Í hesum margháttliga eftirspæli til annað umfar av samráðingunum, er tað serliga reaktiónin frá Javnaðarflokkinum, ið hevur fangað mín áhuga, tí hon so ómetaliga beinrakið avdúkar, hvat tað er, sum forðar hesum flokki, og lutvíst Sambandsflokkinum, at taka á seg ábyrgd fyri egnum landi. Veljarakanningin, sum varð gjørd herfyri, vísti hesar somu tendensir.
Skammleysur løgmaður
Løgmaður var enn ikki heimaftur komin av fundi við donsku stjórnina, tá hann frá formanni Javnaðarfloksins fekk at vita, at hann átti at skamma seg, soleiðis at taka politiskar avgerðir vegna Føroyar og komandi ættarlið, uttan at spyrja nakran (les: Javnaðarflokkin) um loyvi. Í somu vending spurdi hann hvat tað er, sum ger løgmann so einastandandi, at hann einsamallur (les: uttan Javnaðarflokkin) ætlar avgera lagnu føroyinga. Nei, løgmaður átti at skamma seg, helt formaður Javnaðarfloksins. Undirskilt er, hvussu lágt Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin figurera í hugaheimi Javnaðarformansins.
Men hettar við at politikarar taka avgerðir, sum ávirka samfeløg í fleiri ættarlið, er ikki nakað nýtt. Hettar er sjálv kjarnin í politikki. Hettar varð eisini gjørt í 1946 og ikki minst í 80?unum. Tað er spell, at andstøðan er vorðin so fordjúpað í egnum trongskygni, at hon ikki enn hevur uppdaga hvussu stóran týdning tað hevur, at vit ikki endurtaka somu mistøk. Í 1946 vórðu avgerðir tiknar, sum raktu seinni ættarlið, ikki minst okkum núlivandi, og sum tók øll seinni ættarlið til gíslar í einum tjóðskaparligum klandri og sundurlyndi, sum hevur forðað okkum í einari veruligari menning av egnum politiskum og búskaparligum skipanum.
Í 1946 varð ført fram, at føroyska samfelagið var ikki búgvið til fullveldi. Vit vita í dag, at Føroya Fólkið var búgvið, men politisku leiðarar landsins vóru ikki búnir til at taka á seg neyðugu ábyrgdina, og tí datt alt niðurfyri. Til stóran skaða fyri menningina av einum sjálvstøðugum Føroyum, og til stóran ampa fyri allan framburð, serliga á politiska og búskaparliga økinum. Hesir leiðarar tordu ikki at taka neyðugu stigini til tess at føroyingar kundu yvirtaka ábyrgdina fyri sær sjálvum og egnum landi, og avleiðingarnar av hesi skeivu avgerð teirra kulmineraðu við kreppuni fyrst í 90?unum, tá manglandi ábyrgdarkensla føroyinga í fullum blóma varð sýnd fram á almennari framsýning í útlendskum og serstakliga donskum fjølmiðlum.
Hettar er tað, sum hendir, tá politiskir leiðarar ikki tora at liva upp til tað álit, teimum er litið. Hettar er tað, sum Javnaðarflokkurin, sambært formanni floksins, vil hava, at vit royna einaferð afturat. Aftur skulu vit til at fortelja børnum okkara, at vit ikki, eins og aðrar frælsar tjóðir, hava fult ræði á okkara landi og okkara samfelag, og at vit tí ikki kunnu samstarva á jøvnum føti við aðrar tjóðir. Og at tey, hóast tey tosa føroyskt, eta føroyskan mat og búgva í Føroyum, eru danskir ríkisborgarar, og einans standa til svars yvirfyri donsku grundlógini og danska dómsvaldinum. Og so annars fáa tey at skilja, at við myndugleika fylgir ábyrgd. Løgmaður ynskir ikki at endurtaka hesi mistøk, og tí eigur hann at skamma seg, sambært formanni Javnaðarfloksins.
Vit vita, at í árinum 2000 eru bæði Fólk og politiski myndugleiki búgvin til at taka á seg ábyrgdina fyri sær sjálvum, og í dag siga vit, at vit vilja ikki taka okkara eftirkomarar til gíslar, soleiðis sum okkara ommur, abbar og foreldur, og seinni vit sjálvi, vórðu tikin til gíslar í 1946, men heldur tvørtur ímóti geva teimum komandi ættarliðunum møguleika at viðgera viðurskifti, sum viðkoma føroyingum, innanríkis- sum uttanríkispolitikk, í tí álvara, ið sømir seg, og uttan áhaldandi grenj og klandur um samband ella loysing. Vit vilja ikki lata eftirkomarar okkara arva okkara sundurlyndi og hettar oyðandi stríð, sum hevur býtt tjóðina sundur alt ov leingi. Tí mugu vit standa saman um at taka avgerðina nú, saman við okkara fólkavalda politiska myndugleika.
Andstøðan onki boð
Hvørki føroyska andstøðan ella danska stjórnin hava latið við seg koma, tá ið samgongan hevur sóknast eftir konstruktivum viðmerkingum, ella í minsta lagið onkrum líkinda alternativi til samgonguuppskotið, nú andstøðan leikar soleiðis í. Tað átti heldur ikki at verið ov nógv at forlanga av teimum, at tá ið teir soleiðis kunnu sita frammanfyri Føroya Fólki og sápla niður alt tað framúr væl úr hondum greidda forarbeiðið, sum er gjørt í sambandi við fullveldissamráðingarnar, skíra tað óseriøst, nationalromantiskt og rabiat, ja, onkur hevur enntá kallað tað fascistiskt, so áttu hesi somu at kunna víst á onkra aðra gongda leið, men nei. Tað ber ikki til.
