StÍF-Neistin 28-24 (16-13)
Hondbóltur
Tað var ongantíð líkt til, at Neistin skuldi fara at stjala finalusessin frá StÍF, tá liðini hittust týskvøldið. Strandingar áttu eina seks mála leiðslu frá fyrra dystinum, og hesa hildu teir fast um og útbygdu í seinnu hálvfinaluni.
Neistin fylgdi so dánt við fyrstu løtuna, men eftir at StÍF nóg so tíðliga fór at draga frá, komu havnarmenninir ongantíð aftur í aftur. So at siga allan dystin vóru eini trý til fýra mál á muni, so mest av øllum ráddi um hjá heimaliðnum at halda so hampuliga fast um leiðsluna, og hetta eydnaðist eisini.
Sveinbjørn við aftur
Umframt at teir sjálvsagt fegnaðust um úrslitið, so munnu strandingar eisini fegnast um, at Sveinbjørn Poulsen nú aftur er at síggja á liðnum.
Sveinbjørn segði annars efrtir lokna kapping í fjør, at hann nú fór at gevast við hondbóltinum ? í hvussu so er í fyrstu deild - men hann man vera sum teir væl kendu sirkus-hestarnir. Kenna teir roykin av mold, so fara teir aftur í ringin, og tað hevur Sveinbjørn so eisini ásannað. Hann leikti onkran einstakan dyst við besta mansliðnum hjá VÍF í grundspælinum, men nú hevur hann so aftur funnið hvítu troyggjuna við níggju-talinum á rygginum fram.
Um orsøkina til, at hann nú aftur er at síggja á besta strandaliðnum, sigur Sveinbjørn sjálvur, at tað fyrst og fremst er tað, at hann nú aftur arbeiðir við Skálafjørðin aftur.
- Eg havi heldur ikki verið millum tey fremstu evnini til strikuplássið hjá VÍF, so tá tey heittu á meg her inni, játtaði eg beinanvegin, tí tað er so eingin ivi um, hvar hjarta hjá mær er.
Um sjálvan finaludystin, sum nú stendur fyri framman, sigur Sveinbjørn, at tað sjálvandi er ein dystur, sum hann sær fram til.
- Fyri tveimum árum síðani taptu vit finaludystin móti júst VÍF, hóast vit tað árið høvdu eitt betri lið. Tað gongur valla ein vika, uttan at eg hugsi um tann dystin, og fái eg møguleikan hesaferð, so gevi eg alt, sum eg eigi, og gjarna eitt lítið sindur afturat, segði Sveinbjørn Poulsen at enda.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
StÍF: Artur Johansen 10(3), Jón Rasmussen 4, Costin Dumitrescu 4, Leivur Justinussen 3, Kristian Petursson 2, Marius Joensen 2, Andre F. Danielsen 1, Alexandur Johansen 1, Sveinbjørn Poulsen 1
Neistin: Ári Rouch 5(4), Áki Mørk 5, Jákup S. Kass 4(1), Ræni Slættanes 3, Ragnar Zachariasen 3, Helgi Justinussen 3, Jacob Jónsson 1
Brotskøst: StÍF 4, Neistin 5
Útvísingar: StÍF 1, Neistin 2
Dómarar úr H71: Petur S. Dahl og Ragnar Simonsen










