Fleiri fingið bót fyri ferðslubrot sum ógvuliga fá hugsa um

Løgreglan hevur kannað yvir 100 akfør í Sandoynni

Í gjár og í dag er løgreglan á ferð í Sandoynni við tí endamálið at kanna ferðsluna. Løgreglan sigur, at higartil eru 114 akfør steðgað, og úrslitið av tí er, at 11 førarar hava fingið bót fyri ymisk lógarbrot.

Harumframt sluppu 11 førarar við eini átalu fyri smávegis brot á lógina, sum løgreglan ikki gav bót fyri.

Í hesum sambandi fingu bilførarar bót fyri lyktafeilir, fyri at tosa í handhildnari fartelefon og fyri ikki at hava koyrikort uppi á sær.

Men so steðgai løgreglan eisini fleiri lendisakførum, ella ATV-akførum, har viðurskiftini ikki vóru eftir forskriftunum.

Summi lendisakfør eru góðkend at koyra á alfaravegi, men ein førari á einum slíkum lendisakfari, hevði ikki koyrikortið uppi á sær, og tað skal hann hava.

Tað er eisini eitt krav, at tann, sum koyrir lendisakfar, skal vera í eini serligari ryggverju, sum førarar á motorsúkklum eisini eru í, men tað var tað onkur førari á einum lendisakfari í Sandoy, sum ikki hevði, og tað fær hann bót fyri.

Somuleiðis er tað eitt krav, at tann, sum koyrir lendisakfar, skal vera í fallhjálmi, men tað var tað ein í Sandoy, sum ikki var í, og tað fær hann eisini bót fyri.

Og somuleiðis tók løgreglan eisini okkurt lendisakfar á alfaravegi á Sandoynni, sum ikki var góðkent, og skrásett til tað. Tá ið akfarið ikki er góðkent, og skrásett, til at koyra á alfaravegi, er tað heldur ikki ábyrgdartryggjað, og tað er eitt krav fyri at koyra á alfaravegi, so tað fekk førarin bót fyri.