Spyr tú ein javnaðar- ella sambandstinglim, hvat vit føroyingar skulu gera, tá ið vit fáa størri sjálvstýri og blokkurin tá minkar (samsvarandi teirra egnu uppskotum og útsagnum Nyrups), tá er standardsvarið: ?tað eru ikki vit, ið vilja loysa; tað eru tit, og tí eru tað tit, sum skulu siga hvat tit ætla.? Sum íkast til sjálvstýriskjakið er hettar jú fullkomuliga ónýtiligt. Tí er tað eisini hópin lættari nú at skilja, hví semja ikki kundi fáast í lag millum samgonguna og Javnaðarflokkin, tá teir sokallaðu kaffifundirnir vórðu hildnir. Har er jú onki at semjast um. Javnaðarflokkurin hevði læst seg fastan longu frammanundan, so hesir kaffifundir vóru frá teirra sjónarhorni bert eitt spæl fyri gallarínum.
Tað løgna er, at danska stjórnin sigur júst tað sama sum føroyska andstøðan. Danska stjórnin tekur heldur ikki undir við ætlanunum hjá samgonguni, men hevur heldur onki boð uppá aðrar skipanir ella aðrar ætlanir at taka støðu til. Við øðrum orðum eru vit í einari støðu, har føroyska andstøðan saman við donsku stjórnini øðrumegin gartera og leika í, kalla løgmann skammleysan, samgonguna í ørviti, og landsstýrismannin í sjálvstýrismálum propagandachef, og hinumegin samgonguna, sum vil lurta eftir og fáa góð ráð frá andstøðuni, til tess at skapa eitt breiðari grundarlag fyri semju. Men tá vendir andstøðan ryggin til og grettir ikki orð. Tá er tað knappiliga ikki teirra borð, at siga hvat vit skulu. Tað hevur samgongan jú patent uppá, sigur andstøðan.
Tá hettar alt verður havt í huga, er tað kortini ikki so løgið at andstøðan ikki fegnast um at tað gongur væl hjá samgonguni at vinna Føroyum tjóðarfrælsi, tí tað tykist vera teirra lutur, ella lagna um ein vil, at virka undir danskari yvirvøld. Tað er eyðvitað stórur ivi um framtíðina hjá hesum báðum flokkum, Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum, í fullveldinum Føroyar, og tað er teirra marrudreymur.
Kanningin greið tala
Eins og Edmund Joensen, so haldi eg, at kanningin, sum varð gjørd herfyri, vísti púra greitt, hvat føroyingar vilja. Tað er bara tann munurin, at Edmund tulkar úrslitið beint øvugt av úrslitinum. Sambært kanningini ynskja 60-70% fullveldi, um skiftistíðin bara er nóg long. Hettar eru nógv fleiri enn nakrantíð fyrr. Men Edmund Joensen heldur, at samgongan eigur at leggja frá sær.
Standardviðmerkingin hjá formanni Sambandsfloksins til allar veljarakanningar, sum hava verið síðani hendan samgongan varð skipað, umframt teir báðar samráðingarfundirnar, sum hava verið, er, at nú má samgongan taka avleiðingarnar og leggja frá sær í stundini. Tess størri undirtøku samgongan hevur, tess meira átroðkandi er tað sambært Edmundi Joensen, at hon leggur frá sær.
Seinasta veljarakanning sýndi, at tað framvegis er ein meiriluti av Føroya Fólki, ið tekur undir við politikkinum hjá samgonguni og føroyskum fullveldi, hóast bæði fjølmiðlar, andstøðan og Óli P. seinastu tvey árini hava rikið eina eirindaleysa og perfida ræðuherferð móti fullveldispolitikkinum og hugsjónarligu undangongumonnunum í føroyskum politikki. Hendan herferð hevur verið so massiv og dominerandi, at tað næstan ikki hevur verið pláss til at viðgera onnur týðandi samfelagsmál í álvara. Ábyrgdina fyri hesum mugu fyrst og fremst fjølmiðlarnir taka á seg, men spurningurin er, um ikki andstøðan eisini eigur at viðurkenna sín leiklut, taka á seg sína ábyrgd, so ella so. Tað er í øllum førum óheppið fyri okkara sjálvsvirðing og áræði, at fólkavaldir politikarar og fjølmiðlar nýta so nógva orku uppá at niðurbróta trúnna uppá egnan mátt og megi, heldur enn at stuðla við konstruktivum hugskotum og vilja til at loysa samfelagslig stórmál.
Virðilig umboð
fyri land okkara
Vit hava ein stinnan og dugnaligan løgmann, sum dugir at seta seg sjálvan í respekt, og sum hevur stórt álit í fólkinum. Hartil hava vit ein diplomatiskan og lærdan varaløgmann, sum eisini er landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, og sum fyri kortum varð róstur sum ?problemknúsari? av forkvinnuni í Føroya Lærarafelag. Og saman við teimum berjast vit fyri at vinna Føroya Fólki heimsins mest grundleggjandi rættindi, nevniliga fult tjóðskaparligt frælsi og fólkaræði. Allar ræðumyndir og mytur, andstøðan hevur bygt upp kring hugtakið ?fullveldi?, eru afturvístar og punkteraðar, og tí fari eg at enda við einari áheitan á andstøðuna, annahvørt at saðla um nú, ella rætt og slætt at leggja frá sær. Tað er ikki rætt av fólkavaldum politikarum at brúka alla sína orku uppá at fortelja føroyingum, hvussu lítið vit duga og hvussu lítið vit megna. Tí er tað í veruleikanum andstøðan, sum átti at skammast.
Arnbjørn Ó. Dalsgarð