Ov fá taka varaløgmann í álvara, tíverri

Løgin viðmerking var at lesa í Sosialinum 12.maj, har varaløgmaður enn eina ferð østi seg upp um, at øll ikki tóku undir við hansara tjóðveldisfullvelditvassi. Løgin (ikki bert yvirskriftin men innihaldið), tí nýggir upplýsingar, tankar ella nýggj sjónarmið vóru eingi. Løgin, tí hann skeldar andstøðuna út, tí hon hevur andstøðusjónarmið og ikki fantasifull fullveldissjónarmið. Løgin, tí hann letst ikki at fata veruligu kreppustøðuna.

Ja, yvirskriftina skilti eg ikki rættiliga. Tað var nakað um, at tað sum átti at venda upp, tað hekk niður. Og tad sum plagdi at venda niður, tad stóð nú upp. Og so siga fólk at fullveldið hevur skyldina í tí. Okkurt ókent ella kent fenomen man níva mannin.


Ein óvitandi varaløgmaður

Varaløgmaðurin sigur seg ikki skilja orðaskifti, sum fer fram í løtuni. Nei, kanska hevði nakað meir av politiskari erfaring styrkt hansara dømikraft. Nú sær hann bert alt sum ?Svartar myndir? og ?útspilling?, ?ómegdatos? og ?ræðumyndir?. Hesi orð, sum hann brúkar í tíð og úrtíð um sjónarmið, sum honum ikki dámar ella ikki skilir, eru longu púra niðurslitin. Jú eitt nýtt uppfinnilsi var hesuferð ?Ábyrgdarloysi sum politisk hugsjón?, var ein yvirskrift hjá honum. Hetta er hansara felagsnevnari, sum umfatar øll, sum ikki taka undir við honum og hansara sjónarmiðum. Hvat billar hann sær inn?

Varaløgmaður sigur seg ikki vita um nakað annað fólk, sum ?hevur upplivað eina slíka útspilling sínamillum?. Ja, men so veit hann alt ov lítið. Í Føroyum gongur alt enn rættiliga civiliserað fyri seg. Øll onnur munnu vita, at fólkasløg londum aðrastaðir ikki bert hata hvønn annan, men eisini drepa og fara í borgarakríggj móti hvørjum øðrum. Tak Bosnia, Kosova, Norðurírland, Miðeystur, Indonesia, Chile ella 100 onnur pláss í verðini, har fólk ikki kunnu liva saman. Hví eru milliónir av flóttafólki í verðini?

Soleiðis er ikki í Føroyum, -enn. Men her so ein varaløgmaður og øsir seg upp, bert tí hann fær mótstøðu á politiska leikvøllinum.


Forboði at tosa við

donsku pressuna?

Og so vindur hann seg upp um, at onkur persónur hevur svarað spurningum í donskum bløðum. ?Hugsi neyvan, at danskir andstøðupolitikarar høvdu farið í bretsk bløð at spilla stjórnina út? sigur vara. Enn einaferð skilir hann ikki, at hann brúkar eina óbrúkiliga mynd ella líknilsi. Føroyar og Danmark eru enn partar av sama demokratiska ríki. Landstýrið hevur biðið Ríkisstjórnina um samráðingar um at Føroyar fáa fullveldi. Tí er tað kanska relevant at føroyskir politikarar, bæði í samgongu og í andstøðu, úttala seg til donsku pressuna (og danskir politikkarar til føroysku pressuna). Myndin, sum varaløgmaður brúkar, er skeiv, tí Danmark er ikki í nøkrum ríkisfelagsskapi við Bretland. Danmark samráðist ikki um at loysa frá Bretlandi. So hatta svassið kann bert teljast sum sjálvmál.

Men hvør er tað, sum skrivar bók um fullveldismálið. Á donskum máli, á donskum forlag, útgivin í Danmark? Hvør er tað sum letur seg i interviewa í donskum sjónvarpi og donskum blødum. Er tað ikki ein vissur varaløgmaður sjálvur, sum fer til ?bretsku? pressuna??? Heldur hann seg hava einarætt til at úttala seg, so er okkurt spinnandi gali.


Alt ilt kemur

úr Danmark

Landsstýrismaðurin hevur so ein langan lista, sum skal vísa hvussu illa stendur til í Danmark: Fólk á ellisheimum eru misrøkt, einslig fólk liggja deyð í langa tíð í heiminum áðrenn tey vera funnin, bíðilistar eru til hospitalsviðger av ávísum sjúkum osfr. et cetera. Konklusiónin hjá honum er meir enn kryptisk (óskiljandi, uttan meining). ?Hevði tað verið í Føroyum í dag, á dú, Fullveldið hevur skyldina?. Tað er aldeilis ikki neyðugt at fara til Danmarkar og har velja negativ viðurskifti burturúr, og so servera tey, eins og var hetta lívið í Danmark. Dagin fyri viðmerkingina hjá varaløgmanni hevði Sosialurin tríggjar yvirskriftir á forsíðuni: ?Postverkið noytt at steingja?, ?Sjúkrabilurin steðgaði upp? og ?Sosiala neyðin stór?.

Man má undrast. Postverkið, sum varð yvirtikið sum føroyskt sermál fyri 25 árum síðan, koyrir við stórum halli. Sjúkrahúsverkið er niðurslitið, og tað er ikki fyrstu ferð at sjúkrabilar eru steðgaðir upp. Hvar fer blokkurin, sum upprunaliga fíggjaði eitt gott heilsuverk? Tað hevð verið bíligt at givið Heimastýrislógini skyldina

Men tað er sjálvandi tað hesin tjóðveldispropagandisturin ger. ?Men vit hava als ikki tikið ábyrgdina enn. (!!!!) Núverandi trupulleikar eru skaptir undir heimastýrinum. Teir kunnu bert loysast um vit taka ábyrgdina?. Hatta er ov bíligt. Hatta er ikki trúverdugt. Hevur landsstýrið ikki ábyrgd??? Eigur landið ikki Postverkið??? Umsitur landsstýriðikki heilsuverkið??? og Sjúkrabilarnar??? Er sosiala neyðin tykkum óviðkomandi???


Støðan er hættislig - trúvirðið er farið

Eg má taka undir við blaðstjóranum Tøger Seidenfaden, sum í Politiken herfyri skrivaði ?Det færøske landsstyre kan ikke tages alvorligt?. Hann viðger tey bæði samráðingarumførini, sum hava verið. Ella tak Jyllandsposten 4.5.00, sum kemur til somu niðurstøðu. Oddagreinin eitur ?Tvivlsom styrke? og teir siga ?Spørgsmålet er, om det er muligt at nå frem til et resultat, som Landsstyret føler trang til at præsentere for de færøske vælgere. Svaret må blive benægtende?. Hetta fara tjóðveldisfantastar sjálvandi at avvísa, tí danir eru býttir og vita einki um føroyskan politik, sum teir forhánisliga plaga at taka taka til.

Hvussu ið víkir ella vendir, so eru danir og danska stjórnin annar parturin í samráðingunum, har landsstýrið millum annað roynir at fáa eina langa skiftistíð.

Men í løtuni hava vit eitt landsstýri við einum varaløgmanni á odda, og hann hevur spilt tað føroyska trúvirðið.

Varaløgmaður er veruliga ræðumyndin.


Rolf Guttesen

16.5.2000