Kappingin um silvurheiðursmerkini verður ikki avgjørd fyrr enn á seinasta leikdegi. Hetta er greitt, eftir at bæði strandingar og kyndilsmenn vunnu sínar dystir sunnudagin. Kyndil hevur eitt stig meira enn StÍF, men alt kann henda á seinasta leikdegnum.
Stavn um stavn
Dysturin á Skála sunnudagin millum StÍF og KÍF var sera javnur. Liðini fylgdust allan dystin, og serliga í seinna hálvleiki skiftust tey um at hava leiðsluna.
Strandingar vóru fyri tað mesta omaná í fyrra hálvleiki, men sum øll vita, so er KÍF eitt lið við einum framúr góðum stríðsvilja, og teir megnaðu allatíðina at koma upp á javnt aftur, tá ið heimaliðið hótti við at fara frá teimum.
Tá ið KÍF farna vikuskifti tapti móti vestmenningum, og VÍF harvið tryggjaði sær meistaraheitið, noyddist sterki málverji teirra, Óla Kristian Djurhuus av vøllinum við skaða, men tíbetur fyri KÍF var liðskiparin klárur aftur til dystin móti strandingum.
Hjá StíF noyðast teir framvegis at verða vanliga liðskiparan, Jón Rasmussen, og ikki minst Alexandur Johansen fyriuttan, og tað er ein greiður missur.
Avgjørt í seinastu minuttunum
Sum áðurnevnt gekk tað sera javnt á inni á Skála sunnudagin, og avgerðin í dystinum fall ikki fyrr enn í seinastu minuttunum. Serliga í seinna hálvleiki skiftust liðini um at hava leiðsluna, og ilt var at meta um, hvønn veg tað fór ganga.
Fleiri ferðir tóktist tað tó sum um, at StÍF var við at draga longra stráið, tí teir vóru á odda við trimum málum fleiri ferðir, men hvørja ferð svaraðu kollfirðingar aftur.
Tá ið tíggju minuttir vóru eftir at leika, var heimaliðið á odda 22-20, men so fingu teir tvær útvísingar við stuttum millumbili, og hetta var júst tann glotti, ið kollfirðingar høvdu tørv á. KÍF gjørdi sær dælt av yvirtalsstøðuni og komu upp á javnt 22-22, og tveir minuttir seinni stóð á jøvnum 23-23, og einans tríggir minuttir vóru eftir at spæla. Men hesar seinastu tríggjar minuttirnar áttu strandingar við húð og hár, og teir skoraðu fýra ferðir, meðan kollfirðingar als einki mál fingu afturat.
Tískil gjørdist talan um ein fýramálssigur til strandingar, men tað var kanska nakað nógv, tá ið tikið verður samanum sjálvan dystin.
Spennandi leygardagin
Sum tey flestu óivað vita, so endar kappingin hjá monnunum komandi leygardag, og tá verður spennandi at síggja, hvør ið fer avstað við silvurinum.
Strandingar skulu vinna sín dyst í Vestmanna móti føroyameistarunum úr VÍF, um teir skulu gera sær nakra sum helst vón um silvur, og samstundis skal Kyndil snáva.
Hetta er tó als ikki óhugsandi. Strandingar hava gott tak á vestmenningum í Vestmanna, og avrikið hjá VÍF sunnudagin var als ikki sannførandi. Hinvegin vilja vestmenningar óivað enda kappingarárið við maner, og tað er hugaligari at taka ímóti FM-steypinum, tá ið man hevur vunnið ein dyst heldur enn tapt dystin.
Kyndil skal royna seg móti grannunum úr Neistanum, og her kann alt henda. Síðst hesi bæði lið dystaðust, var tað Neistin, sum var omaná, og neistamenn vóru ógvuliga sannførandi í Hoyvík sunnudagin. Tað sama kann tó eisini sigast um Kyndil, sum á Hálsi smurdi VÍF av.
StÍF-KÍF 27-23(12-11)
StÍF: Artur Johansen 8(4), Leivur Justinussen 7(1), Bent Djurhuus 4, Sveinur Justinussen 3, Borgar Danielsen 3, Bárður Danielsen 1, Pauli Hansen 1
KÍF: Regin Petersen 8(4), Gert Hansen 5, Rógvi Weihe 4, Petur Martin Poulsen 4, Arnbjørn Hansen 1, Teitur Joensen 1
Brotskøst: StÍF 6(5), KÍF 4(4)
Útvísingar: StÍF 4, KÍF 6
Dómarar: Kári og Dánial Hansen










