afturvísir tó, at talan skal vera um fakfelagsleiklutin hjá teimum, og átalar FPU fyri at manipulera málið í miðlunum. - Tvørturímóti er Føroya Arbeiðsgevarafelag vegna okkum í ferð við at taka upp samráðingar [...] úr starvi hjá Atlantic Airways, er farið fullkomiliga út av kós, eftir at fakfelagið, FPU, í fjølmiðlunum hevur gjørt alt fyri at reingja veruliga avgerðargrundarlagið undir uppsagnunum, skrivar flogfelagið [...] mikið, at talan er um óhóskandi og illoyalan atburð, sum Atlantic Airways undir ongum umstøðum kann góðtaka. - Her er talan um eitt uppsagnarmál á tungtvigandi avgerðargrundarlagi, sum FPU roynir at manipulera
har einki bendi á, at Kyndil skuldi enda við at spæla finalu. Aðru ferð feløgini hittust, vann VÍF aftur greitt. 24-18. Í januar var triði innanhýsis dysturin og nú bórust boð um, at Kyndil var við í spælinum [...] vestmenningar ugga seg við, at VÍF hevur ikki tapt ímóti Kyndli í landskappingini í ár. Hetta er í sjálvum sær góð úrslit, men líta vit aftur á dystirnar, so sigur søgan at Kyndil kemur nærri og nærri [...] spælinum. Dysturin endaði 26-25 til VÍF eftir at Kyndil hevði verið á odda 24-25 í seinasta minutti. Seinasti landskappingardysturin endaði við javnleiki 22-22, eftir at Kyndil tók stóra leiðslu aftur í seinna
P/F Valdemar Lützen á Skálatrøð í Havn. Hann hevur seinastu vikurnar savnað undirskriftir at mótmæla ætlanini at byggja tjóðleikhús á parkeringsøkinum á Skálatrøð. Higartil hava gott og væl 2000 fólk skrivað [...] vildi ikki taka ímóti undirskriftunum, sigur Høgni Lützen. — Tað, at Annika Olsen, sum skrivliga og hvassliga hevur boðað mær frá, at hon ikki vil taka ímóti hesum undirskriftir frá mær, tá eg komi niðan [...] býráðshúsið við teimum, og Gunvør Balle, sum vegna Høgna Hoydal fastheldur at fáa tjóðleikhús á Skálatrøð fyri einhvønn prís, velja at yvirsíggja henda stóra bólk av fólki, ið staðiliga mótmæla hesa staðseting
Danmark, at hvør dani tveitir 16 kilo av klæðum burtur um árið. Tey, sum fylgja við rákinum, vita, at mótin skiftur í heilum, og at tað, sum var modernað í heyst er ikki modernað nú í vár – og so er at keypa [...] umhvørvisvikan frá 4. til 11. mai, og tá fara tey at seta kikaran á nakað so jarðbundið og gerandisligt sum okkara ovurnýtslu av klæðum. Tey siga, at bara í fjør innfluttu vit klæðir fyri 145 milliónir [...] arbeiða út frá tí, at klæðir verða bara brúkt nakrar fáar ferðir áðrenn tey verða burturbeind, siga tey, sum skipa fyri umhvørvisvikuni. Samstundis eggja lágu prísirnir fólki til at keypa nógv klæði og
lætti – Tað er væl skiljandi, at hesir næmingarnir vilja hava brúkiligt busssamband, heldur stjórin á miðnámsskúlanum í Vestmanna. Men hann sigur, at tað ber ikki til at broyta ferðaætlanina hjá bussunum [...] Andreasen, stjóri á Miðnámsskúlanum í Vestmanna. Nú verður aftur tosað um at broyta ferðaætlanina hjá Bygdaleiðum til og úr Vágum, so at hon passar betur hjá næmingum, sum ganga á Glasir. Fyrispurningur um [...] ferðaætlanin til og úr Vágum, broutt, heita heita vit tískil á myndugleikarnar um at hava hetta í huga, sigur hann. Hann sigur, at Miðnámsskúlin í Vestmanna eru frammanundan skerdur tí ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum
