rósunum, sum lagdar eru á vegin, er ilt at síggja annað enn tornar, og tú kennir als einki vera at takka fyri. Vit hava lyndi til at fara at hugsa og tosa um, at nú má okkurt gerast. Tað ber ikki til, at hetta [...] Í staðin fyri at tosa og geva øllum hinum skuldina, eiga fólk at spyrja: »Hvat gjørdi eg undan eini slíkari vanlukku, sum kundi fyribyrgt henni? Hvussu ofta talaði eg at, tá onkur var, sum ikki helt fe [...] fornuft soleiðis, at tey minnast tað, tey hava lært, er vist einki at gera við tey, heldur sýslumaðurin í Vágum. Hann heldur tó, at tey sum halda, at tað hevði verið eitt hugskot eisini at farið í studentaskúlar
hópin: ? Øll í Føroyum vita, at John er ein fínur fótbóltsspælari, sum so at siga hevur allar tær dygdir, sum ein spælari skal hava. Men eg vil siga, at førleikarnir hjá John fara at vera uppaftur meiri týd [...] r líkjast tí, sum nógvir dreingir droyma um, at tær skulu vera hjá teimum, tá teir gerast yrkisspælarar. Onkur sigur kanska, at tað einasta, sum restar í Íslandi, er tað góða veðrið, sum er longri suðuri [...] á vøllinum, sum eru førir fyri at halda uppá bóltin. Tað megnar John, og so er tað ein eyka styrki, at hann eisini er førur fyri at skapa sær málmøguleikar og at skora mál. Hvar ætlar tú at brúka hann á
botnin í 1. deild er so mikið stórur, eftir at fýra umfør eru spæld, at tað ber væl til at ímynda sær, at deildin er skrædnað, tá fimta umfar er spælt fríggjadagin, sum er dýri biðjudagur. B36 hevur fulla ferð [...] hjá gøtumonnum, sum fríggjadagin skulu til Runavíkar. At spæla móti einum liði, sum akkurát hevur tapt, er altíð torført. NSÍ tapti í Vági, og bæði tað og so tað, at tveir av spælarunum, sum eru uppvaksnir [...] javnleik í Gøtu plagar at verða roknað sum eitt hampuliga gott úrslit. Trupulleikin hjá klaksvíkingum er, at teir hava tapt fýra stig á heimavølli. Tað plaga teir ikki at gera. Fríggjadagin fær KÍ ein nýggjan
skilti eg ikki rættiliga. Tað var nakað um, at tað sum átti at venda upp, tað hekk niður. Og tad sum plagdi at venda niður, tad stóð nú upp. Og so siga fólk at fullveldið hevur skyldina í tí. Okkurt ókent [...] Forboði at tosa við donsku pressuna? Og so vindur hann seg upp um, at onkur persónur hevur svarað spurningum í donskum bløðum. ?Hugsi neyvan, at danskir andstøðupolitikarar høvdu farið í bretsk bløð at spilla [...] um at loysa frá Bretlandi. So hatta svassið kann bert teljast sum sjálvmál. Men hvør er tað, sum skrivar bók um fullveldismálið. Á donskum máli, á donskum forlag, útgivin í Danmark? Hvør er tað sum letur
teimum, tí so at siga alt gekk friðarliga fyri seg. Koritni vóru onkrar smávegis hendingar. M. a. fekk ein 16 ára gamal unglingi nevan frá einum manni, sum var á leið tvífalt so gamal sum hann. Hvussu hetta [...] veit løgreglan ikki frá at siga, men unglingin meldaði tann eldra. Eisini fekk løgreglan fráboðan um tvey smærri herverk á bilar. Onkur hevði langa eina buglu í ein bil, meðan onkur annar hevði brotið rútin [...] einum øðrum bili. Sum vanligt hevur løgreglan eisini havt liggjandi gestir, men hetta vikuskiftið vóru teir ikki fleiri enn tríggir. Hinvegin, so koyrdu løgreglumenn fleiri til hús, sum, hóast gongulagið
sigur, at tað henda fleiri og fleiri ferðsluóhapp, og at tey flestu teirra henda, tí fólk gevur sær ikki stundir at koyra bil. Og hansara meting er, at tað hongur saman við ferðini í samfelagnum sum heild [...] Havn. Hann vísir á, at tað serliga eru smáir skaðar, sum eitt nú, at bilarnir koyra ov tætt upp at hvør øðrum og fremri bilurin bremsar. Alsamt fleiri fráboðanir koma eisini um at parkeraðir bilar eru [...] i verða lýstar. Broytingarnar, sum vóru samtyktar í løgtinginum 4. mai siga nevniliga, at tað framyvir verður ólógligt at tosa í hondhildnari fartelefon, samstundis sum tú koyrir bil. Aktar tú ikki boðini
tá hann frá formanni Javnaðarfloksins fekk at vita, at hann átti at skamma seg, soleiðis at taka politiskar avgerðir vegna Føroyar og komandi ættarlið, uttan at spyrja nakran (les: Javnaðarflokkin) um loyvi [...] annars fáa tey at skilja, at við myndugleika fylgir ábyrgd. Løgmaður ynskir ikki at endurtaka hesi mistøk, og tí eigur hann at skamma seg, sambært formanni Javnaðarfloksins. Vit vita, at í árinum 2000 eru [...] løgmann, sum dugir at seta seg sjálvan í respekt, og sum hevur stórt álit í fólkinum. Hartil hava vit ein diplomatiskan og lærdan varaløgmann, sum eisini er landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, og sum fyri
teldupostin upp, at vita um onkur kanska hevur minst til mín, nú eg eri burturstødd, og hvat er tað so, eg fáið. Ein áminning um, at tað er mín ivasami heiður at fylla klummuna hesaferð... Ja, so er ikki annað [...] skriving, nevniliga, at øll altíð kunnu skriva, um bara viljin er til staðar. Sigi ikki, at tað altíð verður líka gott, men man kann... Fyri at koma aftur til tað, eg byrjaði við, tað, at tað er so smart. [...] ferðir so nógv, og uttan at noyðast at skriva tekstin fleiri ferðir, sum eg hevði noyðst, um eg skrivaði hann við hond. Har er eisini so nógv annað smart við teldum, alt møguligt sum tú knappliga kanst gera
i eina uppliving fyri tær 150 krónurnar, sum ein ferð undir Vestmannabjørgini kostar. Tá síggja vit, at Halgisberg er lopið og at ein hola, sum Silja plagar at fara ígjøgnum er typt av omanlopinum. Sjógvurin [...] mugu royna at koma víðari og gera longri túrar, sum geva meira pengar. Tað kann eisini vera so ótrúliga kalt umborð á einum opnum báti, sigur Palli, sum heldur, at tað eisini átti at borið til at gjørt útferðir [...] fáa vit ikki, sigur Palli, sum sigur tað vera ótrúliga dýrt at reka bátsútferðir. -Reklaman kostar og somuleiðis fólkini, sum tú samstarvar við, sigur Palli, sum heldur, at ein príshækking hevði broytt
ár. Í alt fær hann 720.000 krónur. Tað vil siga 240.000 árliga. Statens Kunstfond sigur í grundgeving síni, at Tóroddur samantvinnar so ólík viðurskifti, sum punk og persónligan og gerandisligan átrúnað [...] kallast ? Vatnið ljóðar sum um onkur hevur drukkið av tí?. Savnið verður prentað í 1000 eintøkum, og er hetta eisini í Danmark nógv, tá talan er um yrkingar. Tóroddur hevur ætlanir um at leita sær íblástur