ivaleysa ringt at fáa rættað næmingarnar upp aftur moralskt kortini, heldur hann. Niels Nattestad sigur, at hann væntar ikki, at tað verður fult so ringt hjá teimum yngstu næmingunum. Men tey, sum hava gingið [...] tað, børnini lærdu - ella áttu at lært - í triðja flokki. Men tá eitt hol upp á ein heilan ársfjórðing er í læruni, kemur sperðil í. Niels Nattestad, skúlastjóri, vísir tó á, at tað ofta er sami lærarin [...] Skúlagongdin hevur verið so óreglulig, at tað heilt greitt er gingið út yvir førleikan hjá næmingunum, sigur skúlastjórin á Venjingarskúlanum. Tí er tað nógv skilabetri at brúka alla ta tíð, sum fáast kann
eg upp, at vit í staðin fyri at avmarka og “straffa” okkara eldru við mótrokningum fyri at gera ein innsats eftir pensjónsaldur, áttu vit heldur at lati tey arbeitt sum vanligt. Og eg síggi, at hettar fær [...] Vit kundu bøtt um hesi viðurskifti við at menna eina stutt- ella langtíðar skipan, sum ger at okkara egnu fólk kunnu halda fram at arbeiða, uttan mótrokningar. Tey hava royndirnar innan fleiri av hesum [...] hesum økjum, og summi av teimum vilja sleppa at gera mun og samstundis tjena sær fleiri pengar til lívsins uppihald. Tey eru jú her - so hví ikki? Hettar gera vit! Eyðdis Hartmann Niclasen valevni hjá Samb
eru ikki innrættaðar til at bunkra olju í og tí verður dálkingin meiri umfatandi, tá ið óhapp henda. Hann heldur, at Havnirnar áttu at verðið skipaðar so, at tað varð barað bunkrað á ávísum plássum og so [...] Tey, sum fáast við olju í sambandi við bátar og skip, verða nú noydd at ansa munandi betri eftir, at olja ikki lekur á sjógv og dálkar firðir og vágir. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum [...] álum, sigur, at ein kunngerð er á veg, sum ásetur munandi strangari reglar fyri at at bunkra olju. Nýggja kunngerðin verður sett í verk um nakrar fáar vikur. Eftir hesi nýggju kunngerðini skal tað nágreiniliga
brúkarunum eitt so heimligt umhvørvi sum gjørligt og at kunna seta íbúgvarnar saman eftir tørvi. Málið er at skipa so fyri, at sjálvhjálpin búgva saman og at tey, sum eru meira ellisfarin og óhjálpin, búgva saman [...] møguleikar verða at útbyggja røktar-og ellisheimið eftir tørvi. Eivind Jacobsen veit eisini at siga, at á kommustýrisfundi fyrr í vikuni fekk Sjóvar kommuna 397 undirskriftir frá fólki sum ynskja, at ellisheim [...] hevur skilt, at heim av slíkum slagi eru bygd í Danmark við sera góðum royndum. Heimligt umhvørvi Formaðurin í Sjóvar kommunu, Eivind Jacobsen, sigur, at hugskotið við hesi bygging er at geva brúkarunum
síðani, at StÍF vann steypafinaluna hjá monnum á nýklaktu føroyameistarunum úr VÍF. Havandi hetta í huga, og so tað, at teir nú liggja til at vinna bronsuna, so kann ikki sigast annað, enn at árið er á [...] veteranunum hjá strandingum, Alexandur Johansen, at um bara teir vunnu finaluna, so var árið bjargað. Tað gjørdu teir so, og nú liggja teir so eisini til at fáa heiðursmerkir í landskappingini, so nú stendur [...] stendur væl til hjá StÍF. Í Neistanum hava tey hinvegin langt síðani avskrivað árið í ár, og tey eru farin undir at fyrireika seg til komandi kappingarár. Ein danskur venjari, ið hevur føroyska konu, sum
