Tað vóru átta ferðsluóhapp í Havn frá fríggjadegnum til sunnudagin. Tað sigur vakthavandi á støðini í Havn fyri Sosialinum.
Hann sigur, at tað henda fleiri og fleiri ferðsluóhapp, og at tey flestu teirra henda, tí fólk gevur sær ikki stundir at koyra bil. Og hansara meting er, at tað hongur saman við ferðini í samfelagnum sum heild.
- Tað er tíverri nakað, sum er uppi í tíðini, og fyri mær sær tað út til, at talið av ferðsluóhappum økist samstundis sum samfelagshjólini mæla skjótari og skjótari. Fólk geva sær ikki stundir at koyra bil, og tí koma tey í so nær einum øðrum bili, og so er galið, sigur vakthavandi á støðini í Havn.
Hann vísir á, at tað serliga eru smáir skaðar, sum eitt nú, at bilarnir koyra ov tætt upp at hvør øðrum og fremri bilurin bremsar. Alsamt fleiri fráboðanir koma eisini um at parkeraðir bilar eru árendir, og tað er tað, sum løgreglan kallar kleyvarskapur.
Ein orsøk til at smáu óhappini økjast kann vera, at fólk sita og tosa í fartelefon meðan tey koyra bil, men tað verður ikki so leingi afturat, tí við broytingunum í nýggju ferðslulógini verður hetta forboðið.
- Eg legði tað eitt nú til merkis ein dagin í R. C: Effersøesgøtu. Tað komu fimm bilar um hornið, og førararnir sótu allir sum ein og tosaðu í fartelefon. Onkur teirra meira lá enn sat, og tað hevur sína á virkan á koyringina, eingin ivi um tað.
Men, sum sagt, verður hetta bara loyvt til broytingarnar í ferðslulógini verða lýstar. Broytingarnar, sum vóru samtyktar í løgtinginum 4. mai siga nevniliga, at tað framyvir verður ólógligt at tosa í hondhildnari fartelefon, samstundis sum tú koyrir bil. Aktar tú ikki boðini fært tú bót.