Poul Michelsen fekk fyrrapartin handað eitt álit, sum skal útgreina eigarapolitikk landsins. Talan er um viðurskifti, sum hava við tey mongu feløgini, sum Føroya Landsstýri hevur ognarlut í. Hesi feløgini hava ein árligan umseting upp á 2,5 milliardir krónur og hava fýra milliardir í eginpeningi. 1100 starvsfólk starvast í hesum lutvíst almennu feløgunum.
Álitið er úrslitið av eini tilgond, sum byrjaði í 2014, tá Landsgrannskoðanin mælti til, at Føroya Landsstýri fekk ein politikk á økinum.
Í 2015 samtykti Føroya Løgting at heita á landsstýrið um at gera ein slíkan politikk. Hetta er annað álitið, sum landsstýrismaðurin fær.
Í høvuðsheitum er tilmælið grundað á leiðbeiningar frá OECD um hvussu partafeløg og vinnufeløg, sum landið eigur, skulu skipast.
Álitið, sum embætisfólk í uttanríkis- og vinnumálaráðnum og løgmansskrivstovuni hava skrivað, nertir millum annnað við ognarskapin hjá landinum í partafeløgum, við nevndarsamsýningar, við stjórasamsýningar og við sambandið millum almennu partafeløgini og landsstýrismannin.
Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, tók ímóti álitinum. Hann nevndi, at fyrra álitið hevði fingið harðar atfinningar frá vinnuni, og varð eisini vrakað at enda. Sjálvur helt hann, at fyrra álitið var ov víðgongt og setti ov hørð krøv serliga til smáu feløgini.
Nú fer hann undir at seta seg inn í hetta nýggja álitið, sum hann hevur glett seg til at fáa.
- Nú skal tað fyrst viðgerast her í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum og síðani í landsstýrinum. Tá tað er gjørt verður tað væntandi lagt fyri løgtingið til aðalorðaskifti. So fáa vit at síggja, um nakrar lógarbroytingar spyrjast burtur úr aftaná viðgerðina í løgtingunm, segði hann. Hann væntar, at aðalorðaskiftið verður í heyst.