Havn: - Vit hava leingi leitað eftir betri umstøðum til arbeiðið út frá Herberginum. Nú hava vit umsíðir funnið tað rætta, sigur Sámal Jákup Joensen, majorur í Frelsunarherinum við Sosialin.
Á middegi í dag gjørdist greitt, at eitt av feløgunum hjá Frelsunarherinum í Norðurlondum – Frelsesarmeens Eiendommer a/s - hevði keypti bygningin, har Kaggin hevur hildið til tey seinastu mongu árini.
Bygningurin hevur staðið til sølu í fleiri mánaðir, og er nú seldur til Frelsunarherin.
Hetta serstaka ognarfelagið eigur allar bygningarnar hjá Frelsunarherinum, og ognaði sær í morgun henda føroyska fyri 3,730 mió krónur.
- Hetta er sjálvandi nógvur peningur, sum vit í Føroyum ikki á nakran hátt høvdu kunnað megnað einsamøll.
- Men av tí at vit eru partur av arbeiðinum í Noregi og Íslandi ber hetta til. Vit gleða okkum í øllum førum at kunna taka bygningin í nýtslu, sigur hann.
Nevnast kann, at Frelsunarherurin fekk eina rættiliga stóra peningagávu frá Føroya Banka, tá hesin fylti 100 ár.
Frá bar til herbergi
Í eina tíð hevur verið arbeitt við at betra um trongu umstøðurnar hjá Herberginum. Ymiskar loysnir hava verið frammi, men ikki fyrrenn nú er tann rætta funnin.
- Bygningurin liggur jú bara smáar 400 metrar frá okkara samkomubygningi, so tað er ikki heilt av leið, sigur Sámal Jákup Joensen.
Hóast tey nú hava ognað sær bygningin verður hann ikki tikin alment í nýtslu enn á sinni. Eitt stórt arbeiði skal gerast við at dagføra og umvæla bygningin til broytta endamálið.
Nógvar av installasjónunum kunnu eisini brúkast í framtíðini, millum annað neyðútgongirnar.
Ætlanin er tó at hava eitt einstakt tiltak í bygninginum um stutta tíð. Hetta verður ein sangcafé, har tey fara at skeinkja kaffi og aðrar slíkar drykkir úr tí gamla bardiskinum.
Ætlanin er síðani at umskapa bygningin til arbeiðið, soleiðis at hann hereftir kann virka sum herbergi og, sum Sámal Jákup tekur til: - Eitt døgntilhald við sera lágari gátt!
Eftir sangcafé’ina verður húsið latið aftur, meðan umbyggingarnar fara fram.
- Stórur tørvur er á bygningum, og tí vóna vit, at vit kunnu lata upp aftur sum skjótast, sigur hann.
Nógvar gistingar
Eitt av høvuðsmálunum hjá Frelsunarherinum hevur altíð verið at lata gleðiboðskapin og tað sosiala arbeiðið ganga hond í hond.
Tað er, sum tey sjálvi siga tað: “Frelsunarherurin er eitt margfalt og sermerkt trúarsamfelag, sum hevur umsorgan fyri øllum menniskjanum”.
Fyri Frelsunarherin í Føroyum eru fleiri týðandi stig tikin hesi seinastu árini. Í oktober 1996 lat ein búfelagsskapur upp og í desember 2000 eitt dagsentur.
Eitt avgerandi stig víðari fram á hesi leiðini varð tikið fyri júst 10 árum síðani, tá sonevnda Herbergið lat upp 1. apríl 1998.
Hagtølini vísa, at síðani Herbergið lat upp í 1998 hevur talið av gistingum verið støðugt vaksandi.
Fyrsta árið vóru 662 gistingar her, men flestar gistingar vóru í 2003, tá 2764 gistingar vóru. Í fjør vóru 1417 gistingar á Herberginum.
Íalt gistu 42 fólk her, av hesum vóru teir 39 menn. Av hesum gistu tvey fólk millum 100 og 200 ferðir á hesum staði.
Við nýggju umstøðunum fáa bæði starvsfólk og hesir borgarar okkara munandi betri umstøður í framtíðini.