Skálamenn trívast væl við Løkin

NSÍ hevur higartil í ár havt trupulleikar á heimavølli

Mentanarvikan í Runavík verður sett seinnapartin, og eftir setanina verður fyrsta bríksl við Løkin klokkan 16.

Tað er kommunuppgerð. Skála vitjar við Løkin, og tølini siga, at skálamenn trívast væl í grannauppgerðini. Í fjør vunnu teir tvær ferðir og spældu einaferð javnt.

-Vit eru væl nøgdir við málleysa javnleikin síðsta sunnudag ímóti KÍ, og vit halda okkum vita, hvat skal til fyri at røkka góðum úrsliti í Runavík. Men eitt er at vita, hvussu vit skulu gera og annað er at útinna tað. NSÍ eigur góðar spælarar, og tá ið tað riggar hjá teimum, eru teir eisini stinnir sum lið, staðfestir Skála venjarin Eyðun Klakstein.

Hjá Skála er Jákup Johansen og Jan Ingason Hansen langtíðarskaddir, og Jannik Olsen er burturstaddur.

 

NSÍ hevur higartil tapt á heimavølli ímóti bæði KÍ og HB. Vónbrotið eftir 2-1 tapið ímóti HB var ógvuliga stórt.

-Tað er ógvuliga strevið, tá ið tað ikki eydnast at vinna úrtøku úr góðum málmøguleikum. Vit ætla okkum at vera við, har tað er spennandi at kappast. Í løtuni hugsi eg ikki um stigatalvuna. Tað ræður um at vinna fulla úrtøku, og tað ætla vit okkum ídag, sigur NSÍ venjarin Sámal Erik Hentze.

Símun Rógvi Hansen er langtíðarskaddur, og Einar Tróndargjógv er so mikið skaðadarvaður, at hann neyvan verður við ídag. Ímóti HB fóru bæði Jóhan Troest Davidsen og Klæmint A. Olsen skaddir av vøllinum. Jóhan Troest Davidsen verður heilt víst millum teir fyrstu ellivu í dag, og tað er sannlíkt, at tað verður Klæmint A. Olsen eisini.