørð liggur um 50 kr. fermeturin. Hetta málið verður avgreitt eins og øll onnur mál av samsvarandi slagi [...] áhugavert íløguøki. At tann politikkurin, sum hevur verið rikin tey seinastu árini, kann eggja íleggjarum til slíkt átak, sigur okkum, at vit hava nakrar karmar, sum hóast alt eru rímuliga nøktandi. Og ikki
keypararnir sinnaðir at betala fyri. Hann vísti á, at ein norðmaður alir upsa, sum hann selur fyri heilar 30 krónur fyri kilo. ? Tað vísir seg, at kann ein útflytari tryggja støðuga levering og støðuga dygd [...] dygd, tí dygdina ber til at stýra heilt neyvt við tí fóðuri, sum fiskurin fær.Við fóðrinum ber eisini til at stýra fitini í livrini akkurát sum vit vilja. Hann segði eisini, at Føroya Banki er rætta staðið [...] nógv aling, og tá minkar trygdin móti sjúkum samsvarandi. Sjálvur heldur Hørður Wardum, at ein lívfiskastøð liggur nógv betri fyri í Suðuroy, har sjúkutrygdin kann verða betri. Tí kunnu møguligar almennar
hóskvøldið um tann búskaparliga týdning, sum Summar Festivalurin hevur fyri Klaksvík og Norðoyggjar. Hann gitti, at festivalurin hevur ein umsetning sum liggur um átta – tíggju milliónir, og festivalurin [...] ið, sum umfatar 18 mánaðar og tað vil siga tveir festivalar, fekk viðkomandi 186.247 krónur í løn. Hvørki stjórn ella nevnd fekk samband roknskapinum nakra løn. Men hesi tøl vísa sum sagt bara ein lítlan [...] kann síggjast sum tekin um eina varna fyritøku, sum ikki bindur peningin í spekulatión. Og tað at fyritøkan velur at flyta yvirskotið til komandið árið er eisini tekin um eina fyritøku, sum ger íløgur í
verður um ein, sum liggur og dregur - liggur á deyðastrá: So leingi lív er, so leingi er vón. Í tí lítla samfelagnum fylgja vit væl við, tá ið um lív ræður. Vit steðga á, tá ið ein verður borin út, sum hevur [...] Hetta er eitt farvæl til kæru systrina, Sophie, sum doyr, sum sagt, av teringi bert 15 ára gomul. Ja, meira enn tað. Hetta er ein skaldamynd, ein yrking, ein dreymur um deyðan. Gentan situr í einum stóli [...] sagt verður, har sum lív er, er vón. Í málningum hjá Mikenesi er kanska talan um, at har sum ljós er, er vón. Fáliga ljósið í málningunum, sum eru málaðir millum krígsárini, nerta við ein klassiskan strong
rættis á ein slíkan hátt, at atlit verða tikin til øll viðurskifti, sum hava stóran týdning, og sum ikki rúmast innanfyri tann ásetta karmin. Tá vit tosa um at uppføra okkum siviliserað, er tað ein ábyrgd [...] ørkymlandi fyri tey, sum verða rakt av einum verkfalli, líkamikið hvørji tey eru, ella hvar í landinum tey búgva. Hetta er ein partur av tí at lýsa ella fara í verkfall. Verkfallið, sum varð fráboðað at [...] Pedagogfelag ----- Landsstýrið hevur kroyst fakfeløgini upp móti einum veggi við reallønarniðurskurði og eini eftirlønarlóg, sum beinleiðis setur túsundtals starvsfólk niður í løn, og um feløgini
er hetta galdandi fyri tey eldru, sum illa tora út at ganga sær ein túr, tí ferðslan er so nógv, varð sagt undir framløguni. Tey vístu samstundis á, at talið á bilum sum koyra eftir bygdavegunum er eitt [...] havnarlagnum, við skúlan, eins og tveir barnagarðar eru komnir tey seinnu árini, eins og eitt nýtt læknaviðtaluhøli kemur í næstum. Haraftrat er ítróttarhøllin komin í ár, og tí er nógv sum bendir á, at trupulleikin [...] hitta stigtakararnir aftur til ein fund rímiliga skjótt. Eitt slíkt mál sum hetta hoyrir nátúrliga heima í teknisku nevnd, men ferðslunevndin verður sjálvandi eisini ein týðandi partur í viðgerðini av
endaleysa stríðið millum loysing og samband liggur sum ein svampur í samfelagnum og sýgur alla orku í seg. Varð hon brúkt øðrvísi, kundi nógv verið gjørt, sum nú liggur ógjørt. Øll vita eisini, at við eini breiðari [...] Sjúrður Skaale ????????????? Ein prædikumaður, sum er væl grundfestur í egnum virðum, kemur til Sodoma. Hann er skelkaður av at síggja tað synd-uga lív, sum fólkið livir, so hann setir sær fyri at royna [...] fyri hvønn dag, sum gongur. Undir Franco-tíðini fluttu milliónir av spaniólum til Baskaland, og í dag er tað bert ein minniluti av fólkinum, ið tosar baskiska málið, og kennir seg sum part av baskisku
m, sum Uruguay framleiðir, verður útflutt fer til Kina. Strangu heilsufrøðuligu myndugleikarnir í Kina, sum ikki eru at spæla við, hava givið neytakjøtinum úr Uruguay fremsta og besta ummælið, sum fæst [...] víndrúan “Tannat” er á einum triðja plássi, tá hugsað verður um tað, sum ger Uruguay víðagitið kring heimin. Tannat er ein reyðvínsdrúa, sum upprunaliga stavar frá sunnara partinum av Fraklandi. Í Fraklandi [...] beiti í Uruguay, so talan er um eina siðvenju, sum hevur meir enn fýra øldir á baki, og tað sæst og merkist á matsiðunum í Uruguay. Glóðstokt “Asado” Eitt orð, sum gongur aftur í teimum flestu suðuramerikonsku
Sparikassa, sum hevur veð í ognunum hjá felagnu,m sum hevur rikið flakavirkið. Talan er um eitt felag, sum sølufyritøkan Farex í Havn stendur aftanfyri. Eitt sonevnt »datopartafelag«, sum so aftur hevur [...] . Tá verður farið ein svartkalvatúr vestureftir, siga teir frá. Men flakavirkið er stongt. Steindeytt. Og maskinurnar, sum inni á virkinum standa, standa eisini aðrastðani í dag. Ein lýsing í Sosialinum [...] Sosialinum sigur frá, at ein advokatur í Havn selur alla útgerðina, sum inni á virkinum er. Tað er Ólávur Jákup Kristoffersen, advokatur, sum selur maskinurnar. Hann sigur í stuttari viðmerking við Sosialin, at
og Gunn Joensen. Sostatt kemur Tórspallur at seta ein heilt øðrvísi dám á í Miðbýnum, og gevur øllum teimum, sum hava hug at síggja gott undirhald, ein frálíkan møguleika fyri at steðga á eina løtu og njóta [...] Tjóðarhøgtíð føroyinga er ein tíð, har nýggjari og eldri føroysk mentan og gamlir siðir verða dyrkaði. Listin er ein týðandi partur av okkara mentan, og tí er listin eisini ein týðandi partur av ólavsøkuni [...] til alla familjuna. Áhugaverd tiltøk eru ymsastaðni í býnum, og tey, ið vilja hava eina uppliving sum ein heil familja, hava hópin av møguleikum Tað verður skipað fyri nógvum tiltøkum til familjur við smábørnum