16. september
Qaqqatsiaq kom inn at landa í morgun við fullari last. Markus er í Aasiat og millumlandar.
17. september
Akamalik kom inn seinnapartin at landa. Teir hava eisini fulla last .
Krabbakvotan her i Sisimiutøkinum er liðug. Allir teinar skulla vera uppi úr sjógnum mánadagin, og tað er eisini síðsta freist at avreiða.
20. september
Natarnaq kom inn í nátt við hálvari last. So skuldu teir koyra tvey nýggj trol undir. Tey vóru komin úr Føroyum frá Vónini.
21. september
Natarnaq var liðugur at landa í kvøld. Teir skulla sigla í morgin árla. Teir skiftu fólk eisini. Lómur kom til Illulisat við 150 tonsum av ísaðum rækjun eftir knapt trimum samdøgrum. Tað er nokk tað mesta, sum har hevur verið.
24. september
Tað er hvítt í bakka. Ocean Tiger kom inn at landa og skifta fólk. Teir hava 270 tons inni. Tveir av manningini fóru á flot við mobbátinum. Teir fingu 15 kurvar, um 1000-1100 pund, og slagið var gott. Hetta er tað mesta, teir hava fingið við snøri eftir góðum trimum tímum. Agnið er eitt loyndarmál, men tað kemur úr frystaranum hjá kokkinum .
Og so kom Tórsvík hjá Tormonnunum úr Hósvik. Teir komu inn at skifta manning, og taka nakað av provianti út til Atlantic Explorer. Teir høvdu ein sjúkan mann inn við frá trolaranum Sisimiut, sum liggur har vesturi saman við øðrum trolarun og fiskar svartkalva.
Enniberg er komin her upp eftir einari kvotu uppá 200 tons. Ocean Tiger loysti kl 20 í kvøld. Teir koma inn aftur 8. oktober at landa. Frætt er frá Polar Assik. Teir hava gjørt fleiri túrar, og tað hevur veri í lagi við mongdini, sum teir hava landað.
28. september
Vit hava haft hvítt í bakka í eina góða viku og lorta veður. Nú hálvdi hann heilt yvir um við regni í gjár og tað sama í dag, so kavin minkar.
Polar Qassiut kom inn í morgun at landa við fullari last. Har var alt fult hjá teimum. Regina C er inni í Manitsoq og landar í dag.
29. september
Tað er Mikkjalsmessudagur og tíð at fara eftir veðrum. Polar Nanoq er inni í Aasiat og landar svartkalva . Akamalik kom inn seinnapartin at millumlanda, tá Polar Qaasiut var liðugur at landa. Akamalik hevur gott og væl hálva last.
Manu, sum fór út 11 september, hevur fingið gott 200 tons av svartkalva, síðani teir fóru út aftur. Teir skulla inn at landa 6. oktober í Manitsoq. Polar Natarnaq hevur verið í Nuuk og landað sekkjarækjur. Har var næstan fult hjá teimum. Nú er so nýggj manning komin umborð .
30. september
Tað er av besta veðri. Kavin er við at vera horvin. Tann lítli kanadiarin OUJUKOAQ kom inn við fullari last av svartkalva. Teir royna við gørnum beint vestur úr Sisimiut. Steffen C er inni í Manitsoq og landar í dag.
1. oktober
Tað er dýrdarveður. Markus kom inn at landa í morgun við fullari last. Teir fóru á flot við Mobbaranum, vóru burtur í ein lítlan tíma og fingu um 200 pund av fiski. Í dag tók fiskurin gummibeituna. Markus skal sigla í morgin árla so skjótt sum skiparin kemur úr Streymfjøðinum. Har var sum vanligt hjá Air Greenland, seinkan vegna tekniskar trupulleikar.