Hetta kann forkoma skúlanum í Vestmanna

So er grundarlagið undir skúlanum í Vestmanna, burtur, sigur skúlastjórin

Myndugleikarnir mugu hugsa seg væl um, áðrenn teir broyta ferðaætlanina hjá Bygdaleiðum.

Tað heldur Jákup Andreasen, stjóri á Miðnámsskúlanum í Vestmanna.

Nú verður aftur tosað um at broyta ferðaætlanina hjá Bygdaleiðum til og úr Vágum, so at hon passar betur hjá næmingum, sum ganga á Glasir.

Fyrispurningur um hetta er settur landsstýrismanninum í samferðslumálum.

 

Les meiri um tað her: Vildi verið ein stórur lætti

 

– Tað er væl skiljandi, at hesir næmingarnir vilja hava brúkiligt busssamband, heldur stjórin á miðnámsskúlanum í Vestmanna.

Men hann sigur, at tað ber ikki til at broyta ferðaætlanina hjá bussunum, so tær passa betur hjá einum miðnámsskúla - men samstundis gera tað ómøguligt hjá næmingum úr Vágum at ganga á á einum øðrum skúla, leggur hann afturat.

Í løtuni ganga 20 næmingar úr Vágum á Miðnámi í Vestmanna, og bus­ssambandið í skúla um morgunin og heim aftur úr skúla er fyrimyndarligt.

– Verður ferðaætlanin til og úr Vágum, broutt, heita heita vit tískil á myndugleikarnar um at hava hetta í huga, sigur hann.

Hann sigur, at Miðnámsskúlin í Vestmanna eru frammanundan skerdur tí ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum passar so illa, til Kollafjørð og bygdirnar í Sundalagnum og Eysturoynni.

Tann ferðaætlanin er so vánalig fyri miðnámsskúlan í Vestmanna, at tað er ómøguligt hjá næmingum úr hasum bygdunum at fara á skúlan.

– Verður busssambandið til Vágar eisini kvett, ella skert, er grundarlagið burtur fyri einum miðnámsskúla í Vestmanna, sigur Jákup Andreasen.

Hetta er ikki fyrstu ferð, spurningurin um busssambandið ímillum Vágar og Glasir, er reist í Løgtinginun. Les eisini:Mugu bíða í fleiri tímar eftir bussinum