dag er løgreglan á ferð í Sandoynni við tí endamálið at kanna ferðsluna. Løgreglan sigur, at higartil eru 114 akfør steðgað, og úrslitið av tí er, at 11 førarar hava fingið bót fyri ymisk lógarbrot. Harumframt [...] gav bót fyri. Í hesum sambandi fingu bilførarar bót fyri lyktafeilir, fyri at tosa í handhildnari fartelefon og fyri ikki at hava koyrikort uppi á sær. Men so steðgai løgreglan eisini fleiri lendisakførum [...] lendisakfør eru góðkend at koyra á alfaravegi, men ein førari á einum slíkum lendisakfari, hevði ikki koyrikortið uppi á sær, og tað skal hann hava. Tað er eisini eitt krav, at tann, sum koyrir lendisakfar
ikki brotnaðar, og okkara kanningar við kavarum í nátt vístu tíbetur eisini, at nótin er heil, soleiðis at fiskur eftir øllum at døma ikki er sloppin út. Hetta er okkara aliringur í økinum nummar 12, og her [...] Stjórin í Bakkafrosti sigur, at fólk hjá felagnum fyrsta dagin fara at taka fiskin úr knústa aliringinum, og fiskurin verður síðan koyrdur í annan ring í aliøkinum. Hann vísir á, at tíbetur eru slangurnar ikki [...] hetta er hent, men at síggja til er Hav Frakt komin úr Suðuroy og liggur nú á Kollafirði. Aliøkið er merkt í kortinum, og her eru bæði radarrefleks og blunkiljós. Regin Jacobsen sigur, at hetta er triðja
saltfiskalínuskipini hevur fingið kring landið. Men, hann er so sanniliga eisini ovfarin av, at tað eydnaðist honum at fáa fatur á so nógvum gomlum filmum frá hesi tíðini. Sjálvur var Zacharias Hammer ongantíð [...] um hesar leiðir við rækjuskipi, og tá eydnaðist honum eisini at vitja støð, sum saltfiskalínumenninir í sínari tíð vitjaðu. Hann vísir á, at sjálvur sæst hann ikki á filminum, sum varar í tveir tímar og [...] tó so, at hann hoyrist seta onkrar spurningar. Hetta er ein filmur við línumonnum og um saltfiskalínuveiðina, menn siga sína søgu beint út av livrini. Zacharias Hammer dylur tó ikki fyri, at filmurin
tá ið tað ikki eydnast at vinna úrtøku úr góðum málmøguleikum. Vit ætla okkum at vera við, har tað er spennandi at kappast. Í løtuni hugsi eg ikki um stigatalvuna. Tað ræður um at vinna fulla úrtøku, og [...] ímóti KÍ, og vit halda okkum vita, hvat skal til fyri at røkka góðum úrsliti í Runavík. Men eitt er at vita, hvussu vit skulu gera og annað er at útinna tað. NSÍ eigur góðar spælarar, og tá ið tað riggar [...] verður fyrsta bríksl við Løkin klokkan 16. Tað er kommunuppgerð. Skála vitjar við Løkin, og tølini siga, at skálamenn trívast væl í grannauppgerðini. Í fjør vunnu teir tvær ferðir og spældu einaferð javnt. -Vit
byrjaði í 2014, tá Landsgrannskoðanin mælti til, at Føroya Landsstýri fekk ein politikk á økinum. Í 2015 samtykti Føroya Løgting at heita á landsstýrið um at gera ein slíkan politikk. Hetta er annað álitið [...] vinnumálum, tók ímóti álitinum. Hann nevndi, at fyrra álitið hevði fingið harðar atfinningar frá vinnuni, og varð eisini vrakað at enda. Sjálvur helt hann, at fyrra álitið var ov víðgongt og setti ov hørð [...] hørð krøv serliga til smáu feløgini. Nú fer hann undir at seta seg inn í hetta nýggja álitið, sum hann hevur glett seg til at fáa. - Nú skal tað fyrst viðgerast her í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum og síðani