eftir at StÍF nóg so tíðliga fór at draga frá, komu havnarmenninir ongantíð aftur í aftur. So at siga allan dystin vóru eini trý til fýra mál á muni, so mest av øllum ráddi um hjá heimaliðnum at halda [...] Umframt at teir sjálvsagt fegnaðust um úrslitið, so munnu strandingar eisini fegnast um, at Sveinbjørn Poulsen nú aftur er at síggja á liðnum. Sveinbjørn segði annars efrtir lokna kapping í fjør, at hann [...] níggju-talinum á rygginum fram. Um orsøkina til, at hann nú aftur er at síggja á besta strandaliðnum, sigur Sveinbjørn sjálvur, at tað fyrst og fremst er tað, at hann nú aftur arbeiðir við Skálafjørðin aftur
við brotskasti, og tað var Hannis Wardum settur at skjóta. Hannis hevði verið »sikkurheitin sjálv« hini brotskøstini, og tey flestu væntaðu, at hann fór at skora aftur hesaferð og leggja Kyndil framum. Men [...] dystin sást eisini við, at áskoðararnir vóru møttir í sera góðari tíð. Øll vildu hava pláss at sita, men tað avmarkar seg, líkasum sjálvt. Væl ber til at sleppa av við bilarnar við høllina á Skála, men [...] Hannis Wardum legði Kyndil á odda 1-0 beinanvegin, og við tí málinum boðaði hann frá, at hann ætlaði sær at gera alt fyri, at meistaraheitið endaði í Havn, heldur enn á Strondum. Og lat tað verða sagt beinanvegin
Serliga í seinna hálvleiki skiftust liðini um at hava leiðsluna, og ilt var at meta um, hvønn veg tað fór ganga. Fleiri ferðir tóktist tað tó sum um, at StÍF var við at draga longra stráið, tí teir vóru á odda [...] skiftust tey um at hava leiðsluna. Strandingar vóru fyri tað mesta omaná í fyrra hálvleiki, men sum øll vita, so er KÍF eitt lið við einum framúr góðum stríðsvilja, og teir megnaðu allatíðina at koma upp [...] minuttir seinni stóð á jøvnum 23-23, og einans tríggir minuttir vóru eftir at spæla. Men hesar seinastu tríggjar minuttirnar áttu strandingar við húð og hár, og teir skoraðu fýra ferðir, meðan kollfirðingar
noyddan til sjálvur at fara inn á vøllin, og hóast hann var mansvardur allan dystin, so gjørdi hann ikki mætari enn at skjóta øll trý tey seinastu málini hjá Kyndli fyri steðgin, so at gestirnir kundi fara [...] Somuleiðis gjørdist tað dýrt hjá Kyndlamonnum, at teir fingu nógvar og býttar útvísingar. Tað skal tó nevnast, at ta einu ferðina átti Hannis Wardum ikki at verða útblakaður, men annar dómarin »hoppaði« [...] støðuna verri. Hinvegin kunnu teir í Kyndli bert ilskast inn á seg sjálvar, tí at teir hava bert sær sjálvum fyri at takka, at teir ikki avgjørdu dystin til egnan fyrimun. Summir av leikarunum hildu ikki
púra burturvið, at Strandferðslan brúkar inntøkur frá Nólsoyarleiðini til útreiðslur á øðrum stað. Landsmyndugleikarnir áttu sjálvandi at brúkt peningin á staðnum. Og teir áttu heldur at sett meira inn [...] ferðandi at koma til læstar dyr á havnarlagnum í Nólsoy. Orsøkin er, at Strandferðslan vil ikki rinda fyri bíðirúmið á kaiini, har Ternan leggur at. Hetta er púra óskiljandi. Tað er ein landsuppgáva at røkja [...] ikki kenna seg vælkomnan, tá ið tey einki ordiligt stað hava at bíða eftir bátinum. Nú nógv fleiri fólk vitja úti í Nólsoy, sæst tað aftur í inntøkunum, sum standast av at reka farleiðina um Nólsoyarfjørð