Órealistiskt krav um vinningsbýti

Vit kunnu ikki bæði styrkja bankan og gjalda pengarnar út sum vinningsbýti. Tí er órealistiskt, at vit koma at gjalda partaeigarunum 75-80 milliónir um árið í vinningsbýti, soleiðis sum landsstýrið leggur upp til í fíggjarkørmunum, sigur Klaus Rasmussen

Landsstýrið roknar við at fáa væl burtur úr BankNordik næstu árini. Sambært
fíggjarkørmunum skal Fíggingargrunnurin útluta landskassanum 10 milliónir krónur næsta ár, og 25 milliónir krónur árið eftir, tvs. í 2015. Árini 2016-2018 skal útlutingin vera millum 25,7 og 27,3 milliónir krónur um árið.
Tá einasta endamál við Fíggingargrunninum frá 1992 er at eiga partabrøvini hjá tí almenna í BankNordik, so merkir tað alt annað líka, at landsstýrið roknar við at bankin fer at lata eitt rímiliga stórt vinningsbýti, eini 75-80 milliónir krónur um árið, til sínar eigarar næstu árini.
Men her skjýtur landsstýrið yvir málið, sambært nevndarformanninum í BankNordik, sum á aðalfundinum í dymbildagavikuni útlutaði 10 milliónir krónur í vinningsbýti fyri roknskaparárið 2012.
- Vit rokna við at vinningsbýtið næstu árini verður millum 10 og 30 milliónir krónur um árið. Tað framgongur av ársroknskapinum, og tað er tað, ið vit fyrihalda okkum til, sigur Klaus Rasmussen, og leggur afturat, at sjálvandi lurtar nevndin eftir ynskjum frá sínum eigarum og roynir at stýra bankanum eftir hesum.
- Men tað má sjálvandi setast upp ímóti teimum krøvum, ið verða sett til bankarnar, sigur Klaus Rasmussen.
Nevndarformaðurin sipar her til tey krøv, ið verður lagt upp til í sonevndu SIFI-frágreiðingini, har ein serfrøðinganevnd undir donsku stjórnini í síðsta mánað peikaði á nakrar peningastovnar, ið hava somikið stóran týdning fyri samfelagið, at teir koma undir heitið ”systembankar.”
- Henda frágreiðing vísir millum annað, at solvenskravið til Danske Bank skal vera 15,5 prosent, tí bankin er so stórur í danska samfelagnum. Gera vit eina samanbering við okkara støðu í føroyska samfelagnum, so skulu vit styrkja um solvensin. Og tað gera vit ikki við at útluta allar pengarnar sum vinningsbýti, sigur Klaus Rasmussen.
Nevndarformaðurin vísir á, at solvensurin í BankNordik í dag er 14,8 prosent. Harvið liggur bankin væl omanfyri galdandi krøv, men niðanfyri tey krøv, sum eru í væntu.
- Ímynda vit okkum eitt solvenskrav á 15,5 prosent, so skal man sum banki væl saktans liggja nakað omanfyri. So ja, tað setir størri krøv til okkum, staðfestir Klaus Rasmussen, og peikar aftur á ársfrágreiðingina fyri 2012, har lagt verður upp til vinningsbýti millum 10 og 30 milliónir um árið næstu árini.
Enn eru eingi formlig krøv sett til sonevndar ”systembankar,” og tí kann bankin í princippinum velja at venda blinda eygað til donsku SIFI-frágreiðingina. Tað verður tó ikki gjørt, sambært nevndarformanninum:
- Vit hava stóran samfelagsligan týdning í føroyska samfelagnum. Og vit skulu sum banki styrkja okkum. So nei, tað er ikki realistiskt at BankNordik fer at útluta 75-80 milliónir krónur um árið í vinningsbýti næstu árini, sigur Klaus Rasmussen.
Hann biður í staðin landsstýrið fegnast um, at kursurin á partabrævinum gongur rætta vegin.
- Bara síðani á nýggjárinum er kursurin farin úr 70 upp um 100, og harvið er marknaðarvirðið økt úr 700 milliónum upp um eina milliard. Landskassin eigur sum nevnt ein triðing av partabrøvunum í bankanum, og hesi eru also 100 milliónir krónur meira verd í dag enn tey vóru á nýggjárinum, ljóðar heilsanin frá Klaus Rasmussen.